Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juni 1999síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið NR. 105 - 20. JUNI 1999 Jørgen Nørgaard, sum starvast i danska orkumálaráðnum hevur veirð limur í Oljuráðleggingarneyndini øll árini, og nú Ráðgevarabólkurin avloysir ta nevndina, verður Jørgen Nørgaard eisini vid. Her er hann saman vid Petur Joensen frå Oljumáladeildini. Rådgevarabolkur settur at fyrireika 1. utbjoding Føroyskir oljumyndugleikar hava nú tikið enn eitt stig víðari á leiðini móti veruligari oljuleiting. Eyðun Elttør, landssstýrismaður í oljumálum hevur sett fimm arbeiðsbólkar at fyrireika 1. útbjóð- ingarumfar. Og mánadagin í farnu viku var fundur í Havn í sjålvum Ráðgevarabólkinum, sum skal standa fyri fyrireikingararbeiðinum . Á fundinum var eisini landsstýrismaðurin í oljumálum JAN MÚLLER Settir verða íalt fimm bólk til taka sær av fyri- ni. Ein bólkur skal av, hvar borast kann r olju. Tad snyr seg um tey økini, ið skulu vera við fyrsta útbjóðingarumfar- inum. Síðani skal ein bólkur taka sær av tí búskaparliga partinum. Ein skal hava á- byrgd av trygd og um- aka sær av tí vinnupolitiska t ge fimt bólkurin dina 5 o OaruprT SK Ráðee DJOIK Si i o OT T } 7 int »g Nnevu verið eði TY eik n higartil Tað er Eyðun Elttør, landsstýrismaður, sum setir út í kortið uppgávurnar, meðan Herólvur Joensen, leiðari á Oljumåladeildini er leiðari í bólkinum og samskipar harvið arbeiðið Tilsamans 12 fólk eru í Ráðgevarabólkinum, sum fer at fáa nógv at gera komandi tíðina. Sambart tíðarætlanini skal tilfarið til fyrstu útbjóðing verða klárt til í heyst og innan ta tíð aðrir tættir í sam- ignum hoyrast, eitt nú skal fiskivinnan koma við viðmerkingunum tl teigarnar, skulu teir sum verða bodnir út í fyrsta umfari. Eyðun Elttør, landsstyris maður i oljumålum segði við útvarpið hósdagin, at Ráðgevarabólkurin skal gera alt tað grundleggjandi arbeiðið, soleiðis at útbjóð- ingartilfarið liggur klárt í prentaðum líki fyrst í komandi ári. Uppskot í samband við treytir og serskatting skulu leggjast fyri løgtingið fyrst í oktober og skulu eisini samanhaldast við tær lógir, sum longu eru samtyktar í Arni Olafsson, sum hevur havt fullar hendur av arbeiði, meðan samráðst var um markið, skal nú aftur arbeiða við spurningum, sum snúgva seg um oljugongdina í Førovum. Hann er við í Ráðleggingarbólkinum, sum landsstýrismaðurin hevur sett til at fyrireika 1. útbjóðing. Mynd jan ÞYSTKVOLD løgtinginum. Tá tilfarið, sum snýr seg um treytir í sambandi við teigarnar og mangt annað liggur klárt fyrst í ár 2000 ári fara nakrir mánaðir at ganga, til oljufeløgini koma við sínum boði, og eftir tað skal Oljumáladeildin so eisini hava tíð til at taka stóðu til innkomnu tilboð- ini. Hetta merkir, at olju- feløgini um umleið eitt ár vita, hvar tey sleppa at bora við Føroyar. Sosialurin skilur, at fleiri av teimum, sum verið hava í Oljuráðleggingarneyndini eru eisini í Ráðleggingar- bólkinum, teirra millum Jørgen Nørgaard frå danska orkumálaráðnum og Arni Olafsson, ið var formaður í Oljurådleggingarnevndini øll årini, til fyrrverandi løgmadur koyrdi hann frå, ti hann burturav skuldi røkja marknamålid. Eisini fólk frå danska jardfrødiliga stovn- inum GEUS eru við í Ráð- leggingarbólkinum. Sum tað skilst, so verður tað mett at hava stóran týdning fyri arbeiðið at hava Arna Olafsson við aftur í arbeiðinum. Við sínum nógvu royndum og sínum dugnasemi kann hann stuðla umsitingini á ymsan hátt. Meðan hann var í Oljuráðleggingarneyndini arbeiddi hann nógv við tí partinum, sum hevði við fíggjarligar treytir at gera, tvs. bæði skatt oa. Tað verður tí serliga hetta hann kemur at arbeiða við. Sosialurin skilur annars, at onnur, sum í fyrsta umfari eru við í Ráðleggingarbólk- inum eru m.a. Klaus Ras- mussen og Karin Tofte- gaard. Væleydnaðar seismiskar kanningar við Føroyar JAN MÚLLER Kanningarnar vóru sera væleydnaðar og nú leggja vit so síðstu hond á at gera tilfarið klárt til oljufeløgini Hetta sigur Allan Boulder, hjá seismikkfelagnum Geco Pracla í Noregi. Kanningarnar hann sipar til vórðu gjørdar á føroyska landgrunninum í mai. Talan er um ein kanning, sum Geco Pracla sjálvt hevur tikið stig til og fíggjar, men eisini oljufeløg hava ynskt at fáa tilfarið. Allan Boulder sigur, at teir vóru Ometaliga hepnir við veðrinum og øllum, tá teir skutu seismikkin. Teir fingu skotið alt tað teir høvdu ætlað og sær tilfarið eisini sera gott út, tað teir hava hugt eftir higartil. Tað var eitt russiskt seismikkskip, sum gjørdi kanningarnar. Talan er um 2000 kilometrar av data, sum er tikið upp eftir bert einum mánaði, og tað er sera gott. Brúktur var ein sokallaður „,singlestreamer“ uppá 12 km, sum er gjørdur nettup til føroyska land- grunnin við sínum tjúkka basalti. Slíkur er ikki brúkt- ur við Føroyar áður. Hetta er rættiliga framkomin ar- beiðsháttur og eitt stig vid- ari frá teimum kanningum, sum felagið gjørdi við Føroyar í fjør við tveimum skipum. Endamálið við at brúka nýggjar arbeiðshættir og teknikk er at kunna síggja betri gjógnum ba- saltið. Allan Boulder dugir ikki at siga, nær tilfarið er klárt til at lata oljufeløgunum, men tað er so gjørt við tí fyrstu útbjóðingini í hyggju og verður tí helst koyrt á marknaðin seinni í ár. Kanningarnar eru gjørdar frá nýggja markinum í eystan og sunnan fyri og síðani inn móti landi. Geco Prakla hevur loyvi at gera seismiskar kann- ingar við Føroyar fram til 24. februar ár 2000. Fleiri onnur feløg hava eisini forkanningarloyvi. Eitt er PGS, hvers loyvi gongur út 10. august í ár, og sum eisini snýr seg um seismikk. Veritas DGC hevur eisini loyvi at skjóta seismikk til 14. februar ár 2000. Síðani hevur eitt nýtt felag júst fingið forkanning- arloyvi vid Føroyar. Tað er Bell Geospace Limited i Aberdeen. Loyvid er frå 6. juni og gongur út 6. juni år 2000. Hetta felagid ætlar sær at gera eitt ødrvisi slag av seismiskum kanningum enn tad, sum higartil er roynt å føroyska landgrunn- inum.