Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-07, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2005síða 35

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 8. januar 2005 35 TINGHELLUVIÐMERKINGIN Jenis á Rana rana@post.olivant.fo Hon rakar óvæntað og meint, á køldum føroyskum vegum og á sólgyltum, pálmaklæddum strondum í Fjareystri- køvandi sorgin. So meinings- og miskunnarleyst verða tey rivin burtur, høg sum lág, rík og fátøk, ung og aldrandi. Hvar er Gud í øllum hesum, hoyrdist ein spyrja nú um dagarnar. Dagur var, tá eisini Hann misti, enntá sítt einasta og besta, einkarsonin. Um nakratíð, so hevði Harri og Skapari Himins og jarðar tá bæði motiv og mátt at steðga oyðanini og deyðanum, men Hann gjørdi tað ikki. Gav hann eftir fyri freistingini, var við eitt øll vón úti fyri okkum menniskjum, og sorgarleikir, sum hesar dagar so miskunnar- leyst raka, høvdu verið fyri lítið at rokna. Gjølla varð stórsta bjargingar- ætlan, søgan veit um at siga, løgd til rættis. Uppgávan var greið, øll mannaættin var í vága, einasta bjarging var at Faðirin sendi einkarsonin til jarðar. Men støðan var enn daprari , tí tey neyðstaddu fóru, og tað vistu Faðirin og sonurin fullvæl, at havna bjargingarroyndini, fóru at forfylgja og at enda gera av við Frelsaran. Men hetta var einasta loysnin. Tað er fullgjørt, ljóðaði boð- skapurin av Golgata, dagin tá bjargingargrundarlagið var fullført. Eingin mannaætlan, eingin ágangur manna, hevði megna at forða stórstu bjarging søgan veit frá at siga. Síðani henda dagin er eingin sleptur upp á fjall, hvussu stór sorgin og vanlukkan enn hava verið. Við friði og gleði hevur kærleiksfulli hjálparin verið á vitjan, í smáttu og borg, hjá ríkum og fátækum, høgum og lágum. Her hjá okum, eins og í fjar- eystri, vitjar Hann við sínum av naglum merktu hondum, troystar og lekir, endurreisur og veitir vón. Aftur og aftur berast søgur um hetta, her heiman og úr fjar- skotnum londum. Hvat kann tsunami vanlukkan læra okkum? Hon kann knýta okkum tættari at Honum, sum heldur á at veita hjálp sína, tá sjálvt frægastu hjálparfelagsskapir noyðast at gevast. Og hon kann leiða okkum til Hansara, sum í hjálp sínari ynskir at brúka teg og meg og tey evni, teir møguleikar og tað tilfongi, sum Hann hvønn dag lutar við tey, sum standa honum tøk. Tær krónur, privatar ella almennar, sum okkum unnist at geva, eru allar givnar okkum av Honum. Hvønn dag tráar Hann eftir at stýra viðurskiftum okra, so vit kunnu gerast før fyri at verða partur av tí lívgevandi virksemi, sum Hann ynskir at veita Skapanarverki sínum- her í ríkum norðuratlantsoyggjum ella í fjarastu av tsunami raktu. Eingin missir við at geva eftir leiðslu og hjartalagi Hansara. Ríkari, og á allan hátt signaður, verður hin einstaki og tann tjóð, sum letur upp hond sína fyri tí treingjandi, og tað kundi verið tú ella eg- sum taldust millum hesi. Lat okkum í felag leggja lunnar undir enn størri hjálpararbeiði! Tá tsunami og okkara óskiljandi heimligu sorgarleikir, eru komnir í fjarstøðu, heldur neyðin tó á hjá summum. So var eisini áðrenn seinna jóladag, dagin tá kreftur jarðarinnar bardust. "Vit her í Kongo hava 11. septembur hvønn dag"- ljóðaði herfyri frá hjálparmanni. Hann stríddist eitt fyri hann vónleyst stríð móti valdsgerðum, sum menniskju miskunnarleyst framdu móti sjálvt verjuleysum kvinnum og børnum í av menniskjum gloymdum økjum. Í túsundatali doyðu og doyggja hvønn dag, uttan at vit frætta stórvegis, menniskju skapt í somu mynd sum tú og eg. Lat takksemi og hjálpsemi fylla okum, okum sum fingu forrættin at verða fødd í landi, sum av røttum kann kallast forgarður paradís. Lat okum í felag, meðan tsunami og heimligu sárini lekjast, leggja lunnar undir eitt enn størri og dagligt hjálpararbeiði, sum fer at náa tey, sum valla megna at rópa neyðarrópið, so tað hoyrist. Gera vit tað, hevur tsunami, hóast sorgarleikur av teim stórstu, megna eisini at borið gott við sær. Megna at veitt hjálp til teirra, sum hava mist vónina- í Sudan, Kongo, Indonesia, Norðurkorea, í flóttafólkalegum heimin runt- listin er langur og longri. Men hjálp tín og mín, borin víðari frá Honum, sum skapti ein útveg, kann stytta hann! Guds persónliga tsunami Teir vóru komnir har framm- anundan. Nógvir høvdu verið har í áravís. Teir dugdu málið og vóru staðkendir. Teir brutu eisini upp um armar og fóru til verka - meðan mong okkara enn hildu jól og ikki høvdu fingið stundir at fara undir hjálpar- og innsavningar- arbeiði TINGHELLUKRONIKKIN Páll Poulsen ppo@post.olivant.fo Eingin føroyskur trúboðari var á nøkrum vanlukkustaði, men Sørin Joensen, útsendur frá sam- komuni Betel í Vági og Ebenezer í Havn, kom til Tailands fyrst í oktober, har hann virkar saman við trúboðarafelagsskapinum New Tribes Mission. Hann og hollendska kona hansara Corina hava verið í Føroyum í summar og í heyst. Tey eru langt frá vanlukkuøkinum, har tey skulu virka millum fjarskotnar ættar- bólkar. Júst nú eru tey í ferð við at læra seg tailendska málið. New Tribes Mission mill- um teir fyrstu at hjálpa til Trúboðarafelagskapurin New Tribes Mission, sum nógvir før- oyingar kenna, hevur fleiri trúboðarar í Tailandi. Fyrstøðu- maður fyri henda felagskapin, sum hevur fleiri enn 3.000 trúboðarar kring knøttin, er klaksvíkingurin Óli á Grømma Jacobsen, sum býr í USA. Teir hava fleiri trúboðarar bæði í Indonesia og Tailandi. Hjálpa læknum uttan landamørk Í Indonesia er virkisøki hjá New Tribes Mission langt frá van- lukkuøkinum. Felagsskapinum "Læknar uttan landamørk" tørv- aði onkran, ið kundi tosa indo- nesiskt raðið, sum hevði royndir at fáa brennievni til tyrlur og sum var álítandi. Teir bóðu Tim Whatley, trúboðara hjá New Tribes Mission um at hjálpa sær. Tim hjálpir einum læknaliði og virkar sum tolkur fyri tyrlu- flogskiparan og fólk, sum gera brúk av tyrlutænastuni. Hann samskipar flogferðir og syrgir fyri brennievni. Eftir at hava flogið í eina viku sigur Tim, at hann var skelkaður og ørkyml- aður av ræðuligu oyðingini, hann hevur sæð. Hjálpa til í Tailandi Í Tailandi hjálpa tveir trúboðarar hjá NTM til. Annar teirra er Dave Percy, ein trúboðari sum hevur royndir í fyrstuhjálp. Stjórnin í Tailandi sóknaðist eftir fólki, sum dugdi tailendska málið og onnur mál og sum høvdu royndir í medisinskum hjálpararbeiði. Dave fór fyrst á sjúkrahúsið í Phuket, men hjálpir nú einum læknaliði, ið virkar fram við strondini í Tailandi. Frank Hildebrandt hjálpir kristnum í vanlukkuraktu økjun- um í Tailandi og hjálpir teimum at skipa fyri at býtu út neyð- hjálparútgerð í smábygdunum í vanlukkuøkinum. Pam Davis dugir eisini tai- lendskt og hevur eina útbúgving í ráðgeving. Hon undirvísir og lærir tailendingar at geva lands- monnum sínum kreppuhjálp. "Eg eri so ómetaliga takksom fyri, at eg dugi tailendskt nóg væl, so eg kann undirvísa tai- lendingum í at geva kreppu- hjálp," sigur hon. " Eg eri takk- som fyri mína útbúgving sum ráðgevari, og at eg á henda hátt kann hjálpa til." Brøðrasamkoman trúboð- arar á vanlukkuøkjunum Samkoman Betesda í Colombo, Sri Lanka, er virkin í neyðhjálp- ini. Áðrenn ein vika var farin, høvdu teir sent ein lastbil við neyðhjálparútgerð, sigur George Thomas vegna samkomuna. Brøðrasamkomur í Malaysia sendu við tað sama eina bingju við hjálparútgerð til Sri Lanka. Brøðrasamkoman í India Ron Phenny, bretskur trúboðari, koyrdi beinanvegin til vanlukku- rakta økið í India at kanna um- støðurnar. Hann greiðir frá, at tað var ræðuligt at síggja standin í sjónvarpinum, men tað var mangan verri, tá ein kom á staðið. Har er nú so nógv hjálparfólk komið, at tey hindra hvør øðrum. Har tørvar sam- skiping. Matur stendur og rotnar úti á gøtuni, og fólk vaskaðu sær við mineralvatni úr fløskum. Eitt eygnavitni greiddi frá, at fyrst kom stórur súður við eini aldu, so nógvur livandi fiskur lá og spraklaði á sandinum, tá tað súðaði út. Fólk vóru ikki greið yvir vandan og tustu oman á sandin at fáa sær nakrar dýra- bærar fiskar. Tá kom fyrst ein og so ein annar brotasjógvur. Fólk skríggjaðu og runnu undan, men nú var ovseint! Túsundtals menniskju doyðu og yvir hundraðtúsund hava mist hús og heim og materielli skaðin er ómetaliga stórur.. Brøðrasamkomur í Phuket, Tailandi Bretski trúboðarin Peter Ferry sigur, at fyrsta neyðhjálparar- beiðið hevur gingið væl. Har eru nógvir læknar og neyðhjálparfólk á ringast raktu økjunum, og nóg mikið er av neyðhjálparútgerð. Hóast fleiri trúgvandi eru í sam- komunum her, so doyði eingin, Fleiri í samkomunum duga enskt, og hava hava hjálpt til sum tolkar. Nógvir menn í samkomuni eru útróðrarmenn. So at siga allir útróðrarbátarnir eru vrak ella mugu fáa stórar umvælingar. Materielli skaðin er stórur. Malaysia Bretski trúboðarin Eric Kirton sigur, at Malaysia varð spart, tí oyggin Sumtra lá fyri og vardi, men Aceh landsparturin er hart raktur. Eisini økini Penang og Lankawi. Føroysku brøðrasam- komurnar skipa eisini fyri hjálp Vegna samkomur av brøðrum í Føroyum átekur føroyski hjálp- arfelagsskapurin Kristniboðs- sambandið, stytt KBS, sær at taka ímóti peningi til neyðhjálp og fáa hann víðari. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við Ec- hoes of Service, sum er hjálpar- felagskapur hjá bretskum brøðratrúboðarum. Hesin felags- skapur sendi góðar 700 túsund krónur beinanvegin, sum teir høvdu tøkar til slík endamál. Kristniboðssambandið hevur konto í peningastovnunum. Merk gávuna: Hjálpararbeiði Asia. Øll í sama báti Í slíkum viðurskiftum verður ikki gjørdur munur á trúgv - hvørki hvør skal fáa hjálpina ella hvørjum samarbeitt verður við undir neyðhjálpararbeiðinum. Sum eg skilji riggar tað í flestu førum, men havi eisini frætt, at onkustaðir eru víðgongdir muslimar, sum ikki brýggja seg um tað. Trúboðarar gera seg eisini galdandi í hjálpararbeiðnum: Trúboðarar millum tey fyrstu á vanlukkustaðnum