Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juni 1999síða 12

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 116 - 23. JUNI 1999 nú flogvøll & å Tvøroyri — Batnar samferðslan til og år Suður- oynni ikki, skulu landins myndugleikar rokna vid, at tiltøk verda sett i verk, sigur borgarstjórin á Tvøroyri AKI BERTHOLDSEN —I løtuni liva suðuroyingar sum triðja floks føroyingar. — Og nú er tað eitt fólka- krav í Suðuroynni, at ferða- sambandið norðureftir batn- ar. Páll Vang, býráðsformað- ur á Tvøroyri er ein av teim- um, sum mangan hava víst á, hvussu týdningarmikið ferðasambandið er fyri menningina av Suðuroynni. Men Tvøroyrar Býráð ger meiri enn bara at visa å tørv- in. Tey visa eisini å loysnir. Ti i løtuni er Landsbyggi- felagið i ferð við at leggja síðstu hond á eitt projekt um ein flogvøll á Tvøroyri. Tað er nakað síðani, at Tveroyrar Býráð samtykti at biðja Lansbyggifelagið kanna, um tað bar til at gera flogvøll i Tveroyrar Kommunu. Og um so var at tað bar til, skuldi felagið eisini gera eina meting av, hvussu nógv ein slíkur flogvøllur fór at kosta. Arbeiðið er nú komið so mikið áleiðis, at síðsta hond verður lagt á tað nú, og um stutta tíð verður úrslitið hjá Landsbyggifelagnum hand- að Tvøroyrar Býráð. Páll Vang sigur, at Lands- byggifelagið er komið eftir, at tað ber væl til at gera flogvøll í Kommununi. Landsbyggifelagið ar- beiðir við tveimum ymsum loysnum, men báðir hesir flogvøllimir eru i Froðba, niðanfyri tyrlupallin og inn- eftir ímóti Tvøroyri. Páll Vang sigur, at hann veit ikki, hvussu langir hesir báðir flogvøllirnir eru. Men tað er greitt, at talan er um vellir til minni flogfør og fyrr hevur verið nevnt, at teir helst fóru at liggja um 600-800 metrar. 3. floks føroyingar Påll Vang sigur, at hetta ar- beiðið verður ikki gjørt tí at kommunan sjálv ætlar at at gera flogvøll á Tvøroyri. — Vit gera ongan flogvøll. — Men ætlanin við hesum tiltakinum er at hjálpa Landsstýrinum ávegis at loysa ein sera átrokandi samferðslutrupulleika. — Ætlanin er at handa tíðindablaðið — Landsbygifelagið leggur í hesum døgum seinastu hond á eitt projekt um flogvøll á Tvøroyri. Vit gera hetta fyri at hjálpa landsstýrinum á vegis at loysa ein sera átrokandi samferðslutrupulleika, sigur Páll Vang, Býráðsformaður á Tvøroyri Landsstyrinum projektid og kostnadarmetingina. So stendur tad til Landsstyrid at fara vidari vid målinum, sigur byråds- formaðurin á Tvøroyri. Hann sigur, at býráðið tekur hetta óvanliga stigið tí tað ásanna, at samferðslan til og úr Suðuroynni er so út av lagi vánalig, at tað er ein álvarsligur bági fyri menningina av oynni. — Vit halda, at góðir sam- ferðslumgguleikar eru for- treytin fyri menning í oynni men tann fortreytin er ikki til staðar sum er. Og Tveroyrar Byråd heldur, at flúgving vid flog- fari er avgjørt ein møgu- leiki- sum eisini er nevndur í samgonguskjalinum. Men hann sigur, at tað er eisini eitt treytaleyst krav, at tað verður bøtt um sjó- vegis sambandið millum Suðuroynna og Havnina. — Suðuroyingar hava leingi verið viðfarnir sum 3. floks føroyingar og tað er nú eitt fólkakrav, at Smyril fer at sigla minst tvær ferðir um dagin ímill- um Havnina og Suðuryonna hvønn einasta dag í vikuni, alt árið frá næsta ári at rokna. Býráðsformaðurin á Tvøroyri sigur, at hetta fólkakrav er so sterkt í Suð- uroynni, at verður tað ikki eftirlíkað, kunnu landsins myndugleikar rokna við, at suðuroyingar fara at seta til- tók í verk ímóti teimum. - Hvørji hesi tiltók kundu verðið, kann hann onki siga um enn. — Men nú er nokk tosað, skrivað, nokk biðið og nokk „argumenterað“. — Og tá ið vit síggja, hvussu gott ferðasambandið er aðrastaðni í landinum, og hvussu nógvur penngur verður lagdur í aðrar partar í landinum til alskyns enda mál, skal tað eisini bera til at finna tað neyðugu fígg- ingina til eitt mannsømiligt ferðasamband til Suður oynna Hann vísir á, at viður- skiftini innanoyggja í Suð- uroynni er líka langt“aftur- útsiglt sum sambandið norðuúreftir. - Vegirnir eru gjørdir í fimti- og sekstiårunum og stór strekki eru at kalla ikki rørd síðani uttan tað, at as- falt er lagt á tey. Hann sigur, at sjálvandi er tað eitt framstig, at tvær milliónir afturat vórðu játt- aðar til Suðuroyarsigling- ina, men at suðuroyingar eru langt frá nøgdir um ikki okkurt meiri hendir Tær báðar milliónirnar røkka til nakrar eykatúrar hjá Smyrli í summar. Men tann, sum fær nyttu burturúr teimum túr- unum eru mest ferðafólk og ítróttarfólk norðanfjørðs Hinvegin hava ) ingar og vinnulívið í Suð uroynni eisini brúk fyri góð um ferðasambandi um vet urin suðuroy- Páll Vang sigur, at so at siga tað einasta sum er hent á samferðslugkinum í Suð- uroynni er, at ein túrur er fluttur av Tvøroyri til Vágs Men tað er týdningar- leyst fyri suðuroyingar. — Tað, vit hava brúk fyri, eru fleiri túrar. So kann tað fyri so vítt gera tað sama, hvar í oynni, skipið siglur, sigur Páll Vang. AK! BERTHOLDSEN Nú skal samstarvið ímill- um teir tríggjar høvuds- stadirnar i Utnorðri styrkjast. Fundur imillum um- bod fyri byrådini i Tors- havn, Reykjavik og Nuuk hevur júst verið í Reykjavík. Leivur Hansen, Bý- ráðsformaður í Havn sig- ur, at á tí fundinum varð avtalað gjørd um at stovna ein grunn, sum Umboð fyri býráðini í Tórshavn, Reykjavík og Nuuk hava stovnað ein grunn sum skal stimbra sam- starvið ímillum bæði londini skal stuðla ymsum ymsum tiltøkum á mentanarliga, undirvísingarliga og ítrótt- arliga økinum, har áhuga- mál úr minst tveimum av høvudsstadunum eru uppi í. Talan er um Felagsgrunn- in Nuuk, Reykjavík, Tórs- havn, sum umboðini fyri tey trý býráðini nú hava sam- tykt at stovna. — Endamålid vid grunn- inum er at styrkja forståilsi og samstarvid imillum pol- itikararnar og borgarnar f teimum trimum høvuds- stødunum. Og tad skal so gerat vid at stuðla tiltøkum á áður- neyndu økjum, sigur Leivur Hansen. Samstundis er grunnurin Tórshavn- Nuuk, sum varð stovnaður í 1988, tíkin av. Býráðsformaðurin í Havn sigur, at sostatt er tað í veru- leikanum talan um, at Grunnurin Nuuk Tórshavn er víðkaður til eisini at um- fata Reykjavík. Men samstundis er grunnurin styrktur, so at hann nú fer at stuðla til- tókum hvort ár afturímóti tí gamla grunninum, sum bara veitti stuðul annadhørt ár. Nú skulu so býráðini í teimum trimum høvuds- staðunum góðkenna reglu- gerðina. Reykjavíkar Býráð skuldi viðgera reglugerðina í dag, Tórshavnar Býráð fer at viðgera málið hóskveldið, men tað er óvist, nær bý- ráðið í Nuuk fer at sam- tykkja grunnin. „000 krónur tí gamla Nuuk-Tórshavn grunninum stóðu 300.000 krónur. — Men Reykjavíkar Býráð er sinnað at betala 150.000 krónur í hann afturat, so at grunnurin kemur uppá 450.000 krónur sigur bý- ráðsformaðurin í Havn. --Afturat tí, skal hvort bý- ráð binda seg til at betala 53.000 krónur í grunnin um árið. Leivur Hansen sigur, at hann sær hetta sum ein frá- Samstarvið imillum Torshavn, Reykjavik og Nuuk skal styrkjast likan møguleika at styrkja og menna sambondini ímill- um teir triggjar høvudsstad- irnar í útnorðri. Næsta ár verður fundur í Reykjavík. Hetta kemst av, at tí, at í íslendski høvuds- staðurin er ein av teimum níggju býunum í Evropa, sum eru útnevndir at vera mentanarbýir komandi ár. Hinir báðir norður- lendsku býirnir eru Helsing- fors og Bergen. — Í hesum sambandi ætla íslendingar at gera nógv burturúr og tað verða ein ørgrynna av mentanartiltøk- um å skrånni alt årid, m.a. verða fleiri stór, altjóða til- tók. Leivur Hansen sigur, at stórur møguleiki er fyri at fáa onkur av teimum tiltøk- um, sum vera í Reykja- vík, tá, til Nuuk og Tórs- havn eisini. — Samstundis eru ís- lendingar sera áhugaðir fyri at fáa tiltók úr Havn og úr Nuuk til Íslands í sambandi við mentanar- árið. Í tí sambandinum er Tórshavnar Býráð við í einum arbeiðsbólki, sum stjórin í Norðurlandahús- inum er samskipari í. — Endamálið við tí ar- beiðsbólkinum er boða íslendingum frá, hverji tiltøk vit vilja hava til Føroyar. Og samstundis er endamålid eisini at fåa at vita frå islendingum, hvørji føroysk tiltøk teir vilja hava yvir, sigur Leivur Hansen.