fríggjadagur 7. januar 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 5 - 8. januar 2005
sær sum frægast innan fyri
landamarkið. Sambært Jan
Egeland er Somalia ein av
teimum ringastu vanlukkunum,
sum heimssamfelagið hevur
gloymt.
Kongo
Kreppan í Demokratiskia
Lýðveldinum Kongo er gomul.
Morð og forfylging hava verið
gerandiskostur har síðani 1959.
Fleiri ferðir hava hermenn hjá
grannalandinum Rwanda gjørt
innrás inn um markið at jagstra
hutu-hermenn, sum vóru uppi í
fólkamorðinum í Rwanda í 1994.
Ein innrás var í 1998, og hon
endaði við einum fimm ára
longum kríggi, har seks lond
vóru uppií. Tá teir fremmandu
hermenninir fóru avstaðaftur, lá
Demokratiska Lýðveldið Kongo
í sori. Eingin veit við vissu,
hvussu mong mannalív kríggið
kravdi, men flestu metingar
siga, at talan var um fleiri
milliónir, og heldur ikki í dag
kunnu fólk har kenna seg trygg.
ST-aðalfundurinm hevur
umrøtt viðurskiftini í Kongo, og
Kofi Annan, aðalskrivari, hevur
fleiri ferðir síðani sagt seg stúra
fyri gongdini har. ST hevur
10.000 hermenn í Demokratiska
Lýðveldinum Kongo, men teir
eru alt ov fámentir. Kofi Annan
hevur biðið altjóða samfelagið
tvífalda talið, men áhugin hevur
verið so sum so.
HIV/AIDS
Vanliga rokna vit HIV/AIDS
sum eina heilsuvanlukku, men í
veruleikanum er tað ein stór
menningarvanlukka. Kring
heimin eru 42 milliónir fólk
skrásett HIV-positiv, og av
teimum búgva meiri enn 95
prosent í londunum sunnan fyri
Sahara. Har doyggja tíggju ferðir
so mong av AIDS sum av kríggi
og øðrum kreppum. Sjúkan er
eirindaleys og ger ikki mun á
fólki. Tí rakar hon møður, pápar,
lærarar, starvsfólk í heilsuverk-
inum, onnur almenn starvsfólk
og arbeiðsmenn. Avleiðingarnar
eru, at samfelagsbygnaðurin fer
av lagi.
Nú ger HIV/AIDS so nógv um
seg í stórum pørtum av Afrika, at
sjúkan er vorðin ein hóttan fyri
friðin í økinum. Eisini hetta
hevur trygdarráðið hjá ST
umrøtt, og Kofi Annan hevur
eisini sagt seg stúra fyri tí, sum
er í ferð við at henda. Men tað
knípir við at taka tey neyðugu
tøkini.
Kanska fara heimsins
fjølmiðlar ein dag at senda síni
tíðindafólk og myndafólk til
Afrika.
-Vesturheimurin hevur víst eitt óvanligt hjálpsemi í sambandi við flóðalduna í Suðurasia. Í Afrika kann ein
vanlukka krevja líka mong mannalív, uttan at heimssamfelagið letst um vón. (Jan Egeland, neyðhjálparsamskipari
hjá ST.)
-Flóðalduvanlukkan var ein Guðs gerð, ein náttúruvanlukka, sum vit ikki
kundu forða. Men trupulleikarnir í Afrika eru mannaverk. Har doyggja
fleiri milliónir á hvørjum ári, og tað kunnu vit gera nakað við. (Írska
rockstjørnan Bob Geldof, sum í 1985 var høvuðsmaðurin aftan fyri stóra
innsavningarátakið "Live Aid" til frama fyri tey fátæku í Afrika).
Framhald av s. 31
UTTAN ÚR HEIMI