mikudagur 23. juni 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið SS
nr
NR. 116 - 23. JUNI 1999
Skjótari hjálp til
krabbameinssjúklingar
Tekur danski heilsumálaráðharrin tilmælið frá eini serfrødinganevnd til eftirtektar, verður góð hálv milliard krónur brúkt til
nýggja krabbameinsútgerð. Hetta merkir ein skjótari og betri hjálp til danskar og fóroyskar krabbameinssjúklingar
TURIÐ KJøLBRO
Orsøkin til støðugt vaksandi
deyðstíttleikan orsakað av
krabbameini, er ikki, at fólk
fara ov seint til lækna, men
at tey verða noydd at bíða
so leingi eftir at sleppa í
viðgerð. Hetta segði før-
oyski læknin, Jan Dalberg,
ið hevur granskað krabba-
meinstilburðir í Føroyum, í
blaðnum í farnu viku.
Danska sjúkrahúsverkið
hevur seinastu nógvu árini
hvorki havt orku ella um-
Norðurlond fáa
nýggjan hug-
skotsbanka
Vismannanevnd er sett at greina
framtíðar avbjóðingar, Norðurlond
eru í felag um
Tur KJøLBRO
Stjórnirnar í ymsu Nord-
urlondunum vilja hava
eitt boð uppá felags av-
bjóðingarnar, sum Norð-
urlond standa yvir fyri, nú
ártúsundskiftið nærkast.
Tí hava samstarvsráðharr-
arnir í Norðurlondum á
fundi í Reykjavík 15. juni
heitt á Norðurlendska
Ráðharraráðið um at seta
niður eina vísmanna-
nevnd, sum skal lýsa ein
ella fleiri tættir, ið við-
víkja norðurlendsku sam-
feløgini í byrjanini av
nýggja ártúsundskifti-
num.
Tað verður Jón Sigurds-
son, stjóri í Íslandi. ið
verður formaður í nevnd-
imi. Hinir limirnir eru
Britta Lejon, ríkisráð-
skrivari úr Sveríki, Ole
Norrback, sendiráðharri
úr Finnlandi, Tove Bull,
rektari úr Noregi, Lykke
Friis, Ph.D. úr Danmark,
Marianne Jensen, lands-
tingslimur år Grønlandi,
Jéannes Dalsgaard, deild-
arstjóri i Mentamálastýr-
inum í Føroyum, og And-
ers Ingves, samskipari av
Alandi.
Vismannanevndin skal
verða liðug við álitið 1.
september næsta ár. Nið-
urstóðurnar, ið vísmenni-
nir koma fram til, verða
settar á dagsskránna, tá ið
Norðurlandaráðið kemur
saman til fundar á heysti
næsta ár.
støður til at veita krabba-
meinssjúklingum nóg góða
og skjóta viðgerð.
Men stendur tað til eina
serfrødinganevnd undir
danska heilsumálastýrinum,
er ein góður bati á veg,
skrivar danska blaðið Akt-
uelt síðsta vikuskiftið.
Nevndin mælir nevniliga til,
at meiri enn 600 milliónir
krónur verða brúktar til
stríðið ímóti hesi herviligu
sjúkuni komandi fimm ári-
ni.
I Danmark
eru seks
krabbameinsdeplar, og fylg-
ir Carsten Koch, heilsumål-
aráðharri, tilmælinum frå
serfróðingunum, = kunnu
hesir deplarnir veita 72.000
fleiri stráluviðgerðir um ár-
ið, ella við øðrum orðum
kunnu 2600 fleiri sjúklingar
fáa stráluviðgerð enn í dag.
Tað verða serliga kvinnur
við krabbameini í bróstu-
num og sjúklingar við ávís-
um slagi av lungnakrabba,
sum fáa gagn av hest íløg-
uni.
Kostnaðarmikið
Verður tilráðingin tíkin til
eftirtektar, fer hon umframt
at verða ein skjótari hjálp
til krabbameinssjúklingar,
eisini at vera ein rokning til
skattgjaldararnar á góða
hálva milliard krónur. Bert
íløgur í 14 nýggj tól kosta
392 milliónir krónur. Har-
umframt skulu allar tær ver-
andi 23 strálukanónirnar
endurnýggjast, og tað kostar
227 milliónir krónur. Um-
framt hesar 619 milliónirnar
bara til útgerð, kemur rakst-
urin. Mett verður, at hann
kostar 83 milliónir krónur
um árið, tá ið allar kanónir-
nar eru í nýtslu.
Serfrødingarnir vísa á, at
tað ber til at gagnnýta tær
verandi maskinurnar betur.
Um tær verða brúktar long-
ur um dagin í mun til í dag,
verður tørvurin á nýggjum
tólum minni. Hinvegin økj-
ast rakstrarútreiðslurnar í
flutningi av sjúklingum um
kvøldið og somuleiðis løn
til starvsfólk.
Serfrødinganevndin mæl-
ir somuleidis Carsten Koch
til at brynja krabbameins-
deplarnar hver sær betur út,
og ikki gera iløgur í nýggjar.
Grundgevingin fyri ikki at
gera fleiri deplar er, at tað
er stórur tørvur á kønum
starvsfólki, sum dugir at
handfara maskinurnar.
Nevndin mælir eisini til at
útbúgva fleiri krabbameins-
læknar, serútbúnar sjúkra-
systrar, radiografar, strálu-
alisfrødingar og teknikk-
arar. Komandi árini verður
tørvur á umleið 40-50
nýggjum krabbameins-
læknum umframt teir, sum
eru undir útbúgving í løtuni.
Alitið frá serfrødinga-
neyndini um fleiri millióna
íløguna í nýggja krabba-
meinsútgerð verður fyrst al-
mannakunngjørt í dag.
Føroyar iblåstur fyri eyga og sinn
Frá í morgin verð-
ur høvi at síggja
verk eftir Ingrid
Møller í Smiðjuni
í Lítluvík
TURIÐ KJØLBRO
Seinnapartin í morgin letur
framsýning upp í Smiðjuni
í Lítluvík upp við verkum
eftir Ingrid Møller. Ingrid
Møller er donsk og fødd í
1959. Hon er útbúgvin tekn-
ari og grafikari á Skolen for
Brugskunst í Keypmanna-
havn. Umframt hevur hon
gingið á Arhus Kunstaka-
demi og Den Grafiske
Skole í Arhus.
Ingrid Møller hevur fleiri
ferðir vitjað í Føroyum og
seinast búði hon í eitt ár í
Havn, har hon arbeiddi sum
grafikari. Hon hevur sýnt
list fram í Smiðjuni fyrr,
somuleiðis í Føroyahusi-
num í Keypmannahavn, og
í Det Islandske Hus, um-
framt í fleiri listafeløgum.
Um seg sjálva sigur Ingr-
id Møller:
- Tað hevur leingi verið
ein dreymur hjá mær at
síggja vøkru oyggjarnar aft-
ur, høgt ímóti norðri. Eitt
stað eg ofta komi aftur til í
huganum, og nú er dreym-
Framsýningin hjá Ingrid Møller verður opin til 29. juni
urin vorðin veruleiki. Fýra
vikur á hesum vindblástu
oyggjunum. Luftin, ljósið.
havið og fjallið. Ein náttúra
sum bergtekur og gevur í-
blástur fyri eyga og sinn.
Sterk inntrykk eg royni at
vísa í nínum myndum.
- Eg gleði meg at vitja
kend stoð aftur og at síggja
gamlar vinir aftur. Eg havi
eina serliga tøkk til Guðrið
Poulsen, sum hevur lænt
mær sítt verkstað, so tað
hevur verið mær møguligt
at arbeiða.
A framsýningini, sum eit-
ur „Et gensyn", verður høvi
at síggja, hvat er komið
burtur úr vitjanini í Før-
oyum hesa ferð. Framsýn-
ingin fatar um akrylmáln-
ingar, myndir úr silki, olju-
kritsmyndir og vatnlits-
myndir. Myndirnar eru lut-
vist gjørdar í Føroyum og á
verkstaði Ingridar í Dan-
mark.
Framsýningin verður op-
in til 29. juni.