fríggjadagur 7. januar 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 5 - 8. januar 2005
Cost-benefit analysan hjá
Bjørn Lomborg raðfestur
øðrvísi enn tey flestu í
sambandi við íløgur í eftir
flóðalduna
RAÐFESTING
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Sermerkti umhvørviseygleiðarin
Bjørn Lomborg, sum í summar
vitjaði í Føroyum, hevur í
donskum fjølmiðlum ávarað um,
at peningurin í sambandi við
endurbygging av Asia skal nýtast
rætt.
Við danska blaðið Politiken
sigur Bjørn Lomborg, at tað er
skilabest at nýta pening til at
tryggja fólki í økinum reint vatn
og berjast móti sjúkum - heldur
enn at gera stórar íløgur í
ávaringarskipanir móti nýggjum
flóðaldum. Tað er tað besta, at
nýti peningin
Hetta er galdandi bæði fyri
pengar, sum koma uttanífrá, og
egnar íløgur.
- Tá tú ert eitt ríkt land, so
hevur tú ráð at keypa nógva
trygd, men tá tú ert eitt fátækt
land, so mást tú raðfesta øðrvísi,
sigur Bjørn Lomborg.
Hann heldur fyri, at flóðaldur
av hesum slagnum henda
ógvuliga, ógvuliga sjáldan, og
tað tískil vildi verið best at nýtt
pening til aðra fyribyrging og
betran av heilsustøðuni hjá fólki.
- Siga vit, at tað hendir ein
tílík flóðalda um øldina, har
150.000 fólk doyggja, so merkir
tað 1.500 fólk um árið. Àrliga
doyggja tríggjar milliónir fólk í
Asia av parasitsjúkum, sum lætt
og bíligt kunnu viðgerðast við
heilivági, um peningurin var
tøkur, sigur Bjørn Lomborg.
Cost v. Benefit
Kjarnin í øllum tí, sum Bjørn
Lomborg og hansara líkar føra
fram, er, at vit skulu meta íløgur,
hjálp og nýtslu eftir, hvat vit fáa
afturfyri. Hvar fæst mest fyri
pengarnar, verður spurt í
costbenefitanalysuni.
Hendan hugsunarhátt eru tað
ikki øll, ið eru eins glað fyri,
men bæði í Danmark og ikki
minst í USA hava Lomborg og
aðrir við hesum hugsunarhátti
góðar dagar.
INNSAVNING
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Annan jóladag 2003 mistu
30.000 fólk lívið í Bam í Iran. Í
Føroyum vórðu 65.000 krónur
savnaðar inn. Tá avtornar verða
kanska smáar tríggjar milliónir
krónur innsavnaðar í sambandi
við flóðalduna í Asia eitt ár
seinni.
Talið er í besta føri ein meting.
Í skrivandi stund nærkast talið
hálvaaðrari millión.
Reyði krossur Føroya legði
35.000 krónur afturat innsavn-
ingini til offruni í Bam, soleiðis
at 100.000 kr. vórðu sendar úr
Føroyum til Iran.
Formaðurin í Reyða krossi í
Føroyum er ikki iva um, hvør
orsøkin fyrst og fremst er, at tað
hesaferð verða innsavnað
munandi meira av peningi.
- Tað er einki at ivast í, at tað
er tí, at fólk eru so væl upplýst.
Tað er alt hetta, sum fólk síggja,
sigur Súni Vinther.
Bam í Iran er meira avbyrgt og
hevur ikki tað sama tætta sam-
band við umheimin og serliga
vesturheimin, sum tað ger seg
galdandi í Asia.
Fyrsta málið var at røkka
milliónini, men tað er væl og
virðiliga farið afturum hjá Reyða
krossi. Sjálvur vil Súni Vinther
ikki seta nakað tal á, hvat hann
roknar við.
- Eg havi hoyrt onnur tosað um
einar 2,5 milliónir, men eg tori
ikki at gita við einari tílíkari
innsavning, sigur Súni Vinther.
Tætt uppá
Fólk koma í hesum døgum kropp
á kroppi til Reyða kross við
peningi, hugskotum og hjálp av
ymsum slag. Tað er einki yvir at
dylja, at vanlukkan í Asia liggur
nógvum fólki nær at sinni í
hesum døgum.
Súni Vinther metir, at tað
hevur stóra ávirkan, at vanlukkan
eisini hevur rakt okkara granna-
lond.
- Hetta, at tað eru so nógvir
svenskarar, sum eru deyðir, er
nakað nógv fólk hava á munni, tá
tey tosa við okkum, sigur Súni
Vinther.
Saman við nógvu upplýsingini,
heldur Súni Vinther, at tað, at
føroyingar kenna vanlukkuna
nær, eru størstu orsøkirnar til, at
føroyingar nýta so nógva orku
upp á júst hesa innsavningina.
Og sigast kann, at føroyingar
lata rættiliga nógv. Ì øllum førum
lata føroyingar meira enn miðal
danin.
Søgurnar eru nógvar - og
stuðlarnir enn fleiri. Eitt nú
koma ein genta, á leið eini 15 ár,
til Reyða kross við helvtini av tí,
hon hevði fingið í føðingardags-
gávu.
Eisini í arrestini í Havn verður
hugsað um tey neyðstøddu í
Asia. Reyði krossur fekk ein
kærkomna peningagávu hiðani.
Og soleiðis kundu vit hildið fram
við at siga frá um fólk, sum gera
sítt til, at Reyði krossur í Føroy-
um kann senda ein munagóðan
stuðul til Asia.
Hjálpin kemur fram
Støðan er sum flest øll vita
ógvuliga vánalig í økinum, har
flóðaldan rakti. Tað eru eisini
sett spurnartekin við, hvørt
hjálpin kemur rætt fram og veru-
liga hjálpir teimum, sum hava
brúk fyri hjálpini.
Tað er Reyði krossur í Dan-
mark, ið umsitur føroyska partin
av innsavningini.
- Vit eru við at taka avgerð
um, hvat peningurin skal nýtast.
Vit eru eisini sannførd um, at
peningurin hjálpir ógvuliga væl,
har hann skal, sigur Súni Vinther.
Í økinum, har flóðaldan rakti,
er stórir trupulleikar við
vegakervi og øðrum infrastruk-
turi, men tað hevur kortini gingið
rímiliga væl hjá Reyði krossi at
koma fram á røttu støðini, sigur
Súni Vinther.
Dag og nátt
Reyði Krossur í Føroyum hevur
eini tríhundrað á limalistanum
yvir gjaldandi limir. Felagið
hevur høli á bryggjubakka, og
tað eru fleiri eldsálir, sum gera
eitt stórt arbeiði til dagligt fyri
Reyða kross.
Í hesum døgum eru tað nøkur,
ið nýta dag og nátt. Onnur nýta
kvøldarnar, summi nýta bæði
arbeiðstíð og frítíð og uppaftur
onnur nýta kvøldini.
Men Súni Vinther heldur seg
fáa nakað afturfyri stríðið.
- Vanliga er tað ongin, sum
leggur til merkis, hvat vit gera.
Hetta seinasta arbeiðið gevur
mær so tað, at sumt av tí, mann
hevur fingist við, gevur bonus,
sigur Súni Vinther.
Formaðurin greiðir frá, at tey
als ikki vóru fyrireikaði til at
skula lyfta eina sovorðna upp-
gávu, men fólk hava verið røsk
at vent sær til teirra, og tað hevur
gingið skjótt at skipa eina
umfatandi innsavning.
Hann skundar sær víðari til ta
næstu uppgávuna, nú vit hava
fingið svarað okkara spurning-
um. Tað ganga helst nakrir tímar
aftur, áðrenn hann sleppur heim.
Serliga telefonnummarnumarið
hjá Reyði krossur er 90 56 56.
Súni Vinther, Reyði krossur:
Upplýsingin ger munin
Stóri áhugin fyri at hjálpa í sambandi við
flóðalduna í Asia skyldast fyrst og fremst, at
fólk eru so væl upplýst, heldur Súni Vinther
Lomborg:
Reint vatn fyrst av øllum