Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juni 1999síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Jógvan A. Johannessen, fyrrverandi lógtingsmaður: tíðindablaðið &/AVeæ MS 25 > A-G Vit fara málsliga við fukandi ferð út av eggini - Utvarp og sjónvarp hava ómetaliga stórt árin á málið, tí øll leggja til merk- is tað, ið sagt verður. Ansa vit ikki eftir málinum, missa vit tað, og tí er tað mín áheitan á hesar stovnar, um at vanda sær betur um málið, sigur Jógvan A. Johannessen TURIÐ KJØLBRO Tá ið eg hoyri, hvussu okkara móðurmál verður framborið í útvarpi og sjón- varpi, øtist eg við hvort við, hvussu tað er farið út av Føroyskt hevur fýra føll og trý kyn, men eitt nú nøvn verða ikki bend og kynini verða bronglað hvert um annað. Tað eru serliga tey yngru tíðindafólkini. lagi ílið. Tí er tað mín á heitan. at hesi betur um vanda sær málið, tí tey hava stóra åvirkan og harvið ábyrgd, sigur Jógvan Adolf Johannessen, ið hevur verið fólkaskúla- læran í ein mansaldur. Til so ometaliga seinasta løgtingsval var hann løgtingsmadur og lim- ur i løgtingsins mentamåla- nevnd. Hví stødan er so vorðin, veit Jógvan A. Johannessen ikki, men hann heldur, at ein orsøk kann vera, at fleiri av tíðindafólkunum hava verið leingi í útlondum og har gloymt tað, tey hava lært heima - Ella hava tey fingið ov vánaliga frálæru í skúla- num. Móðurmálið er høv- uðsgreinin í skúlanum og móðurmálið er tað vit skulu nýta í frålæruni í ollum lær- ugreinum. Tað nyttar lítið at hava ein góðan lærara í móðurmálinum, um hinir lærararnir ikki nýta eitt gott mál, tí tað er frálæran, hvussu málið verður fram- borið, sum stendur eftir. - Tað er sáddur ein lítil ivi um frálæruna á teim hægru lærustovnunum. Har hugsi eg um Læraraskúlan fyrst og fremst. Tað eigur at vera sjálvsagt, at allir lær- ararnir duga móðurmálið væl. Annað er rætt og slætt ov galið. Spurningurin er, um krøvini til lærararnar eru ov lin. Bronglað I orðaskiftinum, ið kom í kjalarvørrinum av broyting- unum i fólkaskúlalógini, var stór ósemja um, í hvørjum flokki frálæran í donskum skuldi byrja. Og Jógvan A. Johannessen dylir ikki fyri, at hann var ein teirra, ið mælti til, at frálæran skuldi byrja í fjórða flokki. - Spurningurin er heilt greitt, um tað ikki ávirkar móðurmálið, at næmingar longu í triðja flokki fáa frá- læru í einum fremmanda máli. Um danskt byrjaði eitt ár seinni, hevði tað styrkt barnið í móðurmálinum. Stødan var kortini verri fyrr, tí tá byrjaði frálæran í donskum í fyrsta flokki og so seinni í øðrum flokki. Jógvan A. Johannessen metir, at fremmandu orðini, ið slødast í málinum, eru niðurbrótandi fyri málið - Vit hava góð, stutt og nøktandi orð fyri ymiskt, NR. 115 - 22. JUNI 1999 Jógvan A. Johannessen er varin við at siga, um serlig króv skulu setast málnýtsluni í útvarp- og sjónvarpinum. - Tað er upp til Føroya Løgting, men tað átti í grundini at áligið hvórjum einstókum stjóra sær sum ein heilt nátúrligur partur av arbeiðinum, at kravt av starvsfólkunum, at tey vanda sær væl um málið. Mynd: Alvur Haraldsen har fólk eru farin at brúka onnur, ofta donsk orð. Havi lagt til merkis, at fleiri siga annaðleiðis í staðin fyri ødr- vísi. Utvarp og sjónvarp hava ómetaliga stórt árin á málið, øll leggja til merkis tað, ið sagt verður. Tað er ødrvisi við bløðunum, ti málið har ávirkar ikki í lika stóran mun sum tað talaða málið. Hinvegin er málið í nýggju útvarpsrásini upp aftur verri, og eg ivist stór- liga í, hvussu rætt tað var at geva leyst. Vit eru bara 45.000 fólk, ið tosa før- oyskt, og vit mugu ansa eftir málinum alla tíðina fyri, at tað ikki skal doyggja út Hetland, sum er á stødd við okkum, hevur mist sítt mál, og á hvørjum ári missa små- ar tjóðir sítt mál. So vit hava í grundini nógv at ansa eftir. - Nógv av teirri gomlu mentanini er farið, og eitt fólk, sum ikki hevur egið mál og egna mentan, er ein fátæk tjóð. Geva vit heilt leyst og lata málið flóta sum onnur gera, fara vit skjótt av eggini málsliga. Gongd- in nú er ikki heppin og eg eri ræddur fyri, at um stutta tíð hava vit eitt bronglað føroyskt mål við nógvum ísletti úr øðrum málum. Nógv orð, sum hava verið vanlig, eru longu farin. Glo- baliseringin tekur dik á seg, kunningartøkni og harvið enska málið ávirka eisini, og verri verða vit stødd málsliga. Eitt er vist, og tað er, at skúlin stendur fyri stórum avbjóðingum í fram- tíðini, tá ið tað snýr seg um undirvísingina í móðurmál- inum. Ikki skúlað Jógvan A. Johannessen er varin við at siga, um serlig krøv skulu setast teim al- mennu og privatu útvarps- og sjónvarpsrásunum, tá ið tað snýr seg um málnýtslu. - Tað er upp til Føroya Løgting, men tað átti í grundini at áligið hvørjum einstøkum stjóra sær sum ein heilt nátúrligur partur av arbeiðinum, at kravt av starvsfólkunum, at tey vanda sær væl um málið. - Hinvegin kunnu vit seta spurnartekin við, um For- oya Løgting kann krevja, at fjølmiðlarnir vanda sær um málið, tá ið vit hoyra, hvussu tingfólk fara við málinum. Tað er øgiligt. Tey eru ofta tey fyrstu við at koma við Oføroyskum orð- um og orðafellum á tingsins rødarapalli, sum vinna hevd. Nógv eru ikki nóg væl skúlað hesum viðvíkj andi, eg sigi ikki, at tey skulu verða tað, men tey hava eina skyldu til at vanda sær betur um málið. Tað al- menna eigur at ganga und an, har tað almenna ræður Vit síggja umborð á Strand- faraskipunum, at skelti standa á donskum og ensk- um, men ikki á føroyskum Tey áttu fyrst og fremst staðið á føroyskum, og síð- ani á hinum málunum. Skilir tú, at ungfólk halda, at føroyskt kann tykjast sum ein spennitroyggja við- hvort? - Nøkur orð eru óneyðuga tung. Tey ungu vilja hava tað ødrvisi og lættari, og vilja eftir øllum at dóma heldur brúka danismur heldur enn góð og nýtilig føroysk orð, sum altíð hava verið í málinum. Og and- søgnirnir ya í málinum. Tá ið vit spyrja fyrrver- andi fyrstalæraran í Skopun, løgtingsmannin og for- mannin í mentamålanevnd løgtingsins, um tað nyttar nakað at gera vart við hesi viðurskifti, vendir hann tí við, og spyr, hvat tað nyttar at lata standa til. - Eg eri ikki altíð sam- sintur við málreinsarunum, men ofta hava hesir rætt, tá ið teir ávarða ímóti gongd- ini í málinum. Og eg óttist veruliga, sigur Jógvan A. Johannessen. Stór norðurlendsk fram- sýning letur upp í dag Á framsýningini taka listafólk úr trettan londum lut TURIÐ KJØLBRO Í dag 22. juni letur fram- sýningin Nordisk Grafik- Stafet 1999 upp á Fyns Grafiske Værksted. Henda stóra norðurlendska fram- sýningin vísir fram tað sein- asta nýggja frá grafiskum verkstødum í Onglandi, Ir- landi, Skotlandi, Grønlandi, Føroyum, Íslandi, Noregi, Sveríki, Finnlandi, Est- landi, Letlandi, Litava og Danmark. Kl. 19.30 letur fyrsti parturin av framsýningini upp á Danmarks Grafiske Museum, á Brandts Klæði- verkstaði í Odense. Tað vera Jørgen Lund, formaður í mentanarráðnum í Odense, Jan Boye, formaður í ment- anarnevndini, og Birgitte Lykke Madsen, samskipari av verkætlanini, ið lata framsýningina upp. Kl. 20.30 letur næsti part- urin upp í framsýningar- bygninginum fyri Kunst og Design, Filosofgangen 30 í Odense. Villy Petersen frá Fyns Grafiske Værksted let- ur framsýningina upp, og Duo Nordlyd stendur fyri tónleikinum. Kl. 21.30 letur seinasti parturin av hesi norður- lendsku framsýningini upp. Talan er her um limafram- sýningina hjá Fyns Grafiske Værksted, og formaðurin á verkstaðnum, Steffan Herr- ik letur framsýningina upp. A framsyningini vera 200 nýggj grafisk listaverk at síggja. Framsýningin verður at síggja fram til 18. juli. Listafólk úr trettan lond- um taka lut á stóru norð- urlendsku framsýningini, sum letur upp í dag