týsdagur 22. juni 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 115 - 22. JUNI 1999
tíðindablaðið
13
0. : . :
e-mail: emilasosialurin.fo
Lesið eisini
ítróttin á
internetinum
www.sosialurin.fo
Andrew av Fløtum roynir
at sleppa undan Jan Peter-
sen, men toftamenn vóru
treiskir og fingu eitt stig við
sær inn á Toftir aftur
Mynd: Alvur Haraldsen
óvæntaða avrikið higartil
Fótbóltur: Klaksvíkingar slitu seg leysar av hin-
um oddaliðnum, og vágbingar vóru enn eina
ferð satt vónbrot
Besta fótbóltsdeildin gong-
ur framvegis í tveimum
bólkum. Í botninum eru
sumbingar, sum í Runavík
stóran part av 2. hálvleiki
bara vóru tíggju og fram
móti endanum níggju spæl-
arar, framvegis stigaleysir.
Tvey av hinum báðu liðun-
um, sum royna at renna
undan niðurflytingarspók-
ilsinum, hittust á Vágseiði,
og har mundi tað kennast
sum steinur oman á stsóru
byrðuna, sum vágbingar
hava lagt á seg sjálvar, at
teir ikki megnaðu at fáa oll
trý stigini frå sandoyingum.
Komandi sunnudag skal
VB til Sumbiar, og tað er
ikki við síðuna av at rokna
við, at uppgåvan ta ferðina
sær øgiligari út, enn hon
undan vikuskiftinum sá út,
tá vágbingar bíðaðu eftir
sandoyingum.
Klaksvíkingar fremstir
Eftir at tað í fleiri umfør
hevur staðið stavn um stavn
í fremstu rød, eydnadist tað
hesa ferðina KI at slíta seg
leyst frá hinum liðunum.
Klaksvíkingar syrgdu sjálv-
ir fyri sínum parti av upp-
gávuni, tá teir fyri fyrstu
ferð í átta ár á heimavelli
vunnu landskappingardyst
móti B36.
Fótbóltsspælið hjá klaks-
víkinum er framvegis ikki
tað, sum teir spælararnir, ið
manna liðið í ár, áður hava
víst, at teir megna, men tað
eru nógvar fyritreytir, sum
skulu ganga upp í eina
hægri eind, um tað skal
eydnast at vinna fótbólts-
dystir og stig og harvið
oddasessin, og í løtuni tykist
tað sum um KI er tonna
frammanfyri nógv av mót-
stødulidunum, tá tað ræður
um treysti, skjótleika og
kropsliga styrki, og tá hetta
ber sigrar og stig við sær, ger
tað eisini, at sjálvsálitið,
sum er so týdningarmikið,
er í topp.
Hin orsøkin, til at KI
slapp frá hinum liðunum,
var, at B68 fór úr Gundadali
og inn aftur á Toftir við
javnleiki móti HB í viðfor-
inum. Í fyrsta umfarinum í
landskappingini taptu
toftamenn 5-0 í Klaksvík.
Síðani tá hevur gingið stød-
ugt framá, og hjá B68 við-
haldsfólkunum var tað ikki
púra óvæntað, at tað eydn-
aðist at fáa stig við úr Gun-
dadali, har B68 áður hevur
fingið so nógv stig.
Toftamenn
samanspældir
HB og B68 hittust tíðliga í
ár í einum venjingardysti í
Gundadali. Ta ferðina vann
HB 7-0, og tað mundi vera
við avrikinum hjá tofta-
monnum í tí dystinum í
huga, at útvarpið undan
fyrsta umfarinum í lands-
kappingini metti styrkina
hjá B68 at vera so mikið
jánkasliga, at liðið var upp-
lagt evni til niðurflyting.
Nú eru toftamenn, sum
hava megnað at saman-
spælt brasiliumenn, havnar-
menn og toftamenn til eina
góða eind, millum evnini til
heiðursmerki. Tað eru gøtu-
menn eisini, og hesi bæði
liðini hittast longu í annað-
kvøld á Svangaskarði.
Gøtumenn eru ivaleyst
troyttir av longu ferðini nið-
ur til Bosnia, men tað er
lagt upp til eina spennandi
løtu á Toftum.
Higartil í landskappingini
hava flestu úrslitini verið
akkurát sum roknað hevur
verið við. Urslitið í Gunda-
dali sunnudagin minnir
okkum á, at bólturin fram-
vegis er rundur, og at tað
framvegis ber til hjá teim-
um smáu at taka stig frá
teimum stóru.
Sunnudagin skal HB til
Sands, og KI skal til Fugla-
firðar. Við allari virðing fyri
bæði B71 og IF kunnu vit
ikki annað enn rokna HB
og KI sum greiðar favoritt-
ar. Botndystin í Sumba ber
illa til at meta um. og so er
spurningurin, hvussu tað fer
at gangast, tá NSI skal í
Gundadal móti B36 at end-
urtaka sigurin, sum teir fyrr
í ár vunnu móti HB. = jh