týsdagur 22. juni 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sessi.
NR. 115 - 22. JUNI 1999
Agangandi klaksvíkingar
foru við ollum móti B36
tíðindablaðið
B36 megnaði ikki at koma undan, tá teir við nógv skerdum liði skuldu
verja stigið, teir høvdu við norður til Klaksvíkar
Veðrið í Klaksvík batnaði
støðugt sunnudagin. Fyrra-
partin var eitt sindur vátt og
eitt frískt høgættarlot. Tað
sleit í undan toppdystinum,
og tá stríðið var lokið, fór
sólin at skína. Onkur fekk
tað til, at hetta boðaði frá
ljósari tíðum hjá KI, sum
við 3-2 sigrinum á B36 legði
seg tvey stig framum øll
hini.
Og í síðsta enda kann tað
væl fara at vísa seg, at tey trý
stigini, sum vórðu vunnin
móti B36 sunnudagin 20.
juni, fara at vera kærkomin.
KI hevur ikki vunnið lands-
kappingardyst á heimavglli
móti B36 síðani í 1991. Ta
ferðina hevði 3-0 sigurin
sera nógv at siga, soleiðis at
meistaraskapurin ikki end-
aði í B36, men í Klaksvík.
Skerdir og framfýsnir
B36 hevur nógv fólk at taka
av, men sum dysturin leið
var tað týðuligt, at fyri
fyrsta floks spælarar er tað
ikki lætt at seta eykamenn
inn. Jákup á Borg og Jens
Kristian Hansen vóru ikki
nóg væl fyri at vera við,
Bjarni Prior var leikbann-
aður, og so var tað steinur
oman á byrðu, at sentrali
verjukendi miðvallarin,
Djóni N. Joensen, noyddist
at fara av vøllinum mest
sum beinanvegin, tí hann
koykti fótin illa.
Harvið gjørdist tað leik-
luturin hjá Ronnie Samuel-
sen saman við Tomislav Siv-
ic og Jan Guttesen at standa
fyri miðspælinum, meðan
Carl Høgnesen, sum fyri
tveimum árum síðani gjørdi
nógv um seg í Klaksvík á
vongverjanum í høgru, i út-
gangsstøduni ætlaðist at
hava framrættaðan leiklut.
Øssur Hansen var ytstur í
vinstra borði, og nógv tað
mesta av álopsspælinum hjá
B36 var myndað í hesum
borðinum. Landsliðsmað-
urin var betri upplagdur,
enn hann hevur verið nakr-
antíð fyrr í ár. Ossur legði
nógvar neyvar bóltar til lið-
felagarnar, hann hevði
myndugleika at sneiða mót-
stødumenn av, og so heyði
hann fleiri vandamiklar
royndir móti málinum, t.d.
tvey sera nøsk frispørk.
B36 legði fyri sum eitt
ódnarveður. Teir fluttu seg,
funnu væl hvønn annan, og
onkra ferðina var vandi á
ferð, men eingin var í brots-
teiginum at stýra tvørbålt-
unum í kassan, og tá fyrra
umfarið var hálvrunnið,
misti B36 yvirvágina, og hó-
ast teir framhaldandi sýndu
fótbóltsspæl, sum í minsta
lagi var av sama klassa, sum
tað, ið heimaliðið vartaði
upp við, so var tað sjónskt,
at arvurin var tungur at
lyfta eftir lyklaspælararnar.
Ágrýtnir klaksvíkingar
Tað er eyðsýnt, at klaksvík-
ingar eru sera væl fyri. Teir
kunnu renna sólina svarta,
og tá teir høvdu fótað sær
og so at siga tunað liðið inn
á mOtstødumenninar, so
fingu teir í B36 ikki frið at
spæla. Klaksvíkingar lógu
tætt í mótstóðumonnunum,
teir taklaðu sannførandi, og
teir royndu at vera skjótir í
vendingini, tá teir høvdu
fangað bóltin. |
Hesa ferð var KI i einari
meiri ella minni 3-4-3 út-
gávu. John Hansen tók sær
mest av Egili Zachariassen,
sum endiliga fekk møgu-
leikan í B36 álopinum, og
Andrzej Pacek elti fyri tað
mesta John Petersen, ið enn
eina ferð var stóra drívmeg-
in í álopsspælinum hjá B36.
Marek Wierzbicki spældi
við innbundnari hond.
Hann var framrættaður
miðvallari. Kanska var tað
hondin, sum darvaði, men
tað er í hvussu so er ein
sannroynd, at pólverjin,
sum í fjør var so sera sen-
tralur í uppspælinum hjá
KI, ikki hevur sama mynd-
ugleikan í ár.
Harley Bertholdsen var
ytsti miðvallarin hjá KI í
høgru. Hann hevði stórar
trupulleikar við Qssuri
Hansen, og tað var sjón fyri
søgn, at kantspælarin hjá KI
ikki var heilt raskur (hann
var mest sum komin úr
seingini og á vgllin). Jan Jo-
ensen var eyðsýndur í vin-
stru, og Rógvi Jacobsen
hevði gott tak á Tomislav
Sivic. |
Størsta hóttanin hjá KI lå
i ålopinum. Arnold Joensen
lå i høgra bordi, men mest
vandamikli leikluturin hjå
honum var at senda neyv
hornaspørk innfyri úr báð-
um borðunum. Nógv tað
mesta álopsspælið kom
fram í vinstra borði, har
Heðin á Lakjuni við sínum
velduga skjótleika helt Carl
Høgnesen aftarlaga á vøll-
inum. Heðin kom ofta til
baklinjuna, og fyri B36
mundu innleggini frá lakju-
manninum kennast sum eit-
ur, tí inni undir málinum
lårdi Kurt Mørkøre alla tíð-
ina. Kurt hevur í næstan
fimtan ár verið millum mest
málsóknu spælararnar í
landinum, og stóðan á mål-
tindinum sigur okkum, at
tað framvegis eru nógv mál
í honum.
Endaspurturin
Tað var alla tíðina spenn-
ingur í, og tað var ikki fyrr-
enn teir fýra minuttirnir,
sum dómarin hevði lagt aft-
urat, vóru farnir afturum, at
tað var greitt, at stigini fóru
at vera í Klaksvík.
Hóast teir vóru aftanfyri
3-1, so arbeiddu teir í B36
fyri søkini. Teir minkaðu
um munin, tá vanliga leik-
tíðin var um at vera liðug
(klaksvíkingar vildu vera
við, at Egil Zachariassen
var rangstaddur, tá hann
fekk bóltin frá John Peter-
sen, men tað helt dómarin
ikki), og so tveitti Tomislav
Sivic allar sínar menn í
álopið, tvey hornaspørk
lógu dygst undir málinum,
KI verjan hevði ilt við at
rudda burtur, men tað
eydnaðist, og so drógu
klaksvíkingar á og kring
vøllin andan meiri lættan
Punkteraðu ikki
Tað sá annars út til, at KÍ
við tveimum tøttum málum
síðst í 1. hálvleiki hevði lagt
seg avgerandi á odda. Í
báðum førunum var talan
um hornasparksinnlegg úr
vinstru, og í báðum førun-
um tóktist tað sum um
verjuparturin hjá B36 var
tunnur. Í fyrra førinum stóð
Heðin á Lakjuni við nærra
stólpan og snittaði í netið,
og í seinna førinum ansaði
eingin eftir, tå Kurt Mørk-
øre stakk seg upp og stútaði
mitt í málið.
B36 setti spenning í aftur,
tá teir beinanvegin í 2. hálv-
leiki minkaðu um munin
37
Eftir hornaspark var John
Petersen leysur og sendi
méti målinum, Stephen
Boyle refleksbjargaði i
stólpan, og so var Ronnie
Samuelsen fyrstur á retur-
inum.
Sidstu løtuna undan
steðginum hevði KI sýnt
frægasta fótbóltsspælið,
sum teir vístu sunnudagin,
men at B36 so tíðliga í 2.
hálvleiki minkaði um mun-
in tóktist streingja heima-
menninar, sum kortini
høvdu orku og vilja at stríða
seg til sigurin.
Tá KI tjúgu minuttir und-
an dystarenda fekk triðja
málið, var talan aftur um
verjumistak. Einki at undr-
ast á, at teir í B36 iðra seg
um verjumistøkini, men
samstundis mugu vit stað-
festa, at tað er ein dygd, tá
klaksvíkingar megnaðu at
gera nyttu burturúr. Hesa
ferð stríddi Heðin á Lakj-
uni seg til innkast í vinstru,
bólturin varð tveittur inn í
brotsteigin, B36 málverjin
boksaði alt annað enn sann-
førandi, og í tveimum
royndum megnaði Kurt
Mørkøre at smekka í kass-
3-1 til Kl, og B36 fær
nýggjan møguleika um
knappar tvær vikur, tá final-
an um lógmanssteypið
verður í Gundadali. Einki
er at ivast í, at oddasessurin
í landskappingini og sigurin
á B36 fer at hava við sær, at
nakrir hundrað fleiri klaks-
víkingar verða at síggja í
Gundadali, enn tað annars
høvdu verið! jh
KÍ: Stephen Boyle — Andr-
zej Pacek, Jan Andreassen,
John Hansen - Harley
Bertholdsen, Marek Wierz-
bicki, Rógvi Jacobsen, Jan
Joensen — Arnold Joensen,
Kurt Mørkøre, Hedin å
Lakjuni
B36: Janos Timar — Carl
Høgnesen, Pól Thorsteins-
son, Arnbjørn Danielsen,
Ninoslav Milankovic, Øssur
Hansen — Jan Guttesen,
Djóni N. Joensen, Tomislav
Sivic — Egil Zachariassen,
John Petersen
B36 ansaði væl eftir Kurt
Merkere, men ikki nóg
væl, og so skeyt málslúk-
urin hjá KÍ tvey mál. Tað
var nóg mikið hjá klaks-
víkingum til at vinna topp-
dystin 3-2, og nú eru teir
einsamallir á odda í 1. deild
Mynd: Olivur Joensen