fríggjadagur 7. januar 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 8. januar 2005
31
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Umleið 150.000 mannalív kravdi
flóðaldan í Indiska havinum, og
nógv túsund fólk eru ikki komin
afturíaftur. Tíðindafólk og
myndafólk hava greitt frá tí, sum
hendi og ikki minst tí, sum hendi
aftaná. Allastaðni eru fólk til
reiðar at veita hjálp til eitt átak,
sum uttan iva er tað størsta av
sínum slagi síðani seinna heims-
bardaga.
Men hetta eigur og má ikki fáa
okkum at gloyma tey mongu
túsundtals, ja milliónir av
menniskjum, sum líða neyð aðra-
staðni í heiminum, annaðhvørt
tað so er orsakað av kríggi,
hungri, turki ella øðrum. Tí ein
sannroynd er tað, at síðani annan
jóladag hava vit lítið og einki
frætt um viðurskiftini hjá hesum
neyðstøddu.
ST vil vera við, at umleið 17
prosent av fólkinum í teimum
fátæku londunum líða neyð, tí
tey fáa ov lítið at eta. Rætt er
tað, at hagtølini siga okkum, at
talið á fátækum í heiminum er
minkað úr 30 prosentum av
heimsins íbúgvum í 1990 í 23
prosent í dag, men somu hagtøl
vísa eisini, at talið á fátækum
londum er vaksið í sama tíðar-
skeiði, soleiðis at tey nú eru 54 í
tali. At talið á fátækum fólki er
minkað kemst av tí stóra
búskaparvøkstrinum í Kina, sum
hevur gjørt, at 150 milliónir
kinesarar eru slopnir burtur úr
fátækradøminum, men í teimum
afrikonsku londunum sunnan fyri
Sahara-oyðimørkina eru viður-
skiftini hjá teimum fátæku lítið
og einki batnaði, og í fleiri
vesturafrikonskum londum er
fátækradømið størri nú enn fyrr.
Tað er heldur ikki bara fátækra-
dømið, sum nívir. Okkum nýtist
bert at nevna Sudan, Somalia,
Uganda, Kongo ella Kekenia.
Sudan
ST hevur lýst kreppuna í
sudanska landspartinum Darfur
sum ta ringastu humaniteru
kreppuna í heiminum í dag. Tað
byrjaði við ófriði í februar í
2003, tá ymsir uppreistrarbólkar
gjørdu seg inn á myndugleik-
arnar, og úrslitið varð, at bæði
stjórnarhermenn og tey tiltiknu
Janjaweed-liðini fóru at gera seg
inn á sivilfólkið. Ágangurin
hevur tikið umleið tvær milliónir
fólk frá húsi og heimi, tey flestu
av afrikonskum uppruna, sum
tey arabisku Janjaweed-liðini
hava rikið burtur, meðan
sudanska stjórnin hevur sitið og
hugt at. Umleið 70.000 hava
latið lív í áganginum.
Har suðuri í Sudan hava
uppreistrarmenn ligið í stríði við
stjórnarherin síðani 1955
burtursæð frá einum tíggju ára
longum steðgi. Í fjør eydnaðist
tað at fáa partarnar at semjast,
men kortini er ikki friður enn.
Hetta kríggj hevur kostað umleið
hálva triðju milliónir mannalív,
og fleiri hjálparfelagskapir hava
lýst tað sum fólkamorð. Um alt
Suðursudan liggja bygdir og býir
í oyði.
Somalia
Tey seinastu tjúgu árini hevur
somaliska fólkið liðið undir
kríggi, ótta, fátækradømi og
hungri orsakað av borgarakríggi.
Meðalaldurin er 47 ár. Har
suðuri í landinum hava børnini
ikki gingið í skúla seinastu
fjúrtan árini, tí har eru eingir
skúlar longur. Har eru heldur
eingi sjúkrahús. Myndugleiki er
eingin, eingin stjórnarherur,
eingin løgregla og einki
dómsvald. Men flóttafólk í
hundraðtúsundatali. .
Norðmaðurin Jan Egeland,
sum samskipar øll neyðhjálpar-
tiltøk hjá ST, hevur sagt, at av
teimum sjey milliónunum, sum
búgva í Somalia, eru meiri enn
350.000 fólk flýdd av landinum,
og onnur 400.000 royna at bjarga
UTTAN ÚR HEIMI
Í skugganum av flóðalduni
Í morgin eru fjúrtan dagar, síðani allur heimurin vendi eygunum ímóti
londunum við Indiska Havið, men tað, sum hendi har, má ikki fáa
okkum at gloyma øll hini, ið líða neyð hvønn dag.
Hendan smágentan var ímillum fleiri hundrað, sum vórðu rikin úr heimbygdini í Darfur fyri tveimum mánaðum síðani
Mynd: Reuters
Framhald á næstu síðu