týsdagur 22. juni 1999síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
20
tíðindablaðið
NR. 115 - 22. JUNI 1999
GI bert lítlan
fyri at
sleppa vidari
Fótbóltur: Tað var málleyst í hálvleikinum, men so skoraði bosniska liðið
tíðliga í seinna hálvleiki, fekk eitt afturat, tá eitt korter var eftir, og økti til
3-0 í yvirtíðini
EMIL L. JACOBSEN
Leygardagin spældi GI
niðri i Bihac í Bosnia-Her-
segovina móti liðnum NK
Jedinstvo i Intertoto kapp-
ingini
Gøtumenn taptu 0-3, og
tað var eitt sindur ov nógv
Pauli Jarnskor sigur, at
bosniska liðið ikki hevði so
nógv upp á seg, men at teir
fingu nøkur kloddamál
Serliga spell var tað, at
teir fingu triðja málið, sum
kom í allarsíðstu løtu. 2-0
haldi eg, at vit høvdu kunn-
að vent her heima í Førov-
um, men 3-0 er nógv verri at
taka inn aftur, sigur GI mið-
vallarin, tá vit høvdu hann í
telefonini seinnapartin
mánadagin
Tá vóru teir júst komnir
aftur av longu ferðini, sum
2. deild:
EB/Streymur-KÍ 1-0 (0-0)
Tað hevur gingið ómetaliga
striltið hjá samansetta liðn-
um, sum hevur heimavgll á
Mølini á Eiði, at fáa stig í ár.
Undan vitjanini úr Klaks-
vík høvdu teir ongantíð
vunnið, og tá havt verður í
huga, at klaksvíkingar ikki
byrjaði klokkan 9.00 sunnu-
morgunin úr Bihac.
Tað gekk væl hjá føroy-
ingunum í fyrra hálvleiki,
og í steðginum var framveg-
is einki mál komið.
Beinanvegin i
hálvleiki hevði Henning
Jarnskor ein risastóran
møguleika, tå hann inni í
brotsteiginum tveitti seg
fram og skeyt, men bólturin
fór oman fyri málið.
Og beint eftir hetta skor-
aði bosniska liðið so.
Bólturin varð sendur inn-
fyri, Poul Ennigarð skuldi
skalla burtur, men fekk ikki
rættiliga høvdid undir bólt-
in. Hann datt beint niður til
ein bosniara, sum úr 16
metrum smekkaði hann i
kassan
Tað var heitt niðri í Bos-
nia leygardagin, men málið
semna
alagid å sigurstalv
hava verið sørir, og at teir
hesa ferð høvdu styrkt seg
við onkrum spælarum, ið
eru komnir heim av flat-
londum í summarfrí, so
vóru fyritreytirnar hjá EB/-
Streymi ikki tær bestu.
Men so skal eisini leggjast
afturat, at tveir av monnun-
um, ið hava verið millum
teir berandi hjá KI, ikki
var sum ein køld spann av
vatni fyri gøtumenn.
Jedinstvo — sum merkir
samanhald á bosniskum og
sostatt kann metast sum
bosniska svarið upp á >Uni-
ted< — økti til 2-0 í 75. min-
utti, og sami maður skoraði
til 3-0 í yvirtíðini.
Bæði tey seinnu málini
komu eftir, at GI hevði mist
bóltin uppi á hálvuni hjá
bosniska liðnum.
Kunnu vinna
teir í Føroyum
— Hatta var eitt keðiligt úr-
slit, men eg rokni við, at vit
hava kjans at vinna á hasum
liðnum, tá tað kemur til
Føroya, sigur Pauli Jarn-
skor.
Uttan at hann vil leggja
taktikkin fyri venjaran Jo-
vóru við hesa ferð. Helmar
Lassen er farin til Íslands
við línuskipi, og Ove Ny-
sted var leikbannaður, tí
hann sá reytt í unglinga-
dysti månakvøldid í síðstu
viku.
Tá dómarin bríkslaði fyri
síðstu ferð vóru teir a
heimaliðnum ovurfegnir,
og tað var ikki so undarligt.
Henning Jarnskor heyði ein stóran møguleika at leggja GÍ á odda beinanvegin í seinna
8 SS
hálvleiki, men tíverri fór bólturin uppum
han Nielsen heldur Pauli, at
GI kann leypa á í heima-
dystinum, tí bosniska liðið
er ikki so øgiliga gott, og
hann roknar eisini við, at
teir verða troyttir av ferð-
ingini til Føroya, eins og
gøtumenn vóru rættiliga
móðir, tá teir vóru komnir
upp á pláss niðri í Bihac.
— Annars vóru umstóður-
nar heilt góðar. Vit búðu á
einum fínum hotelli, og vit
merktu ikki so nógv til
2205
ófriðin, sum hevur verið har
niðri í seinastuni. Eg haldi,
vit sóu ein mann við byrsu,
men tað var eisini alt, sigur
Pauli Jarnskor.
Tá tað restaðu 27 minuttir
fingu teir eitt mál. Í fyrra
hálvleiki høvdu teir havt
ein góðan målmøguleika,
sum teir misnýttu, men hesa
ferðina eydnaðist tað Hall-
tóri Joensen at skora. Um
klaksvíkingar vena seg um
hetta, so er tað ikki so und-
arligt, tí tá innleggið kom úr
vinstra borði, sá tað út til, at
tveir ella tríggir klaksvík-
ingar høvdu tak á støduni,
men tað høvdu teir ikki
alíkavæl.
KI hevði fleiri stórar
møguleikar, men teir megn-
aðu ikki at umseta teir til
mál, og tá heimaliðið hevði
skorað, gjørdist tað uppaft-
ur truplari hjá gestunum,
sum skuldu eina verju, sum
gjørdist alt betri mannað,
og sum í síðsta enda megn-
aði at halda tætt, og harvið
vann EB/Streymur sín
fyrsta sigur á árinum og
slapp av botnplássinum.
jh
2 deild:
LÍF-FS Vágar 4-1 (2-0)
Fyritreytirnar vóru góðar —
gott veður og nógvir áskoð-
arar (bæði leirvíkingar og
nógvir aðrir fótbóltshugað-
ir eysturoyingar) — og lagið í
Leirvík LÍF dagin 1999
gjørdist bara betri, sum tað
leið út á seinnapartin. Besta
fótbóltsliðið hjá leirvíking-
um vil so fegið vera við, har
tað gongur fyri seg, og fyri
at møguleikin at flyta upp
ikki skuldi gleppa teimum
heilt av hondum var neyð-
ugt, at teir vunnu, tá odda-
liðið úr Vágum vitjaði, og
tað eydnaðist til fulnar.
LÍF var væl upplagt frá
fyrsta bríksli. Teir tóktust
meiri uppsettir enn gestir-
nir, og tað sást aftur bæði í
verjupartinum og í álops-
partinum í einum dysti,
sum, tá havt verður í huga
at talan var um næstbestu
deildina, var hampuliga væl
spældur.
At leirvíkingar hava væl
av fólki at velja millum sást
aftur á beinkinum, sum var
mannaður við Trygva Ol-
sen, Jonhardi Høgnesen,
Ama Jacobsen og Peturi
Sjúrðarberg.
Atta minuttir vóru farnir,
tá hol kom á. Eftir uppspæl
í vinstru, endaði bólturin
hjá Mirek, ið var hangandi
miðvallari aftanfyri Kristi-
an Eliasen og Kristian á
Reynatrød. Pólverjin stakk
inn um verjuna, Erik Ler-
vig, sum saman við Tórhalli
Justinussen, Tomek og Poul
Suna Dam var í miðvallar-
ketuni, fekk tamarhald á,
dró eina ella tvær ferðir og
smekkaði úr høgru og í
handara hornið.
FS Vágar hevði ikki nógv
at siga. Á midvøllinum
royndu teir at lata nógv fara
igjøgnum Albert Ari Thom-
assen, og í álopspartinum
lúrdi Birgir Joensen, men
tað var sera sjáldan, at teir
settu Hallur Hansen í LÍF
málinum og Ova Heinesen,
Signar á Reynatrød og John
Olsen í miðverjuni á serlig-
ar royndir.
LÍF hevði fleiri møgu-
leikar, men næsta hálva tím-
an eydnaðist tað ikki at fáa
bóltin innum Jóhan á Mýr-
ini. 37 minuttir vóru farnir,
tá Kristian á Reynatrød við
nærra stólpan stútaði horna
í nettakið, og síðani var
ittur
eingin ivi um, hvønn vegin
stigini skuldu fara.
I 2. hålvleiki løgdu leir-
vikingar seg eitt sindur aft-
ari å vøllinum. Hetta gav
vágaliðnum meiri spæl, men
teir gjørdust ikki serliga
vandamiklir. Í staðin lúrdi
heimaliðið upp á møguleik-
arnar fyri snarálopum, og tá
63 minuttir vóru farnir
eydnaðist tað hjá Peturi
Sjúrðarberg, ið akkurát var
komin á vøllin. Hann
sneiddi framvið trimum í
høgru, og tá eingin var at
leggja innfyri til, lyfti skjóti
maðurin hegnisliga upp um
málverjan og niður í hand-
ara síðunetið.
Tíggju minuttir fyri leik-
lok pyntaði Tór-Ingar
Akselsen um fyri FS Vágar.
Við handara stólpan stútaði
hann innlegg úr høgru i
málið, men fimm minuttir
seinni staðfesti Jonhard
Høgnesen, sum akkurát var
innkomin, sigurin hjá LÍF.
Málið fekk hann eftir snar-
álop í vinstru. = jh