Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-07, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 5 - 8. januar 2005 VIKUSKIFTISKRONIKKIN Jens Christian Justinussen, Montreal, Canada Ímynda tær, at føroyingar knappliga bjóðaðu kinverjum at yvirtaka radarastøðina uppi á Sornfelli? Hon skal jú kanska takast niður allíkavæl. Afturfyri kundu vit fingið fría atgongd til kinesiska marknaðin ella kanska okkurt slag av menningarhjálp. Til dømis tekniska hjálp av onkrum slag. Teir hava jú hóast alt megnað at skotið eina mannaða rakett út í rúmdina. Tað hevði nokk fingið ameri- kanarar, bretar og ikki minst danir at vaknað. Danir høvdu kanska verið nógv lagaligari til næstu forhandlingar um blokk- stuðulin. Tann knappa milliardin, sum danir senda upp til Føroyar at venda hvørt ár, hevði neyvan havt so nógv uppá seg meir. Um ikki annað, so hevði tað gjørst meira greitt, hvat tað var danir gjalda fyri. Hetta kunnu føroyingar ikki gera, tí vit ráða ikki yvir uttan- ríkispolitikkinum. Gott tað sama, heldur onkur sikkurt. Men í Stillahavinum liggur Tonga, eitt oyggjaland, sum á meistarligan hátt hevur megnað at spælt stórveldini upp í móti hvørjum øðrum og á henda hátt vunnið sær nógvar búskaparligar fyrimunir. Undir kalda krígnum vóru tað USA og Sovjetsam- veldi. Men nú Sovjetsamveldið er farið í søguna, eru tað Kina og Taiwan, sum kongurin í Tonga hevur spælt upp ímóti hvørjum øðrum. Og enn einaferð á við heilt fittum vinningi. Í hesari grein endurgevur Jens Christian Justinussen eina sam- røðu, hann hevði við Ron Crocombe, Professor Emeritus á Pacific University á Cook Oyggjunum, um fullveldi, menningarhjálp og stórveldi. Ron Crocombe tosar júst um, hvussu hesin leikur fer fram í nøkrum av pinkulondunum í Stillahavinum. Spyr meg ikki, hvussu eg var endaður í Tonga, mitt í Stilla- havinum. Men tað var eg altso. Og nu sæt eg inni á tí kinesisku ambassaduni og prátaði við ein kinesiskan umboðsmann. Eg varð bjóðaður inn í eitt stórt rúm. Høgt var til loftið og veggirnir vóru prýddir við alskyns kines- iskum málningum og kinesiskum teknum, sum eg ikki skilti nógv av. Við hurðina stóð ein yvir- dimensioneraður vasi og á borðinum var dekkað upp við kinesiskum postalíni. Meðan vit prátaðu, kom ein kvinna innar og skonkti okkum grønt te. Fyri fimm árum síðan var júst henda ambassadan, ja sami bygningur, ein taiwanesisk ambassada. Men so avgjørdi kongurin í Tonga at blaka Taiwan út og bjóða kinesisku stjórnini inn. Kina takkaði við at geva konginum ein landrovara, amfibiulandgongufar og fleiri útviklingsprogramm vórðu sett í verk fyri at økja um tekniska og økonomiska samstarvið millum Tonga og Kina. Eisini varð tosað um hernaðarligt samstarv; eitt nú vitjaði ein kinesiskur generalur í landinum. Eg spurdi kinesiska umboðs- mannin, hvørji áhugamálini hjá Kina vóru í Stillahavinum og serliga í Tonga. Hann svaraði mær við einum spurningi: "Kennur tú til tað kinesisku støðuna til Taiwan?" Ja svarðaði eg, eg visti at Kina ikki viðurkendi Taiwan sum eitt sjálvstøðugt land og at teir metti Taiwan at vera en part av Kina. Eg má viðganga, at ikki heilt skilti hvussu hansara spurningur var eitt svar uppá mín spurning um teirra áhugamál í Stillahav- inum og eg helt, at hann royndi at tosa uttanum. Ikki fyrr enn vikur seinni, tá vit komu til Cook Oyggjarnar, gekk tað upp fyri mær, hvussu beinrakt hann í veruleikanum hevði svarað mær. Cook Oyggjarnar hoyra til New Zealand og skipanin minnur ikki sørt um okkara heimastýris- skipan. Bert tann munur, at teir hava yvirtikið uttanríkispolikkin og kunnu sostatt forhandla við tey lond teir vilja og gera millumlanda avtalur sum teir vilja. Fyri nøkrum árðum síðani spurdi kinesiska stjórnin, um tað var var nakað teir kundu gera fyri Cook Oyggjarnar. Stjórnin á Cook Oyggjumum svaraði, at teir høvdu brúk fyri einum nýggjum dómhúsi. Tað var í lagi, svaraðu kinverjar. So varð farið í gongd við at finna rætta sniðið og skjótt stóð eitt kinesiskt arbeiðslið í Raratonga klárt at fara í gong við byggjaríið. Tá húsið er liðugt, verður lykilin handaður stjórnini og í framtíðini kemur húsið at standa sum eitt symbol uppá "vinasambandið" millum Cook Oyggjarnar og Kina. Fleiri onnur lond eru eisini til staðar á Coock Oyggjunum. Japan, Korea og Canada hava øll onkra menningarætlan koyrandi. Eisini Europæiska samveldi plagdi at veita menningarhjálp, men tók seg aftur fyri nøkrum árum síðani. Á Cook Oyggjunum møtti eg Ron Crocombe, sum er profess- ari á South Pacific University. Hann er serfrøðingur í uttan- ríkispolitikki í Stillahavinum og hevur granskað og skrivað nogv um hesi evni. Eg ringdi til hann og segði at eg var úr Føroym og spurdi um hann hevði tíð til eitt stutt prát. "Tú ert tann fyrsti, eg nakrantíð havi tosað við, sum kemur úr Føroyum. Kom fram við í morg- in klokkan 10:30", svaraði hann. Tað var ikki so lætt at finna fram, tí vegurin, har hann búði hevði einki navn. Tað var næstan sum at siga "Uppi í Garði" ella hjá Fíu í Mykinesi". Tað vita jú øll hvar er. Øll tyktust at kenna Ron Crockham so við at spyrja meg fram fann eg hansara hús og áðrenn eg visti av sat eg undir einari parasoll í havanum hjá honum. Ron var fryntligur og konan skonkti mær kaffi, meðan hønurnar runnu beini. "Hvat vilt tú" spurdi Ron knappliga. Eg greiddi honum frá at hetta var fyrstu ferð, eg var í Stillahav- inum og at eg var bilsin yvir at síggja so nógv lond nærmast kappast um at veita menningar- hjálp. Fátækadømi finnst ikki her, eingin gongur svangur, øll hava tak yvir høvdið og fólk koyra í japanskum bilum. Eg hevði onga neyð sæð nakrastani. Tvørturímóti er tað ein alment viðurkendur trupulleiki, at fólk eta ov nógv, eru ov feit og ikki fáa nokk av motion. Av tí sama eru hjartasjúkur, blóðtøppar og sukursjúka nógv útbreitt. Eisini var eg bilsin av at Kina gav so nógva menningarhjálp. Hetta helt eg vera serliga løgið, tí Danmark gav Kina menningar- hjálp. So fyri mær sá tað út sum um tey stóru londini kappaðust um at sleppa fram at at veita menningarhjálp. Tað var eisini eyðsæð, at motivini ikki kundu vera at hjálpa einum landi úr neyð og elendigheit. Tí har var eingin neyð og elendigheit. Nei, her var okkurt heilt annað á vási. Hvussu ber tað til, at so nógv lond kappast um at veita menn- ingarhjálp her í Stillahavinum? RON: "Jú nógv lond kappast um at geva menningarhjálp. Um tað eru nógvir pengar, veit eg ikki. Tað avhongur av, hvat tú heldur vera hóskandi at geva í menningarhjálp. Tann einasta grundin til at tú ikki sær hetta fyribrigdið í Føroyum, er at tit eru ein partur av Danmark. Danmark tekur sær av tykkara uttanríkispolitikki og tí fáa tit ikki menningarhjálp úr øðrum londum". "Um tit tóku tykkum av tykk- ara egna uttanríkispolitikki, so vildu fleiri lond knappliga vilja givið tykkum menningarhjálp". "Menningarhjálp snýr seg fyrst og fremst um at tiltrekkja at- kvøður í altjóða felagsskapum. Av tí at Danmark tekur sær av tykkara altjóða umboðan, hava tit ikki nakrar atkvøður at selja. Um tit ístaðin høvdu fullveldi, ella sjálvir tóku tykkum av tykkara uttanríkispolikki, so vildu einir 40 altjóðafelagsskapir frá Verðinsbankanum, FN, WHO, UNESCO, ILO, FIO til Altjóðaa Post Sambandið bankað á tykk- ara dyr. Hesir felagsskapir verða stýrdir við atkvøðum úr lima- londunum. Lond vilja tí samla atkvøður til at fremja teirra áhugamál í felagsskapinum". JC: Tað er altso ikki bara lima- skapur í FN sum gevur einum landi atkvøður? RON: "Allir altjóða felags- skapir, meiri enn 40 felagsskapir, hvar FN bert er ein av teimum. Tak til dømis WHO. Londini atkvøða um, hvør skal vera leiðari av felagsskapinum. Japan og Korea hava kappast um at fáa sín mann inn. Smátjóðir kunnu ikki bjóða seg fram, tí tær hava ikki ráð til tað lobbyvirksemi, sum er neyðugt fyri at fáa sín mann inn. Men Japan vildi hava Kinverjar á Sornfelli aftur – Frásøgn um pinkulon