mikudagur 23. juni 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
JoEL CoLE
Fyri fólk uttan fyri Amer-
ika, er tað eingin betur um-
tóktur máti at ímynda sær
USA uppá, enn frá myndu-
num, vit síggja í Holly-
wood-filmum. Uttan mun
til, hvussu óviðkomandi og
ógvuslig hesi inntrykkini
eru, geva tey oftast eina
mynd av, hvussu lívið í stat-
inum Kalifornia er.
Kalifornia við sínum
longu hvítu strondum, sól-
brendu kroppum, "make-it-
rich-quick"- mentaliteti-
num, er dreymurin hjá
mongum ungum ferða-
manni og studenti. Staturin
dregur til sín og hevur sína
egnu sjarmu, sum er trupul
at lýsa. Ein, sum upplivir
henda spennandi western-
statin, er 25 ára gamli
Hjálmar Hátún úr Havn.
Hjálmar hevur búð i Føroy-
um, Danmark og Noregi, og
lesur nú alisfrødi á UC
Berkeley í Kalifornía. Eg
samskifti við
Hjálmar via email fyri at
fáa at vita, hvussu tað hevur
gongst honum í Amerika.
Joel Cole: Hví valdi tú
Kalifornia til framhaldandi
lestur?
Hjálmar Hátún: Orsøkir-
nar til, at eg valdi skúla í
Kalifornia eru fleiri. USA
hevur fleiri sera viðurkend
universitet, og fysiklabora-
toriini eru millum tey allar
bestu. Slíkar starvsstovur
eru sera kostnaðarmiklar,
og amerikanarar hava í
mong ár dugað best at fíggja
slík. Hetta ger, at gransk-
ingin er á sera høgum stødi,
og alisfróðingar koma
hendan vegin fyri at granska
í økjum, sum ikki eru møg-
ulig í heimlandinum. Ein
fær tí sera góðar fyrilesarar
her, og upp á ein máta „fing-
urin á pulsin“. Eisini var
tað forvitnisligt at búgva í
hesum stóra og sentrala
landi í eitt ár.
- Eg kom inn á Berkeley
universitet ígjógnum skip-
anina „Concurrent Enroll-
ment“, ið er fyri útlendskar
studentar, sum vilja hava
eitt sindur við av hesum lær-
istaði. Hetta ger, at eg ikki
havi heilt somu rættindi
sum vanligir UC Berkeley
studentar, men fái tó akk-
urát somu undirvísing, og
hetta fyri um 30.000 kr, í-
staðin fyri tær um 150.000
krónurnar sum ein vanligur
studentur má gjalda um
árið.
JC: Hvat er eftir tínum
tykki tað mest órógvandi í
amerikonsku mentanini?
HH: Miðalamerikanarin
er sera lítið upplýstur um,
hvat hendir uttan fyri USA.
Og hann leggur ikki í held-
ur, tí tey síggja USA sum
verðina, og tað sum liggur
uttan fyri hevur minni týdn-
ing. Fáir amerikanarar hava
verið td. í Europa, og hetta
ger, at nýskapandi tankar
um orkusparing, umhvørvi
0.1, hava ilt við at finna fót-
afesti her.
Teir síggja seg sum verð-
inspoliti í politikkinum, og
hava ein sera ignorantan
tíðindablaðið 5052 17!
hugburð yvir fyri restini av
verðini. Teir síggja sær rætt-
in til eina orkunýtslu pr. í-
búgva, ið er fleirfaldað sam-
anborið við eitt miðaltal fyri
restina av verðini.
JC: Nú tú hevur búð og
lisið í fleiri ymiskum lond-
um, er tað nakað eftir tínum
tykki, sum Føroyar ikki
hava sum eitt altjóða sam-
felag?
HH: Hvat krevst fyri at
vera eitt altjóða samfelag?
Ein kann siga, at oyggjarnar
eru ov smáar og fjarskotnar
til nakrantíð veruliga at gera
seg galdandi millum tey
stóru. Eru jú bert ein prikkur
á atlassinum, so fólk flest
kenna ikki til hetta stað -
um nakar ger, so er tað í
sambandi við fótbólt ella
grindadráp. Eitt altjóða
samfelag má hava ávirkan
á heildina, marknaðin osfr.,
so at fólk kenna landið tí
tað á ein ella annan máta
viðkemur teimum. Um vit
nú funnu olju, so vildi hetta
so avgjørt sett landið týði-
ligari á kortið, og so er
spurningurin, um Føroyar
eru klårar til at taka tann
åhugan, sum tá vildi komið.
Tá ein ferðast uttan fyri
Norðurlond ella Europa, so
er ein formelt danskari, so
eg rokni eisini við, at verðin
hevði sæð olju úr føroyskari
undirgrund sum danska
olju. Fyri at kalla okkum
altjóða samfelag, so mugu
vit sjálvandi hava heilt
greiðan identitet sum land,
og ikki sum partur av ødrum
landi. Samferðslumgguleik-
arnir, sum teir eru í dag,
kunnu vit ikki kalla inter-
nasjonalar, ti skal ein út í
verðina, so má leiðin liggja
um Danmark,- ella møgu-
liga Ísland um leiðin liggur
yvir til USA. Hetta hevði
nokk batnað um fleiri peng-
ar komu til landið, og stórri
tørvur var fyri samferðslu.
Eg hugsi tá um betri sam-
band við Stórabretland.
Meira umfatandi føroyskar
útbúgvingar krevjast eisini.
Eg veit ikki, hvussu stødan
er nú, men tá eg var á Fróð-
skaparsetrinum máttu lær-
ugreinir steðgast vegna pen-
ingamangul. Eg meini, at
møguligt mátti verið fyri
meira enn Bachelor- út-
búgving, skal ein veruliga
fáa føroyskt útbúgvið fólk.
Hetta má sjálvandi byggjast
á berandi grundarlag.
Føroyskur mentalitetur ber
sjálvandi dám av småsam-
felagi, men eftir at hava lis-
ið í Tróndheimi, ið er byur
við uml. 140.000 íbúgvum,
so meini eg ikki, at vit
standa nakað aftan fyri okk-
ara næstu. Fólk eru sum
heild væl lisin, og eru upp-
lýst um, hvat fer fram rund-
an um okkum. Tað kann tó
nevnast, at vanligi føroyski
hugsunarhátturin ikki er so
sjålvstødugur sum hjá td.
einum San Fransisco-
búgva. Vanligt er í Føroyum
at siga: „Tað gongur nokk“,
meðan her yviri vita tey, at
tey mugu arbeiða fyri síni
vælveru. Sjálvur infra-
struktururin er í lagi, men
skulu oyggjarnar kunna
NR. 116 - 23. JUNI 1999
Nu siggi eg betur vansar og
dygd við mini egnu mentan
En
Hjálmar Hátún hevur lisið i Føroyum,
Noreg og í Danmark. Hann roynir seg
nú á lærdum háskúla í Kalifornia
Hesa ferð Hjálmar Hátún úr Havn, ið lesur á universiteti í Kalifornia
bera ein ídnað, ið kann
kappast á veruligum føti við
aðrar, so má hetta gerast
betur.
Innanoyggja má sam-
ferðslan verða betri, so at
veður og vindur ikki seinka
møguligum framleiðslu
freistum. Eg hugsi sjálvandi
her um undirsjóvatunnil til
Vágar og líknandi verkætl-
anir. Betri flogvøllur krevst
eisini um vit skulu gera
okkum galdandi. Men so vil
eg til síðst seta spurnartekin
við, um vit ynskja at vera
so internasjonal. Eg rokni
við, at tað hevdi kostað
nógv av bygdasjarmuni,
sum vit hava heima, og
hevði sjálvandi ført við sær
trupulleikar sum stórri lond
dragast við.
JC: Umframt eina út-
búgving, hvat tekur tú við
tær heimaftur?
HH: At ganga í skúla er
sjálvandi útbúgving, men
eg má siga, at stóran part
av mínum lærdómi fái eg
uttan fyri skúlan. Ein lærur
at síggja vansar og dygd við
síni egnu mentan, so væl
sum við fremmandum
mentanum. Á hendan hátt
kann ein royna at fáa við
sær tað besta frá báðum, tí
øll lond hava bæði góðar og
ringar síður.
- Eitt meira flótandi
fremmandamál, og betri
førleika at samskifta við
fremmandafólk, kemur eis-
ini við tíðini, og hetta eru
dygdir, sum eg gjarna vil
Føroyingar
sindur
ogna mær.
kunnu vera eitt
„huldusligir“, og eg haldi,
at vit hava gott av at loysa
eitt sindur upp.
- Eg haldi meg longu
hava fingið eina betri mynd
av, hvor verðin er, hóast
langt er eftir á mál. Nú tá
vit tosa um globalisering,
frían streym av informa-
sjon, internet, altjóða fyri-
tøkur osfr., so meini eg tað
vera eina dygd at kenna til
viðurskiftini í ymsum lond-
um. Hetta er ilt at greiða frá,
men um tú í eini arbeiðs-
tødu skalt arbeiða saman
við fólki úr td. Sydney, so
fellur alt lættari um tí kennir
málið, umhvørvid, pengar-
nar, staðarngvn osfr. Tú fært
beinanvegin betri kontakt,
sum er sera týdningarmikið
fyri einum góðum sam-
starvi. Hetta er sjálvandi
serliga sterkt hjá mær við-
víkjandi Kalifornia og
Noregi nú.
Um onkur vil seta seg í
samband við Hjálmar Há-
tún, er hann at hitta á hesi
adressuni egilhat Quclink4.
berkeley.edu ella å hesi adr-
ssuni 2318 Russel St. Berk-
eley, Kalifornia, 94705
USA.
Joel Cole er giftur før-
oyskari kvinnu og byr i
Shakopee i Minnesota.
Hann er listamadur og ar-
beidir sum free-lance journ-
alistur.
Turið Kjølbro
hevur tytt