Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-07, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 8. januar 2005 29 Sjónarmið hjá Ron Crocham í stuttum Nógv stór lond geva pinkulondum menningarhjálp fyri at vinna tey á teirra síðu og fáa tey at atkvøða fyri tí tey vilja hava framt í altjóða felagsskapun. Tað finnast umleið 40 altjóða felagsskapir (WHO, UNESCO o.s.fr.) sum verða stýrdir við atkvøðum úr limalondunum. Eitt land - ein atkvøða. Hvussu kann eitt land fremja síni áhugamál í hesum felagsskapum? Jú, við menningarhjálp at vinna onnur lond á teirra síðu. Her koma smátjóðir inn í myndina, tí tað er lættari og nógv bíligari at ávirka eitt pinkuland sum Tonga, enn eitt risastórt land sum India. Eitt nú hevur Japan veitt nógva hjálp til Tonga, fyri at fá teir til at atkvøða fyri hvalaveiðu í Stillahavinum. Kina hevur veitt Tonga hjálp, so teir ikki viðurkenna Taiwan í FN høpi. Sjónarmiðið hjá Ron Crocahm er, at einasta orsøkin til at vit ikki síggja hetta fyribrigdið í Føroyum, er, at Danmark tekur sær av uttanríkispolitikkinum og at Føroyar tí ikki hava nakra atkvøðu í altjóða felagsskapum. Vit hava stutt sagt onga atkvøðu at selja. Um Føroyar fáa fullveldi ella yvirtaka uttanríkispolitikkin og harvið fáa atkvøðurætt í altjóða felagsskapum, so vilja fleiri lond knappliga vísa áhuga fyri okkara landi og hava okkurt "projekt" í Føroyum. "Eg eri vísur í, at íslendingar hava skilt hetta", segði Ron Crocham. leiðsluna og tað sama vildi Korea. Japan sendi eina delega- tión vid 8 monnum til hvørt einasta land í Stillahavinum og Asia og royndu at yvirbevísa tey um at velja teirra mann, ístaðin fyri mannin hjá Korea. Tað sama gjørdi Korea." "Sjálvandi segði eingin bart út, at teir komu fyri at keypa at- kvøður. Ístaðin fyri søgdu teir, at teir komu fyri at vita, um tað var nakað teir kundu gera fyri at menna heilsuverkið. Og sum altíð fingu ráðharrarnir og konur teirra fríar ferðir til Japan og Korea". Onkuntíð plaga teir at siga við ein ráðharra, at teir hava brúk fyri hansara ráðgeving, tí hann er so vísur og týdningar- mikil fyri teir og bjóða honum á eina ferð til teirra land. Hví heldur tú at teir hava brúk fyri hansara "ráðgeving"? Jú tí so kunna teir geva honum eitt klekkiligt konsulentgjald. Áðrenn hann atkvøður – sjálvandi. Í Føroyum hava tit ikki sæð hetta fyribrigdið, tí tit ráða ikki yvir uttanríkispolitikkinum sjálvir. JC: Kemur hetta eisini fyri her á Cook Oyggjunum? RON: Sjálvandi JC: Men Cook Oyggjarnar hava jú ikki fullveldi? Ron: Tað er rætt, men Cook Oyggjarnar eru við í øllum hinum felagsskapunum: ASEAN Development bank, WHO, UNESCO, FAO. Hatta eru virðis- miklar atkøður. Um Cook Oyggjarnar vildu inn í FN, so høvdu vit ikki havt stórvegis trupulleikar við tí. JC: So hvat heldur Cook Oyggjunum aftur? RON: Tað er ein spurningur um pengar. Tað kostar landinum umleið $5 mio. um árið at fara inn í FN. Tú mást hava ein ambassadør, og eini ambassadør- hús í New York fært tú ikki fyri minni enn 3 - 4 mio. $. Tú mást hava eina skrivstovu. Ein ambassadørur má eisini hava chaufførar, bilar, skrivstovufólk, hetta og hatta, og tú má skipa fyri coctailpartys. Tað er øgiliga kostnaðarmikið. Og eingin lurtar eftir nøkrum í FN allíkavæl. Tað verður bert lurtað eftir USA, Kina og teimum stóru londunum. Tú var bilsin yvir at onnur lond eru so áhugað í Cook Oyggjunum. Ein av orsøkunum er sum sagt, at Cook Oyggjarnar hava atkvøðurætt í altjóða felagsskapum. Og tað eru ein rúgva av altjóða felagsskapum. Eingin sigur beinleiðis, at tey vilja keypa okkara atkvøður og eingin viðgongur at tað er so. Men tær bíligastu atkvøðurnar eru tær frá teimun lítlu londun- um. Um tú vilt ávirka India – harragud. Ella Mexico. Tað hevði kostað øgiliga. Annaðhvørt í menningarhjálp, rættindi í sambandi við sam- ráðingar ella við at geva teimun onkran fyrimun aftur fyri teirra atkvøðu fyri tað tú vil. Tær mest virðismiklu atkvøð- urnar eru tí tær frá teimum smáu londunum, tí fyri smáar íløgur kanst tú fáa tey til at broyta meining. JC: Gongur hetta fyri seg aðrastaðni enn í Stillahavs- oyggjunum? Ron: Sjálvandi. Tað er søgan í Caribien, tað er søgan í Indiska havinum. Og eg eri vísur í, at íslendingar skilja hetta. JC: So tú heldur, at í tí løtu, Føroyar byrja at taka sær av sínum egnu uttanríkisviðurskift- um, so verður alt annaðleiðis? Ron: Ja, øll vildu roynt at komið inn. JC: Hvussu hevði tað ávirkað Føroyar? Hotellini vildu skjótt verið full, tí øll lond vildu sent teirra embætismenn í uttanríkismálum at vitja tykkum og vísa áhuga í tykkara viðurskiftum. Um tit gerast ein tjóð við fullveldi, so vildu allir altjóða felagsskapir viljað havt eina verkætlan í tykkara landi. Og tað ber við sær, at fólk koma inn og út, og pengar skulu nýtast til projekt o.s.fr. JC: Eitt, sum hevur hildið føroyingum aftur í at slíta frá Danmark og blíva sjálvstøðug tjóð er, at teir eru bangnir fyri at missa blokk stuðulin. Ron: Hví? JC: Tí um Føroyar slíta, so er eingin orsøk hjá dønum at stuðla føroyingum fíggjarliga longur. Ron: Hví ikki? JC: Tí so er vit ikki ein partur av Danmark meira. Ron: Ofta økist stuðulin úr móðurlandinum, eftir at landið tekur fullveldi. JC: Hvat er teirra motivation fyri at gera tað? RON: Fyrst og fremst, so vildi Danmark havt tvær atkvøður í altjóða felagsskapum. Um Før- oyar eru tætt knýttar at Danmark, so kundu tit atkvøtt saman í flestu viðurskiftum. Spurningarnir byrjaðu at rapla úr mær, men áðrenn eg visti av, vóru meir enn tveir tímar farnir og eg hevði lovað Ron Cro- combe, at samrøðan ikki fór at taka alt ov nógva tíð. Men nú var tíðin flogin avstað og Ron var næstan ikki til at stegða aftur. So tað var kanska ikki so galið kortini. Eg dittaði mær at seta seinasta spurningin. JC: Um vit nú ímynda okkum, at tú var settur av landsins myndugleikum í Føroyum og teir spurdu teg, hvat fer at henda, um føroyingar gerast sjálvstøðugir? Hvat hevði tú svarað? Ron: Eg veit ikki. Eg veit ikki nokk um samanhangin-kontextin har uppi hjá tykkum. Eg kenni ikki allar faktorarnar, sum spæla inn. Hvør hevur brúk fyri tykkara fiski? Hvør hevur tørv á tykkara (militær) strategiska øki? Hvør hevur brúk fyri tykkara atkvøðurætti og fyri hvat? Alt hatta má man vita. Eg takkaði Ron fyri hansara tíð og leitaði mær aftur inn á hotellið. Endiliga byrjar tað heila at fella uppá pláss. Atkvøðurættur í altjóða felagsskapum var svarið. Tað var ein av meginorsøkunum til, at Kina hevði víst Tonga so nógvan áhuga. Nú skilti eg, hví kinesiski umboðmaðurin í Tonga hevði svarað mær við einum spurningi. Við at geva menningarhjálp til pinkulond í Stillahavinum, hava kinverjar vunnið sær fleiri lond sum ikki gótaka Taiwan í FN. Hann royndi ikki at tosa uttan- um, sum eg í fyrstani helt. Tvørturímóti hevði hann svarað mær so direkta, sum diplomatur nú einaferð yvirhøvur kann gera. Hvør veit, kanska fara vit at síggja kinverjar á Sornfelli aftur fyri ein nýggjan flogvøll? Og hvør veit, kanska fara vit at dúva upp á menningarhjálp, ístaðin fyri blokkstuðul einaferð í fram- tíðini? Ja, hvør veit. r fyri ein nýggjan flogvøll? nd í stórpolitiskum leiki Ron Crocombe, Professor Emeritus á Pacific University á Cook Oyggjunum