mikudagur 23. juni 1999síða 10
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 116 - 23. JUNI 1999 tíðindablaðið 505/2/177 2
nemme ED 7 Ds
ikki, at tit skulu venda sam-
felagnum bakið og liva sum
egoististar.
Líka so týdningarmikið
sum tað er at tit eru sjálv-
stødug - líka so tydningar-
mikið er tað, at tit kenna
tykkum sum partur av sam-
felagnum. Tað besta og
mest livandi samfelagið fáa
vit, tá tey sum búgva í tí
hvor á sín hátt eru eitt sindur
original.
Og tit hava skyldu til at
gera tykkara til, at tað sam-
felag, tit eru partur av, verð-
ur gott og livandi.
Tí tit hava fingið nógv frá
samfelagnum. Tit skulu ikki
gloyma, at teir møguleikar
tit hava í dag - teir eru ikki
komnir av sær sjálvum.
Tað er ikki so øgiliga
langt síðani, at students-
prógv var nakað, sum bara
nøkur heilt få høvdu at-
gongd til. Tá tað var nakað
heilt serligt at blíva stud-
entur.
Nú eru dyrnar inn til teir
møguleikar sum liggja í
students- og HF-próvnum,
opnar fyri næstan gll. Tit eru
farin ígjógnum tær - og hó-
ast hetta er ein serlig tíð hjá
tykkum, so ger tað ikki
tykkum til nakað serligt.
Tað er tvørturim6ti nett-
upp tað, sum er tað serliga -
at tað ikki er so serligt. Tað
serliga er, at í Føroyum
kunnu næstan gll, sum vilja
tað, fáa hesi prógv.
Tað serliga er at í
Føroyum hava øll møgu-
leikar.
Tað eiga tit at vera tilvitað
um og hava virðing fyri. Tit
sleppa at læra, ti at hini -
ella samfelagid - rindar
fyri tað.
Og tað skulu nógvir tosk-
ar dragast úr havinum og
tað skal nógvur skattur
krevjast frá verkamanni-
num áðrenn samfelagið
kann gjalda fyri tykkara
skúlagongd.
Tá hini vilja rinda fyri
tað, so er orsøkin, at við
vitan eigur at fylgja áhugi,
og við áhuganum eigur at
fylgja hugurin at virka. At
taka á seg ein part av á-
byrgdini fyri, at tann organ-
isman sum okkara samfelag
er, livir og mennist.
Tit hava notið gott av at
vera partur av hesi organ-
ismuni. At hon framyvir fer
at hava lív og góða heilsu -
tað er tykkara ábyrgd. Tykk-
ara lærdómur eigur at gagna
okkum øllum.
Mugu taka ábyrgd
Tað er so vanligt í dag, at
fólk krevja bæði hetta og
hatta frá samfelagnum. Tey
krevja sín rætt, sum tað eit-
ur. Tí er einki galið í — men
tit eiga ikki at gloyma, at
tann sum krevur av øðrum
— hann má eisini krevja
nakað av sær sjálvum.
Vit eru so fá í okkara
samfelag, at vit hava allar
fortreytir fyri at kunna ala
fram og styrkja ta kensluna
av felagsskapi, sum er so
ómetaliga virðismikil. Tá
hugburðurin er, at tað, vit
gera fyri okkara samfelag,
tað gera vit fyri okkum
sjálvi — tá kunnu vit náa
langt.
Tað verður ofta sagt, at
vit ikki hava hendan hug-
burðin. Saman at standa, var
ei okkum givið, plaga vit at
siga.
Tað er ikki heilt rætt. Tað
mest grundleggjandi eru vit
samd um. Okkara mál og
okkara mentan - alt tað, sum
ger okkum til eitt fólk - tað
standa vit saman um.
Men heldur ikki tað er
komið av sær sjálvum. Tað
er úrslitið av, at nakrir før-
oyingar fyri góðum 100 ár-
um síðani settu sær hetta
sum mål. Ein sjålvstødug,
livandi føroysk mentan - tað
var teirra ideal.
M6tstødan var stór. Nógv
— eisini føroyingar —
vildu heldur, at vit tosaðu
danskt enn føroyskt. Tað eru
bara 30 ár síðani, at før-
oyingar vóru, sum vundu
Dannebrog á stong hátíðar-
dagar.
Men hetta afturhaldið
tapti. Tað tapti so dyggiliga
og so fullkomiliga, at tann
mentanarligi parturin av
sambandsrørsluni er ikki til
í dag. Eingin stríðist aktivt
ímóti okkara málið og okk
ara mentan, eingin er, sum
ikki vil kennast við okkara
Merki.
Vit hava væl og virðiliga
nátt fram á tað mál, sum sett
var tá hendan øldin byrjaði.
Men tann sum ikki støðugt
setir sær nýggj mál — hann
steðgar upp. Sovnar og min-
kar. Tað er bara við at seta
sær nýggj mál og leggja á
seg nýggjar uppgávur, at
menniskjað veksur.
Tað samfelagsliga málið
í dag er, at á sama hátt sum
vit standa á egnum beinum
mentanarliga, so skulu
skulu vit eisini standa á eg-
num beinum politiskt og
búskaparliga. Tað føroyska
innihaldið skal hava ein før-
oyskan karm.
Hetta er eitt natúrligt
framhald av tí mentanarliga
stríðnum.
"Har fløggini blaktra blaktri
eisini mitt” syngja vit i
flaggsanginum - i ynskis-
håtti, tí tað var alla tíðina
tað, sum okkara visioneru
forfedrar vildu. Har sum
fløggini hjá hinum tjóð-
unum blaktra, har skal eisini
okkara vera at síggja.
Gongst sum ætlað, er
hetta aldargamla mál nú
bert stutt frá okkum.
Men tað fer kortini at taka
nógv ár, áðrenn vit hava
bygt upp eina veruliga,
sjålvberandi føroyska sam-
felagsskipan. Tað er ein stór
uppgåva. Ein uppgåva sum
fer at menna okkum og gera
okkum størri og stoltari.
Men vit mugu eisini
verða tilvitad um vandan í
hesi gongd. Hann er fyrst
og fremst ein polarisering
millum tann ekstrema loys-
ingarvongin og tann eks-
trema sambandsvongin.
Sleppa hesir veingir at seta
dagsskránna, so kann tað
føra til, at føroyingar fara í
tveir bólkar. Tað kann føra
til eina ráða, hatska agita-
tión og oyðandi figginda-
skap.
Ødrumegin hava vit teir
mælsku og reyputu nation-
alistarnar, sum síggja
gongdina sum nakað, sum
er vent ímóti Danmark.
Hvørs hugsanir í stóran
mun eru grundaðar á for-
nermilsi og undirlutakensl-
ur. Hetta er tann negativa
Sjúrður Skaale: — Tað er
ikki so øgiliga langt síð-
ani, at studentsprógv var
nakað, sum bara nókur
heilt fá høvdu atgongd til.
Tá tað var nakað heilt
serligt at blíva studentur.
Nú eru dyrnar inn til
teir móguleikar sum liggja
í students- og HF-próv-
num, opnar fyri næstan
oll. Tit eru farin ígjógnum
tær - og hóast hetta er ein
serlig tíð hjá tykkum, so
ger tað ikki tykkum til
nakað serligt.
Tað er tvórturímóti nett-
upp tað, sum er tað ser-
liga - at tað ikki er so
serligt. Tað serliga er, at í
Føroyum kunnu næstan
øll, sum vilja tað, fáa hesi
prógv.
Tað serliga er, at í Før-
oyum hava øll møguleikar
Mynd: Jens Kristian Vang
drivmegin, heldur enn tann
positiva — og hon førir
okkum ongan veg. Vit
kunnu aldrin grunda okkara
egna á beiskleika móti øØr-
um.
Hinumegin hava vit tað
gamla afturhaldið. Tey, sum
umboða trælalyndið í okk-
ara tjóð. Sum ongantíð
hugsa sjålvstødugar tankar,
sum aldrin fara egnar vegir,
sum altíð bara elta, sum fyri
er slóðað.
Eg vóni at tit duga at
síggja, at vit í hesum máli
ikki kunnu elta sum fyri er
slóðað - rætt og slætt tí tað
ikki er slóðað fyri okkum.
Danmark fer ikki sama veg
sum vit. Vit noyðast at
ganga okkara egna veg, og
finna okkara egna pláss. Vit
noyðast at líta á okkum
sjálv i.
Og tað er í veruleikanum
tað, alt snýr seg um. At hava
dirvi til at líta á seg sjálvan.
Tað er bara tann sum íkki
lítir á seg sjálvan, sum ræð-
ist sítt egna frælsi. Og tann
sum ræðist sítt egna frælsi -
hann ræðist seg sjálvan.
Tað eru tað tíverri nógvir
føroyingar, sum gera. Mót-
vegis tí hjá nationalistunum,
so er hugburðurin hjá hes-
um fólkum grundaður á leti,
mótloysi, og ótta. Og tá
hann sleppur at ráða ger
hann okkum dovin, dirvis-
leys, veik og bangin.
Tann mentanarliga
tjóðskaparrorslan sigraði á
hesum hugburði fyrr i øldini
— tí eru vit ein sameind tjóð
í dag.
Tað sum krevst av okkum,
nú vit fara inn í næstu øld,
tað er at vit ikki lata hendan
hugburð vera tað, sum stýrir
okkara politisku avgerðum.
Líka so týdningarmikið
sum tað er at tit sum
persónar tora at líta á
tykkum sjálvi - líka so
týdningarmikið er tað, at vit
sum samfelag hava dirvi til
at líta á okkum sjálvi, at
standa við okkara egna —
og fara okkara egnu vegir.
Hvor vegurin verður - tað
er m.a. upp til tykkum.
Eg vóni at tit taka ta
ábyrgdina í álvara og at tit
fara at liva sum vakin,
virkin menniskjur.
Takk fyri og gott summar.
Mikudagin 23/6 hava vit
nógv góð tilboð av
føroyskum
troyggjum og tégvi
Tógvhandilin
IGLOO
Sverrisgøta 19
Tórshavn
TIf. 315264
Fax 319623