mikudagur 23. juni 1999síða 34
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Eirikur Lindenskov Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
ítróttarskrivari:
Emil L. Jacobsen
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Í, uppseting og prent:
Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post sosialurin.fo
Flogbrúgv
til oll grannalondini
Oddagrein
Í gjár fór Atlantsflog undir rutuflúgving
millum Feroyar og Stavanger í Noregi.
Flogið verður eina ferð um vikuna, men
longu í næsta ár er ætlanin at víðka rutuna
til tveir túrar um vikuna.
VIÐ hesi rutuni hevur foroyska flogfelagið
rutur til flestu av okkara næstu granna-
londum. Frammanundan verður flogið til
Danmarkar, Skotlands, Ísland og Grøn-
lands.
TAÐ er at fegnast um, at Atlantsflog víðk-
ar sítt virksemi. Hetta merkir, at tað gongur
væl hjá felagnum. Sum so hevur víðkanin
av rutunetinum hjá Atlantsflog stóran sam-
felagsligan týdning. Hon byggir brúgv
millum Føroyar og grannalondini, og tað
fer at fáa positivar avleiðingar á nógvum
økjum. Her verður bæði hugsað um handil
og vinnulív og um mentan.
FØROYAR liggja fjarskotnar úti í Atlants-
havi, og tað hevur alstóran týdning fyri
menningina av hesum samfelagnum - nu
tað eisini verður tosað um størri sjálv-
bjargni, sjálvstýri og fullveldi - at sam-
ferðslan til umheimin er góð.
AT tað nú er flogsamband við Aberdeen
og Stavanger, sum verða mettir sum olju-
hovuðsstaðirnir í okkara parti av heim-
inum, er av alstórum týdningi fyri eina
komandi foroyska frálandavinnu. Við hes-
um sambandi ber til skjótari, lættari og
bíligari at leggja lunnar undir nýggjum
vinnuvirksemi her á klettunum.
TANN tíðin tå alt skuldi ganga gjøgnum
Danmark er soga. Ikki tí - flúgvingin millum
Danmark og Foroyar eru ómetaliga týdn-
ingarmikið - men hon er ikki nóg mikið.
Tá hugsað verður um framtíðar torvin og
avbjóðingar, so mugu vit venda eyguni
móti ødrum londum eisini. Og her koma
bæði Skotland og Noreg helst at hava
stóran týdning sum frálíðir. Og sjálvandi
eisini grannar okkara fyri norðan, Ísland
og Grønland.
VIÐ Smyril Line og Atlantsflogi nokta vit í
stóran mun tørvin á fólkaflutningi millum
Føroyar og umheimin. At bæði hesi felog
eisini hugsa um at gera iløgur í nytt skip
og enn eitt flogfar er eisini vert at hava í
huga, nú vit fara inn í eina nýggja old.
Men tað er greitt, at so fá sum vit eru, so
krevja slíkar iløgur bæði dugnaskap og
professionalismu. Vit seta so okkara álit
á, at Smyril Line og Atlantsflog borga fyri
hesum. Tillukku við nýggju rutuni tit oll
hjá Atlantsflogi.
Sosialurin
Talvudagurin hjá
Sjomansmissionini
Hin føroyska Sjóansmissi-
ónin er partur av arbeið-
inum hjá Kirkjuligu Heim-
amissiónini í Føroyum. Í
gott áttati ár hevur hon
roynt á ymiskan hátt at ver-
ið har, sum føroyskir sjó-
menn hava verið við sjó-
mansheimi, sjómansstovu
ella við sjómanstrúboðara.
Umframt sjómansheimini
so eru hálvthundrað sjó-
manskvinnuringar knýttir at
Sjómansmissiónini. Sjó-
manskvinnuringarnir stuðla
bæði andaliga og handaliga
við forbøn og peningi. Tær
gera eisini teir vælumtóktu
jólapakkarnar til sjófólkið.
Sjémansmissiénin hevur
skrivstovu í Nesvík og hev-
ur ein sjómanstrúboðara í
starvi. Hann hevur árliga
uml. 300 vitjanir umborð á
skipum og bátum.
»Øll« føroysk skip hava
frå Sjómansmissiónini fing-
ið sangbøkur, andaktsbók,
lestrabók, sjónbond við
andaligum innihaldi o. a.
umborð. Hetta gevur sjó-
fólkinum møguleikar fyri at
hava lestur og andaktir um-
borð. Í vetur hevur eisini
verið arbeitt við at givið út-
róðrarbátunum andaktsbøk-
ur.
At alt hetta fjølbroytta ar-
beiðið er gjørligt kemur av,
at tað eru fleiri, sum hava
kærleika og umsorgan fyri
sjófólkinum og fyri sjó-
mansmissi6nini.
Sjómansmissiónin fær
ongan almennan stuðul, og
tí eru tað tær frívilligu gáv-
urnar, sum bera arbeiðið
fíggjarliga.
Prædikuteksturin sunnu-
dagin 4. juli er um fiskiveiði
Pæturs Luk. 5,1-11. Tá er
samstundis innsavnan í
flestu kirkjunum til arbeiðið
hjá Sjómansmissiónini.
Hervið skal ljóða ein hjart-
ans tøkk til øll tykkum sum
stuðla, og sum virkað í og
fyri Sjómansmissiónini.
Guð signi sjófólkið og
sjómansmissiónina!
>Náttúran og menniskja«
I Nordoyggjum hevur i
tiggju år verid skipad fyri
midsummarhaldi.
Hetta haldið undir heitin-
um »nåttåran og menn-
iskja« verður í ár leygardag-
in 26. juni í Grøvini í Klaks-
vík.
Haldið byrjar kl. 14
seinnapartin, tá ið skótarnir
tendra eldarnar, so oll, ið
eru har kunnu gera brúk av
teimum til at steikja eitt-
hvort á.
Fram móti kl. 19 um
kveldið syngja skótarnir
skótasangir og kl. 19 verður
so fólkafundur, har Char-
lotta Thorsteinsson, skóta-
leiðari og lærari, flytir fram
rødu. Aðrenn og aftaná
verður sungið úr sangheft-
inum við hjálp frá góðum
sangkreftum í Klaksvík.
Síðani verður bálið tendr-
að niðri í mølini, meðan
hildið verður fram við
sangi.
Verða líkindi, verður farið
ein gongutúr út í náttúruna,
og í ár er ætlanin at ganga
norð á Skarð, og tá ið komið
verður norður verður greitt
Mitsubishi
Galant GLS
Hesin Mitsubishi Galant GLS frá 1989
er til solu. Biluirn hevur koyrt 154.000
km.
Prísur: 25.000 krónur
tel 318558 ella 311820 lok 119
frå bygdini og bygdasøguni.
Gott er at ganga, men tað
er ein drúgvur túrur, einar
tveir til tríggjar tímar hvønn
vegin, so roknast kann við,
at túrurin tekur uml. sjey
í Klaksvík
tímar.
Við vón um gott veður,
ein góðan dag og gott
summar.
»Tøkkir uttan tøl«
Hervið sendir undirritaði tykkum gll-
um mínar kærastu tøkkir, øll tit, ið
mintust til min fødingardag 17'inda i
hesum í 1914.
Lat meg fyrst takka fyri øll blómu-
tyssini og aðrar gávur. Pakkar, fjarrit,
bróv við korti v.m. Fyri ikki at gloyma
allar uppringingarnar við góð ynski
fødingardagin. Tó so, er ein serstøk
tøkk til tykkum øll starvsfólkini á
»Sosialinum« fyri blómutyssi og øll
góðynskini. Fyri øll geldir, at ongin er
nevndur, men er heldur ongin úti-
gloymdur. Enn eina 1000 stóra tøkk
øll somul.
Hentzar Joensen