fríggjadagur 7. januar 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 5 - 8. januar 2005
Tá byrjað verður uppá eitt nýtt
ár, glíða tankar okkara aftur til
tað árið, ið júst er fari. Vit royna
at finna útav øllum tí góða sum
vit hava upplivað í tí farna ári.
Alt skal nullstillast áðrenn byrja
verður uppá eitt nýtt ár. Tað
ræður um at úrslitið sær so gott
út sum gjørligt, fyri at vit skulu
verða nøgs við tað farna Og
kanska fyri tey flestu okkara er
tað galdandi at árið 2004 var eitt
eyðnuríkt og gott ár.Tað kundi
uttan iva verið betur á summum
økjum, men samanumtikið, eitt
eyðnuberandi og gott ár.
Men so kemur dagurin, hin
dapri Sunnudagurin, hin 26.
desember 2004, 2.jóladagur, sum
kámar burtur alla gleði, alt nøgd-
semi, alt tað eyðnuberandi. Ein
dagur sum altíð vil verða ein
dagur sum kemur at standa í
søgu og hugaheimi okkara. Tann
oyðileggjandi og drepandi flóð-
aldan sum hendan morgunin
rakti Indonesia, Sri Lanka, India,
Thailand, Somalia, Burma,
Maldivene og enntá ein part av
Afrika hevur skakað allan
heimin og fyllt okkum øll við
sorg, við ræðslu ja við hjálpar-
loysi og vónloysi. Og milliónir
av menniskjum standa spyrjandi:
Kann lívið nakrantíð blíva tað
sama eftir henda sorgarleik?
Okkara tankar eiga tí í dag, og
allar teir komandi dagar, vikur
og mánar serliga at verða vendir
til hesi lond og serliga til øll
teirra sum so meiningsleyst og
brutalt hava fingið síni lív broytt
ígjøgnum líðing, tap og deyða
eisini í grannalondum okkara. Í
grundini er eisini okkara lív
broytt ígjøgnum henda sorgar-
leik. Tí hetta kemur at seta síni
djúpu spor í alt heimssamfelagið
í mong ár framyvir. Eingin av
okkum, sum hava sæð og upp-
livað hetta kann strika hetta úr
minninum so leingi vit liva her á
fold. Henda hending hevur skapt
og vil skapað ótta og ræðslu. Og
vit standa veruliga spyrjandi:
Hvat er meiningin?
Er hesin sorgarleikur ein liður
í Guðs ætlan? Er hetta Guðs
meining og Guðs vilji? Sum
kirkja mugu vit her verða týðilig
tá vit svara slíkum tungum og
álvarsomum spurningum. Og
svarið má ljóða: Nei, tað er ikki
Guðs ætlan!! Nei, tað er ikki
Guðs vilji og Guðs meining at
hesin sorgarleikur skal fara
fram!! Tí tað er ein røð av
samanhangandi orsøkum sum
seta hesa náttúruvanlukku í verk.
Bíbliunnar Guð er ikki ein Guð
sum situr í høga himli og trýstir
á ein knøtt fyri at fáa slíkar oyði-
leggjandi ólukkir til at henda!!
Men tó er tað sætt, at ikki fellur
spurvur til jarðar uttan at Guð
tað veit! Guð veit um tað sum
hendir og er tilstaðar í tí løtu eitt
menniskja fer innum deyðans
myrku gátt..Tíverri verður hetta
ørindi ofta bæði lisið og útlagt á
ein skeivan hátt. Tí mong vilja
verða við at tað stendur: Ikki
fellur spurvur til jarðar uttan
Guðs vilja! Men soleiðis stendur
ikki skriva. Tí mugu vit sam-
stundis siga eitt rungandi JA!
Ikki til at tað er Guðs vilji og
meining, men til at Guð er
tilstaðar og nærverandi tá
hesin sorgarleikur gerst veru-
leiki og tekur tað sum hent er
inn í sína ætlan við okkum
menniskjum!! Eitt rungandi
JA, til at Guð tekur lut í
sorgini, í ræðsluni, í hjálpar-
loysinum, í óvissuni sum valdar
manna millum og sum skapar
eitt stórt tómrúm í menniskj-
ans tilveru. Tí hin Almáttugi
Guð grætir við teimum grátandi,
syrgir við teimum syrgjandi og
er tilstaðar í tí lívsstøðu tey øll
og vit øll eru í, sjálvt um vit eru
Kristin, muslimar, buddhistar
ella hvat vit eru. Henda veruleika
mugu vit sum kirkja halda fast
um í hesum døgum og verða
týðilig uppá! Tí siga vit at hetta
er Guðs góði vilji og meining, so
eru vit falslærarar og ótrúgvir
tænarar!
Í hesi truplu og tungu tíð sum
vit eru í og koma at verða í tað
komandi longu tíðina er tað
okkara uppgáva sum kirkja og
sum kristin fólk at verða við til
at skapa "trúgv, vón og ljós í
myrkrinum", soleiðis at hvørki
mótloysið ella vónloysið vinnur
frama og far fastatøkur á menn-
iskjanum!
Standandi á gáttini til eitt nýtt
ár, má tað verða hetta sum er
tann berandi kraftin í teimum
komandi tíðunum!
Árið, ið fari er hevur sett síni
spor okkara millum. Sjálvt um
mong vilja siga, at hetta er eitt
eyðnuríkt og berandi ár fyri tey,
so er tað 1000-tals av menn-
iskjum, ja kanska milliónavís av
menniskjum ið vilja siga, at 2004
altíð vil verða eitt dapurt ár í
lívvsøgu teirra. Hetta er árið
hvar tey hava mist sín hjúna-
felaga, sín pápa, sína mammu,
sítt barn ella síni børn. Ja, hetta
er árið sum tey helst vilja
gloyma skjótast gjørligt, um tað
letur seg gera!
Og standandi á gáttini til eitt
nýtt ár, eru tað eisini 1000-tals
menniskju í framvegis bíða eftir
svari, og sum tí vita, at 2005
ivaleyst ikki vil verða eitt nýtt og
eyðnuberandi ár fyri tey. Tí hvat
er hent teirra mammu, pápa,
hjúnaðarfelaga, syni ella dóttur,
familjulimi, vini og kenningum.
Hvørji boð verða borðin teimum
í tí nýggja árinum? Verður tann
ella tey sum tey sakna funnin
aftur í øllum ruðuleikanum sum
valdar? Og um tey verða funnin,
í hvørjum líki? Livandi, særdur
ella deyður?
Standandi í hesum sorgarleiki
og veruleika er tað gott at vit
sum kristin kunnu siga, at tað er
eitt navn sum aldi blikna og
slítist ei av tíðar tonn, og tað er
Jesu navnið. Tað er navnið sum
ber av øllum og sum ongantíð
broytist
Tí eingin lívsstøða vit
menniskju kunnu koma í er so
trupul, at ikki Jesus skilir hana
til fullnar. Tí hann er við okkum
- hann sær tørv okkara og veitir
okkum tað styrkið sum okkum er
tørvur á fyri at koma víðari í
lívinum.
Hann livir ikki lívið fyri
okkum, men ynskir at ganga
lívið saman við okkum. Hann
lærir okkum at liva. Hann slóðar
gøtuna og vísir okkum vegin vit
skulu ganga. Á hvørjum degi í
lívi okkara vil hann verða har vit
eru.
Hann hevur tað at geva, sum
hvørt einstakt menniskja tráar
eftir. Hann eigur tann mátt sum
kann endurreisa og endurnýggja
menniskjuna. Hetta eigur at geva
okkum vón og troyst nú vit
standa á gáttini til eitt nýtt ár,
sjálvt um sorgarleikurin í tí
Indiska havinum hevur fest seg í
hugaheimi okkara og sett sín
myrka dám á tilveru okkara teir
seinastu dagarnar.
Lat okkum tí í tí nýggja árinum
hava Jesus við á lívsleið okkara,
soleiðis at navn hansara kann
verða tað navn sum vit halda
fram har vit eru stødd og at navn
hansara er tað sum vit finna kraft
og styrki í. Við hesum vil eg
ynskja tykkum øllum eitt
eyðnuberandi og gott nýggjár í
Jesu navni
Ikki Guðs vilji, ikki Guðs ætlan,
men Guð er við!
Prædika í Christians-
kirkjuni nýggjársdag
Bøn í sambandi við støðuna í Suður Asiu:
Vit biðja fyri øllum teimum sum eru rakt av tí stóru náttúruvanlukku í tí Indiska
havinum.
Vit biðja serliga fyri teimum sum deyð eru, fyri teimum særdu og teimum sum
sakna eru. Vit biðja fyri familjum teirra, vinum og kenningum. Veit styrki og kraft
til teiira sum líða. Stuðla teimum sum bíða í óvissu og vak við teimum syrgjandi.
Vit biðja eisini fyri teimum sum hava mist alt tað tey áttu, fyri øllum teimum
sum ikki hava atgongd til reint vatn og nakað til matna og sum tí eisini eru hótt av
drepandi sjúkum.
Troysta tey vónleysu og troysraleysu og tak tey í tína varðveitslu.
Vit biðja fyri øllum børnunum, fyri teimum sum særd eru og deyð eru, fyri
teimum børnum sum hava mist annan ella bæði av foreldrum sínum. Verð tú verja
hjá teimum hjálparleysu.
Vit biðja fyri bjargingarliðum og heilsúmyndugleikum, fyri teimum sum flyta
neyðhjálpar vørur inn í neyðstøðuumráðið. Gev teimum kreftir og styrkið.
Vit biðaj fyri myndugleikum og hjálparfelagsskapum, ja fyri øllum teimum sum
vilja hjálpa. Lær okkum øll til at takað hond um tey líðandi við teuimum
møguleikum vit hava.
Skapað tú Harri trúgv og ljós í tí myrkrinum sum valdar. Gev vón í øllum
vónloysi. Endurnýggja og endurskapa títt skapannarverk og síggj í náði og kærleika
til øll menniskju. Amen.
Hans Eiler Hammer, prestur