Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juni 1999síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 115 - 22. JUNI 1999 tíðindablaðið 23 Provtøkur á Tekniska Skúla Atstødisflokkur: Fróði B. Skúvadal, Regin Reinert, í Magnus Pauli Joensen, John Helgi Joensen, Bårdur Anthoniussen, Brian Hansen, Alex N. Durhuus, Johnny Durhuus. T2-Maskin: Eyðun Mortensen, Bogi Norðfoss, Christian Christiansen T2 - EL: Hans Jákup Sørensen, Rógvi Rasmussen, Lasse Skifte Thomsen, John Kári Midjord, Jonleif Suni Davidsen, Hjalti Thomsen, Báðrur Poulsen, Høgni Løvendahl Rasmussen, Rólant Lenvig av Reyni T2 -TRÆ: Karl Jacobsen, Valdemar Tjørnudal, Jóhannis Jensen, Wenzel Olsen Frá Føroyahusinum í Keypmannahavn: Á Olavsøku í Keypmannahavn Fríggjadagin 25. juni letur kaffistovan í Føroyahusin- um aftur. Hon verður stongd fram til mánadagin 26. juli. Fólk fara í summarfrí eina tíð og eisini skal vaskast upp og niður, málast og gólvini lakkast. Tey nógvu tiltøkini í húsinum gera, at viðlíkahaldið eisini verður neyðugari og stórri. Um summarið hvíla eisini tey flestu feløgini: Talv, kór, dansur, MFS 0.0. Tey fara í gongd aftur síðst í august. Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark er eisini aftur- latin. Tó ber til at fáa orðið á tær við telefon í vanligu upplatingartíðunum frá 14. juni til 31. juli. Byurin settur i stand Gott tad sama at øll lata aft- ur ísenn i Føroyahåsinum í summar. Framman fyri hús- ini eru menn farnir undir stórarbeiði. Tí nú hevur eina tíð verið roynt at seta partar av Vesterbro í stand aftur. Og nú er túruin komin til okkara grannalag. Síðani desember mánað hevur hetta verið okkum til ampa á ymsan hátt, men serstak- liga tvørligt síðani apríl. Tað er sera Oruddiligt uttan um okkum, stórar moldrúgvur, rør, stillagur og gongubryr hvørt um annad. Larmur er alla tíðina og illa verður við- hvort slóðað inni eftir gólv- inum. Tíbetur hevur ikki verið nógv avfall í vár. Arbeiðið varir út móti jól- um ella aftur til várs. Tó verður roynt at slætta og rudda aftur framman fyri okkum út móti heysti. Vit royna á ymsan hátt at fáa alt at bera til kortini og hava gjøgnumført øll tiltøkini. Sigast må at gestirnir eru lagaligir og lata seg ikki órógva nógv av hesum. Eis- ini skulu donsku verka- menninir eiga tað rós, at teir eru beinasamir og taka eina hond í, tá ið onkuntíð á stendur. Ein køld Føroya Bjór ger teir heldur ikki óblíðari. - Fólk vita jú at hetta er býfornýgging. Tað verður snøgt og hugnaligt uttan um okkum aftur móti vári. Grannabygningurin nr. 19 stendur nú mest sum lidug- ur og hann er vorðin eitt satt býarprýði. Vit hava nakað at gleða okkum til sigur leiðarin í Føroyahusinum Martin Fjallstein. Nógv tiltøk til heystar Nógv hevur verið havt á lofti í farnu vetrarskránni, sum røkk frå síðst í august og fram til síðst í mai. Líkt er til at komandi skeið verð- ur líka so fjølbroytt og áhugavert á ymsan hátt Føroyingar og íslendingar leggja fyri við einum fel- agstiltaki 28. august. MFS fer at skipa fyri fimm ser- støkum kafékvøldum i heyst og fleiri fyrilestrar vera. Eftir ætlan fara vit at skipa fyri bussferð til Prag saman við >12.Manni< til fótbóltsdystin millum Før- oyar og Kekkia 10. oktober. Helst verður stórur áhugi fyri hesi ferð. Mentanarbý- urin í 1999 Weimar er eisini eina vitjan verdur. Sum vant vera eisini bingokvøld aftur í heyst. Tey byrja 7. september og eru annaðhvort tyskvøld. Tysdagsdøgverdarnir byrja longu 24. august. Flestu vinningarnir frá bingoluta- seðlunum í vár eru farnir. Tó eru tveir eftir á hesum báðum tølum: 679 og 337. Vinningarnir skulu verða heintaðir í seinasta lagi 31. juli. Týsdagsdógverðarnir byrja longu 24. august. Vín- veitslan verður 2. oktober og lundaveiðslan 6. novem- ber. Eitt serligt fyribrigdi er Mentanarnáttin í Keyp- mannahavn 15. oktober, tá ið eini 60.000 fólk hava fingið sær atgongumerki til ein hóp av ymsum tiltøkum í býnum tað kvøldid og út á náttina. Feroyahúsið er uppii við fleiri tiltókum. Olavsøkan miðskeiðis í vikuni Olavsøkan í Føroyahusin- um verður hildin 28. og 29. juli. Olavsøkuaftan verður fernisering við spennandi listaframsýning. Kappróð- urin heima verður útvarp- aður og Petra Joensen, ætt- að úr Leirvík, sum er starvs- fólkaleiðari í >Kolonien Filadelfia« í Dianalund, heldur …lavsøkurøduna. Um kveldið spæla Vágs- heyggjafrensarnir. Matsøla og annað verður báðar dag- arnar. Olavsøkudag er m.a. gudstænasta í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv og kafé- kveld. Vágsheyggjafrens- arnir spæla bæði í kirkjuni og til kafékvøldid. Um 6lavsøkuna verður altíð væl vitjað í Føroyahus- inum. Mong eru á ferð og nyt høvi at fáa ferilainn á gólvið í húsinum, sigur leið- arin, sum ynskir ollum væl komnum aftur í húsið og til ólavsesku og harafturat ynskir øllum gott summar.