Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juni 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 115 - 22. JUNI 1999 tíðindablaðið = = = Le] Havi bæði bein- ini á jórðini — Tað var heilt ótrúliga løgid, tå eg uppdagaði, at eg hevði vunnið. Eg trúði tí ikki. Eg ringdi fleiri ferð til kiosk Vár í Runavík fyri at fáa tólini, og eg ringdi eisini til eina vin- konu í Danmark. Og síðani havi eg havt trupult at sovið, sigur Janus Uldall, sum leygardagin gjórdist millíóningur Danland SVEINUR TRÓNDARSON Fyri fyrstu ferð nakrantíð eydni iðist tað einum føroy- ingi at vinna høvudsvinn- men i Lotto og vinnarin var Janus Uldall å Skåla. Ein kona i Nordoyggjum vann góða hálvaaðru milli- ón á heysti í 1997, men tað var í Viking Lotto, sum er eitt annað spæl. Janus hevði tað hepnið. sum skuldi til, og hóast tað hevur gingið meiri enn trup- ult hjá honum at fáa blund í eyguni síðani leygardagin, so leggur hann ikki stór- vegis í tað, tí framyvir kann hann sova munandi róligari. — Eg fati tað ikki. Eg havi rist á hondunum líka síðani leygardagin og eg geri tað enn, sigur Janus Uldall. — Eg ringdi til kiosk Vár í Runavík og fekk tølini. Siðani setti eg meg at kanna øll rødini, sum eg hevði, og tey vóru nógv. Tá eg upp- dagaði, at eg hevði røttu tøl- ini, ringdi eg út aftur fyri at tryggja mær, at tølini vóru røtt, og tað gjørdi eg fleiri ferðir. Eg haldi tey hildu meg vera í ørviti, sigur Jan- us. Men líka hjálpti. Hann heyði enn trupult at fata at rætt var. So hann gjørdi ikki mætari enn at ringja til eina vinkonu í Danmark og bað hana siga sær tølini - og enn einaferð fekk hann sjón fyri søgn. Tølini hann hevði, vóru tey røttu, og tey samsvaraðu við tey sum stóðu í rað nummar 303. Tey tølini sum z merktu, at hann er vorðin millióningur Taki tað róligt Men hvat ætlar nýggi milli- óningurin so at brúka pen- ingin til? — Tað havi eg ikki hóming av enn, sigur Janus. — Eg plagi ikki at brúka pening í eyst og í vest, og soleiðis verður tað eisini framyvir, leggur hann aft- urat. Janus Uldall sigur kortini so mikið, at hann ætlar sær at brúka ein part av vinn- inginum til at gjalda fyri húsini, hann eigur á Skála. Hvat hann fer at brúka restina til, veit hann ikki enn. Tað er alt ov nýtt, hetta við øllum milliónunum. — Dansk Tipstjeneste hev- ur boðið mær ókeypis fløg- urådgeving, og tí tilbodnum ætli eg mær at taka av, sigur danin, sum gjørdist føroy- ingur burturav. — Hóast tað er trupult í dag, so er eingin ivi um at eg framyvir fari at hava bæði beinini á jørdini, sigur Janus Uldall. Skalt tú ikki hava nýggjan bil, ella skalt tú ikki út at ferðast, nú tú hevur vunnið so nógv? — Nei, nei. Eg veit einki enn. Fyrst av øllum må eg fata, at eg havi vunnið, sigur vinnarin smílandi. Treivst betur í Føroyum Søgan um Janus Uldall er annars tann, at hann er føddur dani, men flutti til Føroya í 1962. Her varð hann búgvandi til hann saman við familj- uni flutti til Danmarkar í 1975. Men hann treivst ikki í sínum gamla móðurlandi. Hugurin stóð til Føroyar, og tá hann, sum er útbúgvin rørleggjari, fekk arbeiði á Skála Skipasmiðju í 1985, flutti hann inn á Skála. Og har hevur hann verið síðani. Hóast skipasmiðjan lá still í eitt drúgt tíðarskeið, so varð hann verandi á Skála, og sum skilst, so trívist millióningurin bara væl. — Eg flutti inn á Skála, tí at eg fekk arbeiði her, og hóast tað var eitt sindur tor- ført, tå skipasmiðjan lá still, so hevur tað gingið kortini, sigur Janus. Um milliónirnar fara at gera, at hann fer at trívast betur, skal ikki sigast, men Janus veit í ollum førum, at hann hevur til dagliga breyðið nakrar dagar fram í hvussu er. — Sum sagt, so ætli eg mær at liva liv mítt sum eg havi gjørt higartil. Eg havi ongantíð flogið so serliga høgt, og tað fari eg heldur ikki at gera framyvir. Men tað er eingin loyna, at lívið verður lættari at liva, sigur Janus Uldall. 1 vika í frítíðaríbúð Noreg Pers Hotel í Gol Ivikai .. summarhúsi Hetland Easterhoull Chalets Ivikai summarhusi vid 7 daga innivist á hotelli í dupultkamari 411986, DanCenter summarhus Ivikai . summarhusi 11,657,- 8240, 87 slands Edda a: 4 31, Hotellini fyri h A. Sig Í 8 Flú USD Bam Tórshavn - Hanstholm og Á - Vágar ella hin vegin P 4 2 ()- fyri an SMYRIL LINE Tel 31 59 00 Hetta er seðilin, sum gjørdi Janus Uldall til fleirmillióning leygardagin. Og á kúlun- um, sum komu úr trumluni hjá Dansk Tipstjeneste stóð 4,5, 17, 26, 27, 30 og 31 (Mynd: Jens Kristian Vang)