týsdagur 22. juni 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 115 - 22. JUNI 1999
tíðindablaðið
Akrar og Lopra ynskja loysing
Fólk á Økrum og í Lopra eru farin at savna inn undirskriftir fyri at loysa frå Sumbiar Kommunu og sleppa undir
Vágs Kommunu
JOHN JOHANNESSEN
Ein bólkur av fólki á Økrum
og í Lopra hevur tikið stig
til at savna inn undirskriftir
fyri at loysa frá Sumbiar
Kommunu. Tey ynskja
heldur at vera partur av
Vágs Kommunu, hóast
skattaprosentid har er mun-
andi hægri enn í Sumbiar
Kommunu.
Høvudsorsøkin til, at fólk
á Økrum og Lopra ynskja
at ríva seg leys úr Sumbiar
Kommunu er, at tey eru 6-
nøgd við viðferðina, ið tær
báðar smábygdirnar fáa frá
bygdaráðnum. Tey siga, at
meirilutin í bygdaráðnum
als ikki hevur áhuga fyri
hvat fyriferst í hesum báð-
um bygdunum, og arbeiða í
staðin bert fyri borgarunum,
ið búgva í Sumba. Hetta
siga tey vera galdandi, bæði
hvat viðvíkjur virksemi,
skúla og øðrum.
Eina aðra orsøk siga tey
vera, at lítið og einki arbeiði
er í kommununi, og torført
er at fáa arbeiði í Vági, um
fólk ikki eru limir í Vágs
Kommunu. Tí hevur onkur
einstakur longu tikið stigið
og meldað seg úr Sumbiar
Kommunu, fyri heldur at
vera limur í Vágs Komm-
unu og sostatt fáa arbeiði.
Minniluti
Hóast tey eru nøkur á Økr-
um og í Lopra, ið eru ógvu-
liga Onøgd við at vera í
kommunu saman við
Sumba, tykist ikki vera
meriluti fyri at ríva seg leys
úr kommununi. Higartil
hava bert 32 av teimum um-
leið 155 íbúgvunum skrivað
undir áheitanina um at loysa
frá Sumba. Stigtakararnir
vóna, at onkur afturat fer at
skriva undir, men teir vænta
tó ikki, at meiriluti verður
fyri loysingini.
Skapar klovning
Jacob Vestergaard er
bygdarráðsformaður í Sum-
biar Kommunu. Hann býr
sjálvur á Økrum, men hann
tekur ikki undir vid fram-
ferðini, ið loysingarsinnaðu
borgarar hansara sýna.
Hann sigur, at hann alla-
tíðina hevur verið fyri at
kommunusamanlegging, og
heldur tað tískil vera eitt
gott hugskot at leggja Sum-
biar Kommunu saman við
Vágs Kommunu. Men hann
heldur ikki, at tey, ið hava
tikið stig til at savna inn
undirskriftir skapa sam-
band, hann heldur, at tey
Altið vælkomin
Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági, sigur, at Lopra
og Akrar eru vælkomin í Vágs Kommunu, men hann fer
ikki at leggja seg útí nakað innanhýsis stríð í Sumbiar
Kommunu
JOHN JOHANNESSEN
— Eg havi altíð hildið, at
allur fjørðurin eigur at vera
saman undir einari komm-
unu. Tí eru Akrar og Lopra
altíð vælkomin í Vágs
Kommunu, sigur Jógvan
Krosslá. Hann leggur tó
dent á, at um talan er um
eitt stríð í Sumbiar Komm-
unu, har Sumba er á aðraru
síðuni og Akrar og Lopra á
hinar, so fer hann als ikki at
leggja seg út í tað. Men um
fólk hava hug til at gerast
limir í Vágs Kommunu, eru
tey vælkomin.
Stríð um arbeiði
Jógvan Krosslá sigur seg
ikki vita um, at fólk á økrum
og í Lopra eryu farin at
savna inn undirskriftir um
at loysa frá Sumba, fyri síð-
ani at gerast partur av Vágs
Kommunu. Menn hann sig-
ur, at stríð um arbeiði helst
hevur gjørt, at fólk ynskja
at gerast limir í Vágs
Kommunu. Jógvan Krosslá
sigur, at í sambandi við last-
bilakoyring hevur manna-
gongdin verið tann, at last-
bilar úr Vági eru tiknir
frammum lastbilar úr ødr-
um kommunum, tá talan
hevur verið um arbeiðir í
Vági. Tískil er tað hent, at
lastbilar úr Sumbíar Komm-
unu ikki eru slopnir til ar-
beiðis í Vági, og tí hevur
onkur ynskt at gerast limur
í Vágs Kommunu í staðin
fyri í Sumbiar Kommunu.
Men hann veit tó ikki, um
hetta er ein av orsókunum
til, at fólk á hinum arminum
av firðinum ynskja at koma
upp í part saman við Vágs
Kommunu.
Eingin trupulleiki at
rekja
Býráðsformaðurin í Vági
sigur, at um tað verður so,
at Akrar og Lopra gerast
limir í Vágs Kommunu, so
fer tað ikki at vera nakar
trupulleiki at røkja hesar
báðar bygdirnar afturat Nesi
og Vági. Hann heldur, at so
mikið nógv fólk búgva í
Jógvan Krosslá, býráðs-
formaður í Vági
teimum báðum bygdunum,
at skattargrundarlag skuldi
verið fyri at røkt hesar báðar
bygdirnar eins væl og Nes
og Vág.
At enda sigur Jógvan
Krosslá, at fólk av Økrum
og úr Lopra eru vælkomin
at gerast limir í Vágs Kom-
munu, men hann leggur
dent á, at hetta er ein av-
gerð, tey sjálvu mugu taka.
Hann fer ikki at noyða nakr-
an í kommununa.
tvórturímóti skapa klovn- sigur bert, at eingin hevur
ing. verið inni hjá sær og heitt á
Annars hevur bygdar-
ráðsformaðurin onga aðra
viðmerking til málið. Hann
hann um at skriva undir
Ferð til Prag við 12. manni og
Atlantic Airways!
Airways fyri eykað ferð til Prag i 1 viku í døgunum 5. - 12.
Gist verður á 4" hotellinum interhotel Olympik og er
kostnaður fyri flogferð, innivist og atgongumerki til dystin
Fyri hvønn í duputtkamar
Kr. 6.425,-
Fyri hvønn í einkultkamari
Kr. 7.300,-
: Bøm undir 14 år saman
. Kr. 3.665,-
Afturat prismum koma terbaavgjølk
»3 møguligar utredsiur | sambar«
við busfiutinig frá fogvølinum
Prag til hotel og retu
Ferðn skal blleggjast hjá Aflant
Í Airways, tel 333 900. lokal 242
243 ella 244
Atlantic Airways