Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juni 1999síða 8

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 116 - 23. JUNI 1999 tíðindablaðið 5012) 7 Ahugaverd framsýning í Miillers Pakkhúsi: Týðandi fyrireiking til fyrstu oljuboring Jan Miller Jens K Vang Í dag letur upp ein heldur sjáldsom og óvanlig fram- sýning í Havn. Tað er GEM- verkætlanin, ið er eitt sam- starv millum 24 oljufeløg og føroyskar myndugleikar, sum sýnir fram part av úrs- litinum av tess arbeidi hesi seinastu trý árini við eitt nú umhvørvis- og trygdarspur- ningum, ið hava atlit til eina komandi oljuleiting vid Før- oyar. Í sambandi við framsýn- ingina, sum verður hildin í Millers pakkhúsi, er eisini stýringsfundur í GEM, har umboð fyri oll tey 24 olju- feløgini eru við. Formaður í stýringsbólkinum er norð- maðurin Halvor Snarvold. Hann sigur við Sosialin, at GEM er ein týðandi part- ur av fyrireikingini til fyrstu oljuboringarnar á føroysk- um øki. Nú arbeitt hevur verið við hesi verkætlan í trý ár er eisini komið rætti- lig væl áleiðis við arbeið- inum, og verður høvi hjá fólki at síggja og hoyra um hetta arbeiðið í dag og hósdagin. Tá fara fólk frá Yeimum ymsu oljufeløgun- um og eisini umboð fyri før- oyskar myndugleikar og stovnar at greiða frá og svara spurningum. Halvor Snarvold sigur, at arbeiðið hevur gingið væl og ætlanin er at halda fram við arbeiðinum líka fram til, tá fyrsti brunnurin verður boraður. Mong av projektunum eru longu liðug, og verður so eisini farið í gongd við nýggj projekt í komandi ári. -Sjálvar analysurnar av øllum tí data, sum er inn- savnað, verða gjørdar seint í ár og í næsta ár. Her er m.a. talan um matamatiskar analysur av streymmåting- um 0.Ø. Arbeiðið verður figgjad av oljufeløgunum og hevur kostað einar 25 mill. kr. hig- artil. Føroyskir myndug- leikar eru við í sjálvum stýr- ingsbólkinum, men gjalda ikki beinleiðis til verkæt- lanina. Tó so at føroyskir stovnar hava sett orku av til arbeiðið. Føroysku limirnir í Stýringsbólkinum eru Alex Buvik frá Oljumåla- deildini og Hjalti í Jákups- stovu frá Fiskirannsóknar- Umstóður og tíðir broytast. Gamla Miillers Pakkhús hevur latið dyrnar upp fyri bæði teldu- og oljuøldini. Her útlendsk umhvørivsoljufølk í hugnaliga umhvórvinum stovuni. Alla fyrisitingina av hesi verkætlan tekur før- oyska fyritøkan Atlanticon sær av. Halvor Snarvold ivast onga løtu í, at iløgan i GEM er bædi røtt og skilagott, og eisini heldur hann tíðina hetta verður gjørt er heilt tann rætta. Hvat fáa so Føroyar burt- ur úr hesum? Halvor Snar- vold: -Umframt at Atlanti- con fær nógva vitan og royndir við at standa fyri tí fyrisitingarliga partinum, so er umleið helvtin av pro- jektunum stýrð ella útint av føroyskum stovnum. Nøkur av teimum projektunum, sum verða gjørd aðrastaðni í heiminum, verða eisini styrd úr Føroyum. So her fáa føroyingar eisini royndir í projektstýring. Halvor Snarvold heldur sjálvur, at føroyskir mynd- ugleikar og oljufeløgini hava fingið eitt rættiliga gott samstarv gjøgnum GEM og sum tíðin gongur verður bygd upp eina ávís ekspertisa í Føroyum, sum fer at hava við sær, at upp- aftur fleiri av projektunum verða gjørd ella stýrd hig- ani. Halvor Snarvold heldur sjálvur, at GEM hevur stór- an tydning fyri Føroyar. - Frá einum føroyskum sjón- armiði, so hevur tað kanska størst tydning, at oljufel- øgini nå veruliga hava fyri- reikad seg. Vit kenna onnur pláss í heiminum, har hetta ikki altíð hevur verið so. -Og fyrimunirnir fyri oljufeløgini at vera við í GEM? -At vit verða liðug við okkara arbeiði og eru sera væl fyrireikað, tá fyrsta boringin fer í gongd. John Spink er formaður í umhvørivsbélkinum i GEM, og hann er sera fegin um at skula kunna føroy- ingar um arbeiðið hjá GEM. Sjálvur er hann skoti og hevur drúgvar royndir bæði í fiskivinnu og oljuvinnu í heimlandi sínum. Tí dámar honum væl at hava hesa framsýning júst í hesum dåmliga umhvørvinum við sjógvin. Sjålvur heldur hann føroyingar vid hesi verk- ætlan eru væl fyri, nú farið verður undir 1. útbjóðing. Hetta er í hvussu er ein góð fyrireiking og heldur hann ikki, at føroyingar eiga at bera ótta fyri umhvørv- inum, nú farið verður undir at bora. Sosialurin hitti eisini eitt av GEM-umboðunum hjá oljufelagnum AGIP, Ron Lansdell. Hann heldur tað vera sera spennandi at hava eina slíka framsýning í júst einum gomlum fiskavirki, tí hetta sigur nakað um tíð- irnar, sum skifta. -Eg royni at fylgja við, hvat hendir í hesum lítla samfelagnum og eingin ivi er um, at fiski- vinnan fer at vera ein av høvudsvinnunum í framtíð- ini eisini. Oljan - finst hon er i lønandi nøgdum - fer so bara at vera eitt alternativ í eitt åvist áramál. Nú oljuvinnan er rættiliga fremmand fyri hesa lítlu tjóðina, heldur hann tað vera sera umráðandi hjá bæði oljufeløgum og føroy- ingum at fyrireika seg væl og virðiliga. -Agip hevur verið við í GEM frá byrjan, og eg haldi, at henda verk- ætlanin er eitt einastandandi gott høvi at vera væl fyri- reikaður til eina komandi oljuleiting. Hann heldur eisini biditidin nú undan 1. útbjóðing vera sunna og góða fyri bæði Føroyar og oljufeløgini, tí við royndum frá øðrum og tí arbeiði her verður gjørt, ber til at koma betri frá byrjan enn kanska Halvor Snarvold, stýringsformaður og David R. Hansen, stjóri í Atlanticon, summa aðrastaðni. Hetta er ein frálíkur máti at seta hol á eina komandi oljuvinnu. Framsyningin í Millers Pakkhúsi er opin í dag frá klokkan 9 til 17 og hósdagin frá 9 til 12. Umboð fyri oljufeløgini fyrireika seg til opið í hús hjá GEM í Miillers Pakkhúsi 9/10/99 aftaná dystin. Fótbóltsferð til Prag saman við landsliðnum! Atlantic Airways TEL 333.900 = FAX 333380 Farið verður ur Føroyum mikudagin tann 6/10/99 kl. 17:30 og tekur tururin umleið 3 tímar. Heimferðin verður seint leygarkvoldið tann Innivist fæst antin á Hotel Atrium Hilton í Prag, sum er eitt 4" hotel á sera høgum stoði ella á Hotel Diplomat, sum eisini er eitt 4* hotel. Flogferð. atgongumerkið til dystin og innvist á Atrum Hilton Pr. persón í dupultkaman Kr. 5.335,- Pr. persón i einkultkaman Kr. 7.260,- Flogterå, atgongumerkið til dystin og innivist á Hotel Diplomat Pr. person i dupultkaman Kr. 4.825,- Pr. persón i einkultkamari Kr. 6.245,- Afturat prisinum koma ferdaavgøkt Í við busfiutning frá føgvøllinum í Prag til hotelini og aftur Í Ferðin skal bíleggjast hjá Attanttk