Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juni 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 tíðindablaðið NR. 106 - 26. JUNI 1999 Tann, ið ræðist sitt egna frælsi ræðist seg sjálvan Seinasta månakvøld, longsta dag í árinum, hildu pisur úr Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eyst- uroynni pisufund á Gøtusandi. Á skránni vóru róður og tónleikur, saman við stóru gleðini um, at nú vóru pisurnar floygdar og frælsar. Róðararnir mánadagin vóru Eyðgerð Mørkøre úr Hósvík, fyri studentarnar, og Anvør Abrahamsen úr Fuglafirði, fyri HF-næmingarnar. Sum gestarødara høvdu tey boðið Sjúrði Skaale, og prenta vit her part av heilsan hansara til nyfloygdu pisurnar ”Sjung om studentens lyck- liga dagar" syngja svensk- arar - og tað eru eisini sann- iliga eisini lukkuligir dagar Njótið teir! Dansið igjøg- num tíðina sum kemur. Tit eru ung og leys og liðug við skúlan — nú eiga tit at hava ema g »O laða tíð Tað verður ikki so leingi Ut skulu taka nakrar av e tydni nestu av- =. 4 | k I fara til eið i ymiskar got g y skar g K t tit verð é Á Á irbei0 X tbúgv tað fer alt at seta beint nú, di valini at víðka ringin. Til at ferðast lond. Til at royna ymisk sløg av arbeiði Brúkið hesa tíðina - hetta frælsið - til at royna alt tað, sum nógv av tykkum um nøkur ár ongan møguleika hava fyri royna r einki, um tit í tíð a tykkum Tað verð- yu i ve a Ut KOMma cu velja hvørja kós tit skulu fara og hverja tit ikki skult Ívinur Livsleidin leið ie tad kann ofta vera trupult. Men eingin kann velja tað fyri tykkum. Eing in uttan tit veit, hvat passar til tykkum. Og vita tit tað heldur ikki Skapið tykkum eitt breiðari grundarlag av vitan og royndum fyrst. Karrieran, húsin og alt tað - tað fer ongan veg Tað eru 11 ár síðani eg var í somu stóðu sum tit. Eg havi roynt ymiskt hesa tíðina - men vit eru øll so ymisk, at tað er 6gjørligt at geva tykkum itøkilig ráð um, hvat og hvussu tit skulu gera í lívinum Men tað er kortini eini ráð, sum eg haldi, at oll fáa gagn av at fylgja. Tað er, at - so steðgið á Sjúrður Skaale tit í ollum livsins vidurskift- um eru erlig móti tykkum sjálvum. At tit í øllum av- gerðum tit taka, fylgja tykk- ara egna hjarta, tykkara eg- nu dreymum. At tit ikki altíð elta sum fyri er slóðað, men at tit tora at fara tykkara egnu vegir Vissi tit halda tað vera meira spennandi at fara til Onglands ella Italia ella Spania enn at fara til Dan- markar at útbúgva tykkum víðari - jamen so farið har! Vissi foreldur ella lærarar ella vinir vilja hava tykkum at lesa víðari, men tit heldur vilja til skips - jamen so farið til skips. Tað eru nógv fólk við stórari succes í samfelag- num, sum í veruleikanum ongantíð ætlaðu sær at blíva til tað, sum tey blivu til. Tey fóru leiðir sum onnur vildu hava tey at ganga, og hóast tey komu á mál - so komu tey ikki á síni egnu mál. Ofta er tað soleiðis, at tað í sjónligum sigrum liggja fjaldir ósigrar. Trupult at fylgja hjartanum At fylgja sínum egna hjarta og vera erligur móti sær sjálvum - tað ljóðar so lætt. - Men tað er í veruleikanum eitt tað truplasta, sum er. Tí tað eru so nógv sum vilja hava tykkum at gera sum tey. At vera sum tey. At meina sum tey. Spyrja tit ikki allatíðina tykkum sjålvi hvørjum rir standa fyri og hvat tit vilja, so endar tað við, at missa tykkum sjålvi burtur. Tað var einaferð ein mað- ur sum kom inn til ein sálar- fróðing og greiddi frá, at hann ikki orkaði at liva meir. Hansara lív hevði einki virði; hansara arbeiði var meiningsleyst - hann var ikki glaður um nakað. “Tað kann henda fyri so nógv", sigur sålarfrøding- urin. “Tað nýtist ikki at vera so álvarsamt. Tað, tú hevur brúk fyri, er at taka tær av løttum eitt sindur. Tú átti at fari ein túr í sirkus. Har er ein so fantas- tiskur klovnur í sirkusinum - far og hygg at honum eina løtu, so gloymir tå allan tin trega”. “Jú, men tað er bara tað", svarar maðurin, “at hasin klovnurin tú tosar um - tað er eg”. Soleiðis er leikluturin hjá so ómetaliga nógvum fólk- um. Í síni tráan eftir at gera onnur nøgd og vera so, sum hini vilja at tey skulu vera, leggja tey seg sjálvi og sínar egnu dreymar til viks. Tað verða ólukkulig innaní, hóast tey kanska eru vinn- arar uttaná. Í einum lítlum samfelag sum okkara, er tað sosiala trýstið helst stórri enn aðra- staðni. At standa við sítt er í veruleikanum ein stand- andi avbjóðing hvønn ein- asta dag. Mugu vera støduføst Í eini søgu hjá Eli Wisel er ein prædikumadur, sum kemur til Sodoma. Hann finnur sær ein kassa at standa å, og fer at prædika fyri = sodomabúgvum. I fyrstuni er fitt av fólki og lurtar eftir honum, men orð- ini rína ikki við tey. Og sum tíðin gongur, verða tey færri og færri, sum yvirhøvur tíma at steðga á. Til endans stendur maðurin einsamall- ur og prædikar - eingin lurt- ar. Tá kemur einferð ein yvir til hann, og spyr hvussu tað ber til, at hann tímir at halda fram. “Dugir tú ikki at síggja, at tú aldrin í verðini fert at klára at broyta okk- um”, spyr hann. Jú, svarar prædikumad- urin, tað skilji eg. Tá eg hal- di fram at prædika kortini, Mynd: Jens Kristian Vang so er tað, fyri at tit ikki sku- lu broyta meg. Um tit ikki royna at vera sum hesin prædikumaðurin og alla tíðina halda tykkum til tað, sum er virðismikið fyri tykkum, so fara tit um koll. So verða tit ikki tykk- ara egnu harrar; so vera tit ikki frí menniskjur, so vera tit ein anonymur partur av massanum - another brick in the wall. Tí tann sum ikki roynir at liva soleiðis, sum hann hugsar - hann endar vi at hugsa, sum hann livir. Og tann sum ger tað, livir ikki veruliga - hann bara er. Ein treyt fyri at liva sum man hugsar - tað er sjálv- sagt, at man hugsar. Ein treyt fyri at kunna standa við síni ideal - tað er at man hevur nøkur ideal. Og tad er i dag ofta van- ligt at hoyra fólk siga, at tað hava tey ikki. Tey meina einki, tey vilja einki, tey hava ongan dreym, einki mál, ikki áhuga fyri nøk- rum. Kanska onkur av tykkum eisini sigur so. Men tað er ikki so. Okk- urt býr í øllum. Onkustaðni inni í tykkum er ein rødd sum sigur: Hetta er tað, eg haldi! Hetta eru míni virði! Hetta er mín áhugi - tað er hetta, eg vil! Tann sum ikki torir at lurta eftir røddini og standa við síni virði, hann endar við at sleppa teimum - og so stendur hann uttan mál og mið í lívinum. Menniskju uttan mál og mið, enda við at blíva líka- sæl. Einki hevur týdning fyri tey, einki hevur meining - lívið verður virðisleyst. Tað verður ikki ein gáva sum skal brúkast, men ein byrða sum skal fyribeinast. Líkasæla skapar fordómar Henda líkasæla er ein stór fólkasjúka bæði í Før- oyum og í ollum vestur- heiminum. Fólk hava slept sínum grundleggjandi virð- um, og tí verður teirra lív eitt stórt vakuum. Tað verð- ur eitt konstant og desperat stríð fyri at sláa dagarnar í hel og halda kensluni av tómleika burtur. Larmur, undirhald, = materialisma kemur í staðin fyri tað, sum kundi givið lívinum veruligt virði. Hetta skapar dovin, snæv- urskygd, fordómsfull og bangin fólk. Tí tann sum ikki stendur á tryggari grund sjálvur - hann ræðast altíð fyri, at onnur skulu koyra hann um koll. Tað eru trødini við veikum rótum, sum fara í vindinum. Tann, sum einki meinar, hann torir ikki at møta teimum, sum meina nakað. Hann læsir seg inni. Nøkur av sjónarmiðunum sum hava verid at sæd og hoyrt f ordaskiftinum i Før- oyum um flóttarfólkini úr Kosovo, eru dømir um hetta. At vit ikki vilja hava neydstødd fólk hendanveg- in, tí tey hava eina aðra trúgv enn vit - tað sigur meira um okkum og okkara trúgv, enn tað sigur um tey og teirra trúgv. Tá ein villur gullkálva- dansur rendi okkara sam- felag um koll í åttatiårunum - tá var tað eisini tekin um, at tjóðin var farin frá sínum søguligu, mentanarligu og átrúnaðarligu virðum. Tað er eingin sum kann forða fyri, at eisini tit so- leiðis sovna burtur í einki - uttan tit sjálvi. Og tað gera tit við at standa við tær meiningar og tey virði og tað lív, sum tit halda vera rætt. Hetta merkir sjálvsagt