Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juni 1999síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

22 tíðindablaðið 5082) NR. 115 - 22. JUNI 1999 Jakupi stendur 13 mið. Fótbóltur: Norska felagið Nordplayer skal syrgja fyri. at sáttmálin, sum føroyski landsliðsmálverjin eftir øllum at dóma er tætt við at fáa, verður so góður, sum tað á nakran hátt ber til Tað eru spennandi dagar å Jákupi Mikkelsen, mål- verjanum á føroyska lands- liðnum. Eitt er, at teir i Her- følge leygardagin á heima- vølli í sera linligum dysti taptu 2-0 móti ókenda MSK Zilina úr Bosnia. Jákup Mikkelsen metir mOtstødu- liðið at vera meiri enn hálv- vánaligt, og at Herfølge tapti boðar frå, at spælarar- nir sinniliga vóru farnir í summarftri Hóast Herfølge hevði bóltin nógv tann størsta partin av tíðini, so vóru tað motstødumenninir, 10 høvdu størstu møguleikar- nar, og tað hevði við sær, at Jákup Mikkelsen fleiri ferð- ir noyddist at vísa, hver dugur er í honum Stórur áhugi Eingin fótbóltssølumaður var á Herfølge stadion leyg- ardagin. Teir vóru ikki har. tí teir høvdu fingið at vita, at Jákup Mikkelsen skuldi ikki spæla við. Men í síðstu lotu broyttu teir i Herfølge stóðu. og so noyddist mað- urin, sum helst skal loysa føroyska landsliðsmálverj- an av, tá hesin fer úr felagn- um, sita á beinkinum og hyggja at. Hesar síðstu dagarnar hevur Jákup Mikkelsen verið eitt av mest umrøddu fótbóltsnóvnunum i Dan- mark, og hóast hann ikki veit so nógv um tað sjálvur, so kann tað væl hugsast, at familjan Mikkelsen heilt skjótt fer at flyta úr Haslev og til onkra staðni í Bret- landi. Franska tíðindastovan AFP bar undan vikuskiftin- um tidindini, sum fyrst stóðu í Sosialinum og seinni í Jyllandspostinum, um, at Jákup Mikkelsen er á veg burtur úr Herfolge, og síð- ani hevur telefonin ikki staðið still i Haslev, har tað umframt frá førovsku fjøl- miðlunum eisini vóru boð frá Ekstrablaðnum, Politik- en og Køge Dagblad. Í øll- um fórum vildu tíðinda- menninir hava at vita, hvussu langt såttmålasam- ráðingarnar vóru komnar, og í øllum førunum var svarið hjá Jåkupi Mikkel- sen, at hann ikki visti meiri um hetta, enn tað, sum hev- ur staðið at lisið í donsku fjølmiOlunum. Skeiv søga Tá vit týsdagin eftir lands- dystin móti Bosnia bóru søguna um, at Jákup er á veg burtur frá Herfølge, var tað út frá tí sjónarhornin- um, at Herfølge hevði boð- að málverjanum frá, at teir vóru sinnaðir at selja hann. Tá søgan kom fram i Jyl- landspostinum, var yvir- skriftin, at Jákup Mikkelsen vil sleppa burtur úr Her- følge, og tað er fryntligi før- oyski málverjin harmur um: - Eg segði danska tíð- indamanninum somu SØgu, sum tit høvdu havt, altso at tað var Herfølge, sum hevði givið til kennar, at teir vóru áhugaðir í at selja meg. Men søgan var vend á høvdiød, og hetta havi eg merkt eitt sindur til. Fólk í Herfølge spyrja, um eg ikki eri nøgd- ur við umstødurnar, og til tað kann eg ikki svara ann- að, enn at tað eri eg, og at eg eri sinnaður at vera her til á sumri í ár 2000, tá sáttmála- skeiðið er lokið. Men um Herfølge finnur ein keyp- ara, sum er sinnaður at rinda teimum ein prís, sum teir eru nøgdir við, og um hetta felagið er sinnað at gera ein sáttmála við meg, sum eg ikki kann venda mær frá, so eri eg sinnaður at taka av. Stór tel Tað er greitt, at FCK er ein- asta danska felagið, ið er upp á tal sum møguligur keypari av føroyska mål- verjanum, men sum vit hava skilt tað, so bendir nógv á, at pengarnir eru vorðnir so mikið stórir, at felagið hjá Toda Jónsson ikki megnar at vera við í kappingini, og í gjár bendi alt á, at tað verður eitt bretskt felag, sum fer at keypa Jákup Mikkelsen. Tað felagið, sum hevur gjørt mest itøkiligu royndir- nar at fáa fatur á málverj- anum, er Hibernians. Hetta er eitt kent fótbóltsfelag í Edinburgh. Í summar fluttu teir upp í bestu deildina í Skotlandi, og sambært upp- lýsingum frá tíðindastovun- um, so er venjarin hjá teim- um sera áhugaður í at fáa Jákup Mikkelsen, sum hann í sjónvarpinum sá spæla við landsliðnum móti Skotlandi og sum umboð fyri felagið vóru og hugdu at, tá Her- følge mikukvøldid vann móti AaB. Tá tað snýr seg um sam- ráðingar av hesum slagn- um, so er tað ikki altíð, at so nógv itøkiligt verður sagt um pengar og aðrar treytir fyri sáttmálum. Men sunnu- dagin visti Ekstrablaðið at siga, at skotska felagið er sinnað at bjóða føroyska — Tað er stórur áhugi fyri bestu skotsku deildini og fyri teimum báðu ovastu deildunum í Onglandi. Fjølmidlarnir gera nógv burturúr, og tí verður tú nógv umreddur, tá tú spælir í einum av hesum feløgunum, so møguleikarnir gerast nógv fleiri, um tað eydnast at koma hagar, men nú fáa vit at síggja. Tað sigur Jákup Mikkelsen, sum kanska er á veg til Skotlands at spæla fótbólt málverjanum eina vikuløn uppá umleiðs 25 túsund krónur — og tað vil siga eina årsløn, sum fer at liggja um 13 milliónir krónur — og harafturat vilja teir bjóða honum og familjuni ókeyp- is bústað og ókeypis bil. Felagið er sinnað at rinda Herfølge umleið fimm mill- lónir krónur fyri at keypa Jákup burturúr sáttmálan- um við Herfølge, sum hann inntil 1. juli komandi ár er bundin av, og so er tað spurningurin, um Jákup Mikkelsen sjálvur skal hava eina upphædd útgoldna fyri at flyta beinanvegin. Samráðingarmenn Jákup Mikkelsen vil ikki siga so nógv um itøkiligu til- boðini, fyrst og fremst tí hann veit ikki so nógv um, hvat tað er, sum gongur fyri seg. Í vikuskiftinum ljóðaði harafturat, at eitt felag í Onglandi er áhugað í at keypa føroyska målverjan, og um talan verdur um kappbjóðing millum fleiri feløg, so kann stødan gerast heilt spennandi hjá Her- følge og Jákupi Mikkelsen: — Eg havi ikki so nógvar royndir, tá tað kemur til sáttmálasamráðingar, og tí havi eg gjørt avtalu við norska felagið Nordplayer. Teir hava drúgvar royndir á økinum, og teir hava mill- um aðrar selt Tore Andre Flo til Chelsea, eins og teir taka sær av áhugamálunum hjá fleiri av íslendsku spæl- arunum, sum royna seg aðra staðni í Europa. Fyribils heldur Jákup Mikkelsen summarfri í Danmark saman við familj- uni. Frá stjóranum i Her- følge, Kenneth Wegner, hevur hann fingið at vita, at tað kann vera so skjótt, at hann skal samrådast um síni persónligu viðurskifti við eitt nýtt felag, og tí er ikki annað at gera enn at vera klárur. Talan kann ger- ast um gylta møguleikan, og undir øllum umstødum fer ein sáttmáli við eitt felag í bestu deildini í Skotlandi ella við eitt felag í ovara endanum í eingilsku kapp- ingini at hava stórar av- bjóðingar og møguleikar við sær: — Tað er stórur áhugi fyri bestu skotsku deildini og fyri teimum báðu ovastu deildunum í Onglandi. Fjøl- miðlarnir gera nógv burtur- úr, og tí verður tú nógv um- røddur, tá tú spælir í einum av hesum feløgunum, so møguleikarnir gerast nógv fleiri, um tað eydnast at koma hagar, men nú fáa vit at síggja. Tað ræður um at vera tolin og samstundis at fyrireika seg til tað, sum tú ert greiðir yvir, at felagið, sum tú ert sáttmálabundin av, hevur standandi fyri framman, sigur Jákup Mikkelsen úr Danmark. jh — Hen es, A GAD EEN