týsdagur 22. juni 1999síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
NR. 115 - 22. JUNI 1999
Tekna teg sum
haldara nú,so
fært tú Sosialin
restina av
hesum
ársfjórðing-
inum
Tíðindablaðið ÓKEYPIS
sosialurin
Sosialurin
rindar
postgjaldið
ndirritaði teknar seg sum haldara av
dindabladnum Sosialinum, og fái
blaðið 5 ferðir um vikuna.
estina av hesum ársfjórðingi fái eg Sosialin
Restinz
ókeypis!
Haldarar í Førovum: 270.-/ársfj.
Haldarar i Danmark: 425.-/ársfj.
Haldarar i Førovum,
340,-/årsfj.
Phu lond: Ymiskir prisir
i $ blað í senn
Viðmerking:
Eitt sindur um trúgv og
um forholdið millum
menniskja og Guð
Ein viðmerking til okkurt av tí, John Johannesen hevur skrivað
Alt byrjaði við at Guð skap-
aði tað. Fyrst himmalin og
jørðina o.s.fr. Sum krúnu á
sínum skaparverki skapti
hann menniskja. Fyrst
skapti hann mannin og setti
hann í Edens hava til at hava
umsjón við honum og dyrka
hann. Menniskjan fekk vald
til at ráða á jørdini, bæði
yvir fuglum, fiskum, djór-
um og øllum vøkstri (1.
Mós. 1,25 og 2,15), ikki at
ráða sum tyranar, men sum
góðir hirðar: Guð var hann
hægsti, hann var stjórin
ímeðan menniskjan var sett
sum formaður yvir skabn-
ingunum. Guð skapti alt til
at vera gott, alt var >Sha
lom<. Allir skabningar livdu
saman í harmoni. Soleiðis
var alt í fyrstuni, soleiðis
varð alt skapt.
Hvar kemur tað ónda so
inn í leikin? Guð hevði sett
eitt træ mitt í havanum, sum
eingin mátti eta av, tað var
træi kunnleikans um gott og
ilt. Um nakar át fruktina av
hesum træi, so kom hann at
síggja mun á góðum og ill-
um, t.v.s. at tey sjálvi fingu
kunnleika til at dóma um
hvat var gott og hvat var
ónt. Nú kundu tey sjålvi
meta um nær tað var gott at
gera nakað. Guð hevði sagt
at tey ikki máttu eta av træn-
um, og tað var fyri teirra
egna besta; men tey gjørdu
ímóti hansara boðum, tá ið
djevulin freistaði tey. Tí
máttu tey taka konsikvens-
in. Guð hevði ávara tey (1.
Mós 2,17) Hann tveitti tey
út úr havanum, so at tey ikki
kundu nærkast træi lívsins
og eta av tí. Um tey fingu
av træi lívsins, so fingu tey
ævigt lív. Kundi Guð ikki
bara givið teimum loyvi til
tað og so bara gloymt hitt,
at tey høvdu synda? Nei,
ongantíð! Tí um Guð gav
teimum loyvi til tað, so
Lesið eisini
blaðið á
Internetinum
www.Sosialurin.fo
vildu tey eti seg til ein ævig-
an deyda, og so fingu tey
ongan møguleika til um-
vending frå syndini.
Ofta hevur verið sagt, at
Guð ikki tolir synd, tað
passar faktist ikki, tað er
umvent; syndin tolir ikki
Guð. Tað kann samanlíkn-
ast við, at ein ísterningur
kemur til sólina, sólin vildi
ikki sløkna; men ísterning-
urin vildi til jarðar fyri fyrst
at líða og síðan doyggja fyri
okkum. Um vit halda okk-
um til myndina frá fyrr av,
so er Jesus ein stór frysti-
boks, sum kann innihalda
allar ísterningar, tann frysti-
boksin tolir hitan av sólini.
Tað einasta isterningarnir
skulu gera, tað er at fara inn
í frystiboksina meðan hon
enn er opin. Sagt uppá ein
annan máta: tað einasta vit
kunnu gera sum menniskj-
ur, er at yvirgeva okkum til
Kristus.
Hetta leiðir okkum til eitt
annað: hvussu kann eg bara
trúgva? Nógv kristin siga at
man bara skal trúgva (undir-
forstaði tvinga seg til at
halda nakað, sum man ong-
an sannføring hevur um).
Sonn trúgv kemur bara við
Heilaga Andans hjálp.
Eingin kann trúgva av sær
sjálvum líkamikið hvussu
nógv man roynir. Hebr.
11,1: Men trúgv er treyst í
tí, sum vónað verður, sann-
føring um teir lutir, sum ikki
eru at síggja. Ein kann ikki
hava álit á einum úttalilsi
hjá einum persóni, uttan
man er sannførdur um tað,
sum hann sigur. Hvussu
kann eg hava álit á einum
Guði, sum eg ikki eri sikkur
í eksisterar? ella: hvussu
kann eg trúgva á Guð uttan
at kenna hann? Hjá mær
hendi tað soleiðis: Eg helt
meg trúgva á Jesus, tí eg
visti at hann var til (eg rokn-
aði við tí). Mín moralski
yvirbevísningur var sera
nógv ávirkaður av kristin-
dóminum; men tað var alt.
Eg gekk nógv i byin, hvørja
weekend (fríggjadag og
leygardag) og eitt sindur
afturat. Eg drakk nógv
hverja ferð, til eg datt av.
Eg fekk at vita frá folki,
sum kendu meg, at eg var
ógvuliga fittur at vera sam-
an við, tá ið eg var fullur,
eg bleiv ikki voldligur og
gjørdi ikki nøkrum ónáðir,
men so næstseinastu ferð eg
drakk, byrjaði alt at ganga
galið. Eg vildi berjast, leyp
eftir onkrum av vinunum
hjá mær, og tá ið eg kom
heim knústi eg ein rút. Eftir
hetta drakk eg bara einaferð
afturat, tá stóð tað enn verri
til. Eg leitaði aftur eftir bar-
daga; men tíbetur forðaðu
vinirnir mær at berjast. So
kom eg heim, vakti foreldr-
ini, og segði nógv ljót ting
við tey, so fór eg inn í køkin
og tók ein stóran knív og
setti hann fyri handliðina,
tíbetur var mamma mín har
at halda ímóti, og so var eg
eisini so fullur at eg orkaði
næstan einki. Morgunin eft-
ir, tá ið eg vaknaði, heyði
eg øgiliga ringa samvitsku.
Eg meldaði meg sum lim í
Bláa krossi og gav lyfti um,
at ikki røra alkohol. Komin
við í Bláa kross byrjaði eg
at koma í missiónshúsið (til
kór og ungdómsmeóti). Til
eitt meti í eini møtirød, sum
var tá, sá eg sannleikan (eg
bleiv sannførdur av Guði)
og yvirgav meg til Jesus. Eg
trúgvi, at tá eg drakk tvær
tær seinastu ferðirnar, var
tað Guð, sum hevði ein
fingur í spælinum, eg veit
ikki hvussu; men soleiðis
bleiv eg førdur undir orðið,
og av orðinum yvirbevistur,
soleiðis var tað at eg kom
at læra Jesus at kenna.
Hví skuldi Guð endiliga
seta træi kunnliekans um
gott og ilt í Eden? Hví gav
hann okkum hetta valið? Tí
at Guð elskar okkum og
vildi tí geva okkum eina frí-
heit til at elska hann, ikki at
liva sum trælir fyri hjann;
men sum børn, ikki liva
sum robottar; men til at liva
i friheit.
Vinaliga
Jón Poulsen,
520 Leirvik
Krosstein
- alt tilfar
til kloakk
LYSING NR. 17
"VHS
Alt tilfar til
Falkavegur 6 - FO 110 Tórshavn
Tlf. 314600 - Fax 317360
Teldupostur: skQpost.olivant.fo