fríggjadagur 7. januar 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 8. januar 2005
33
NAKRAR EYGLEIÐINGAR
Bogi Eliasen
cand.scient.pol
Enn eitt ár er farið og 2005 er
byrjað. Altjóða var 2004 nógv
merkt av krígnum móti yvir-
gangi, og bæði politikkarar og
serfrøðingar tykjast á einum
málið um, at hetta er stórsta
avbjóðingin ídag.
Men so vísti náttúran brádliga
sína miskunnarleysu megi. Ein
harður jarðskjálvti skapti eina
ógvusliga flóðaldu sum skolaði
alt, sum fyri var, burtur. Higartil
verður mett, at eini 153.000 hava
latið lív, ein hálv millión løstað,
og milliónir eru neyðstødd, tí tey
einki stað hava at búgva og
hvørki hava atgongd til etandi
ella drekkandi. Talan er um eina
tað størstu náttúrvanlukkuna í
okkara tíð og Kofi Annan hevur
sagt at hetta er størsta vanlukkan
síðan ST bleiv sett á stovn.
Nógvir norðurlendingar
latið lív
Óvanliga nógv fólk hava latið lív,
um 153.000 og tað er meira enn
vit megna at fata. Tað merkir jú,
at av hesi náttúruvanllukku hava
meiri enn tríggjar ferðir fleiri
fólk enn íbúgvaratalið í Føroyum
latið lív. Økini sum vanlukkan
rakti, hava verið sera væl dámd
ferðamál hjá norðurlendingum,
og ein stórur partur av útlending-
unum sum deyðir eru, eru úr
Svøríki, Noregi og Danmark. Tað
tykiskt ikki, sum um nakar
føroyingur hevur latið lív, ella er
horvin. Men tað at so nógv úr
grannalondum okkara eru tikin,
ger at vanlukkan tykist nærri enn
vanlukkur vanliga eru í Asia.
Eisini var ivamál um onkrar
føroyingar teir fyrstu dagarnar
aftaná vanlukkuna, umframt at
onkur var har vanlukkan rakti.
Samhugin
Føroyingar lata, bæði
alment og privat
ST hevur sett í verk størsta
neyðhjálparátakið nakrantíð og
hevur eisini fingið góða undir-
tøku, men samstundis verður víst
á, at tørvurin er ovurhonds
stórur. Politiska skipanin í
Føroyum hevur avgjørt at lata
neyðhjálp, eins og nógv privat
eisini hava latið nógv. Tað er at
fegnast um, at samhugi er kring
allan heim at hjálpa teim neyð-
støddu, sum hava brúk fyri bráð-
feingis hjálp. Men samstundis er
tað okkara ábyrgd ikki at
gloyma, at neyðin heldur fram
aðrastaðni.
Neyðhjálpin - hvar er hon?
Á sjónvarpsrásum síggja vit
lokal neyðstødd fólk spyrja hvar
hjálpin er, tey hava einki sæð til
hana. ST hevur sjálvt víst á, at
tað er trupult at fáa hjálpina
fram. Eftir mínum tykki er hetta
bæði ein staðfesting av, at tað
ikki so einfalt at hjálpa, tí tað eru
so ovurhonds nógv íð hjálpast
skulu, vegasambandi til fjar-
skotin økir er vánaligt ella skola
burtur. Og nógvir altjóða felags-
skapir hava ikki royndirnar at
samstarva við fólk, felagsskapir
og myndugleikar á staðnum, og
vita heldur ikki hvar og hvussu
hjálpin best skal veitast. Hetta er
stóra avbjóðingin, altjóða
hjálpararbeiði hevur fyri framm-
an. Neyðugt er at skjótt verður
borið at, tí vandin er stórur fyri
álvarssomum umfarasjúkum og
at fleiri av teim ið yvirlivdu
doyggja, tí hvørki vátt ella turt
fæst.
Hví var eingin ávaring?
Vit hoyra javnan um jarðskjálvt-
ar kring allan heim, og at tann
eina ella hin jarðskjálvtastøðin
máldi styrktini klokkan tað og
tað. Hví kom so eingin ávaring?
Kundi eingin roknað út, at ein so
sterkur skjálvti hevði eina
flóðaldu við sær? Støðin, USA
hevur á Hawaii, varnaðist
skjálvtan og ætlaði eisini at
ávarað, men innanfyri økið er
einki samstarv, so har var eingin
at ringja til. Men er tað satt? Var
talan um eina kjarnorkubumbu
hendan vitan var um, hevði
onkur verið at ringt til. Hendan
vanlukkan hevur kravt so nógv
lív, at tað er ikki nøktandi at
siga, at eingin var at ringja til.
Myndugleikarnir í Teilandi vistu
eisini um jarðskjálvtan, men
valdu einki at gera, helst fyri ikki
at skaða ferðavinnna. Men helst
hava teir ikki mett, at nøkur so
stór vanlukka fór at standast av
hesum jarðskjálvtanum.Tá tað er
sagt, so er eingin slík eftirlits-
ella ávaringarskipan á teim raktu
økjunum, men tað kemur tað
helst nú. Indonesia hevur boðað
frá, at tað er farið í holt við eina
ávaringarskipan, sum helst skal
gerast saman við øðrum londum
kring Indonesia, og USA hevur
longu játtað at verða við at
byggja hetta upp.
Tsunami ættarliðið
Nógvar familjur er rivnar sundur
av hesi vanlukku, eins og nógv
hava mist børn, og nógv børn
hava mist foreldur síni. Hetta er
tað, sum skakar okkum mest.
Globaliseraðar alheimsrøkkandi
sjónvarpsrásir varpa ræðuleik-
arnar beint inn til okkara. Sjálvt
um vanlukkan er langt burtur,
skilja vit ræðsluna fyri at missa
børn og ikki minst at doyggja frá
børnunum . ST hevur longu sagt
frá, at ein stór avbjóðing er at
taka sær av foreldraleysu
børnunum, sum ongan góðan
hava og eru í vanda fyri at enda
sum kynsliga misbrúkt. Longu
nú er søgur um, at børn verða
seld fyri 50$, og óttast verður, at
hetta er til barnamisbrúkarar.
Men eisini verður mett, at
foreldur, sum hava mist børn síni
í flóðalduni, keypa sær børn úr
legunum, fyri at koma víðari í
lívi sínum. Hetta er ræðuligt í
sjálvum sær, tí ikki kann roknast
við, at øll foreldur og børn hava
funnið saman aftur enn. Børnini
verða rópt tsunami ættarliðið.
Altjóða hjálparsamstarv
Í allari neyðini er tað gott at
síggja, at altjóða samfelagið ger
nógv fyri at hjálpa, men fleiri
trupulleikar eru tó. Nógvastaðni
kemur eingin hjálp fram. Hetta
kemst bæði av at økini sum rakt
eru, liggja ógvuliga spjadd, at
vegsambandi partvís ikki er til
og at sambandi til fjarskotin økir
ikki altíð eru so góð. Á Sri
Lanka hevur borgararkríggið lagt
sítt haft á neyðhjálpina, meðan
áhaldandi kritikkur er av, at
altjóða hjálpin ikki í nóg stóran
mun brúkar lokalar felagsskapir
og altjóða felagsskapir, sum vóru
á staðnum áðrenn, og sostatt
kenna lokalu viðurskiftini.
Á Sumatra er tað Aceh, sum er
harðast rakt. Har hevur í fleiri ár
verið stríð um loysing, men
henda orrustan er eftir øllum at
døma ikki vovin uppí vanlukk-
una í so stóran mun, og tað
kunnu vit fegnast um. Men
samband er so at siga bert um
eina flogvøllin í høvuðstaðnum
Banda Aceh.
Dálkað vatn
Tá vatn kemur inn í landið, sum
við hesi flóðalduni, dálkast
vanliga vatnið. ST metir at upp
ímóti milliónum ikki hava
atgongd til tað, sum verður mett
sum grundleggjandi tørvur, harav
ein partur ikki hevur annað val
enn at drekka og brúka dálkað
vatn til eitt nú matgerð. Tá so er,
er vandin fyri umfarasjúkum
serliga stórur, sum eitt nú kolera
og diarré, og kann hetta drepa
enn fleiri enn sjálv flóðaldan. Tí
verður nú nógv orka nýtt at fáa
vatn og eisini vatnreinsiannlegg
fram, sum kann veita raktu
økjunum reint vatn.
ST hevur gjørt vart við, at
dálkað vatn rakar barnakonur
serliga meint, tí tær tola minni,
og stórir trupulleikar teirra
standast av at skula eiga undir
tíllíkum umstøðum.
Ferðavinnan
Fleiri av raktu økjunum liva av
ferðavinnu, og tí eru so nógvir
útlendingar millum tey deyðu.
Hetta ger somuleiðis, at arbeiðið
at fáa ferðvinnuna aftur í gongd,
er byrjað, og skamt frá hart raktu
økjunum liggja fólk longu aftur
og sólað sær á strondini.
Børn
Vit hava hoyrt nógv um at
serliga nógv børn eru deyð. Ein
triðingur av teim deyðu eru børn,
verður mett. ST felagsskapurin
UNICEF greiðir á heimasíðu síni
frá, at í raktu økjunum eru 39%
av íbúgvunum børn. Harumframt
verður mett, at børnini í minni
mun enn vaksin, kláradu at halda
sær fast í onkrum, fyri ikki at
verði skolaði burtur.
Tey deyðu
Tá so nógv fólk eru deyð av
einari slíkari náttúruvanlukku, er
heilt vist at fleiri eisini eru
horvin. Nógv lík verða ikki
funnin og nógv onnur eru koyrd í
hópgravir, tí tey kundu ikki bara
liggja og sløðast í nógva
hitanum, umframt vandan við
umfarasjúkum av hesum.
Serfrøðingar royna nú, í tann
mun tað er gjørligt, at kanna tenn
og gen, fyri at eyðmerkja líkini.
Líkini eru longu so illa farin, at
tey ikki kennast á vanliga hátt.
Hetta merkir, at nógv avvarðandi
ikki kunnu fáa vissu fyri, hvat er
hent teirra kæru og heldur ikki
vita hvar ella um tey eru jarðaði.
Bygnaður
Vanlukkuraktu økini er rakt so
meint, at fleiri staðni er at kalla
eingin samfelagsbygnaður. Hetta
gevur samvitskuleysum stórt
rásarúm, m.a. sum nevnt oman
fyri verða børn rænd og seld.
Umframt bráðfeingis tørvin á
mati og vatni, er alneyðugt at fáa
samfelagsskipanir í gongd aftur.
T.d. í Banda Aceh er so stórur
partur av fólkinum farin og
harvið eisini lærarar, at torført
verður at hava skúlagongd fyri
børnunum tey komandi nógvu
árini.
Altjóða fundurin sum var í
Jakarta Indonesia hósdagin,
staðfesti at stórur vilji er í
heiminum at hjálpa. Tað kann
tykjast løgið, og er fallið onkrum
fyri bróstið, at nógv orka skal
brúkast til ein tílíkan fund,
meðan nógv fólk eru í svárastu
neyð og enn ikki hava fingið
bráfeingis neyðhjálp. Men tað er
partur av altjóða skipanini. Tað
eru tey luttakandi londini, sum
mugu taka støðu til um orka skal
brúkast uppá ein slíkan fund, og
so verða við til at hjálpin fram
yvir gerst betri, men við at nakað
av orku verður tikið frá at byrja
við. Men fundurin vísti eisini á,
at Asia er ein týdningarmikil
partur av heimbúskapinum og at
umráðandi er at fáa raktu
samfeløgini í gongd aftur, hetta
eisini fyri at tryggja politiskan
stabilitet.
Vit kunnu so bert vóna, at ein
so stórsligin stuðul til at byggja
alt upp aftur, kann verða tann
jaligi undanvindurin, sum betrar
um alt økið. Her verður m.a.
hugsað um teir trupulleikarnar,
sum hava verið við borgar-
krígnum á Sri Lanka og nakað
sum líkist tí í Aceh. Tað eru jú
ikki miðstaðarøkini í londunum
sum eru hart rakt, og hetta sæst
aftur , tí tað er torført at koma
fram við hjálpini. Tað er tó at
fegnast um, at øll londini eru
samd um at ST skal samskipa alt
hjálpararbeiði, og tað er eitt stórt
fet frameftir í altjóða samstarvi,
soleiðis at sum mest fæst
burturúr hjálpini. USA, sum
vanliga ikki er so fegið um at ST
skal hava ábyrgdina, roynir við
hesum at vísa sína humanu síðu,
eftir at kríggini í Afghanistan og
Irak ikki hava givið USA bestu
ímyndina kring heimin. Bretland
metir at altjóða samstarvsviljin,
sum kom fram á Jakarta
fundinum, er byrjanin til at meira
hjálp framyvir verður sett av til
at menna menningarlondini,
soleiðis at nú er ein gyltur
møguleiki at vit fáa eitt
alheimssamfelag, við ynskjum
ein rættvísari heim. Tað merkir
m.a. at gjøgnumføra "fair trade"
soleiðis at menningarlondini
eisini hava ein møguleika at
menna seg, umframt at læta
pening til til 3. heimin, kanska
uppá sama hátt sum Vestur-
evropa fekk Marshallhjálp eftir
seinna heimsbardaga.
Asiatiska Flóðaldan