mikudagur 23. juni 1999síða 38
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Skjótt greitt hvor
kommunulæknin
verður
Í lótuni viðger kommunulæknaráðið inn-
stillingina, og tá ið tilmælið er liðugt, tekur
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna
í almanna- og heilsumálum avgerð um,
hvor áttandi kommunulæknin í Havn verður
TURIÐ KJØLBRO
Tað er nú ein mánaði síð-
ani, at by- og bygdaráðini
í Sudurstreymoy vóru lið-
ug við at gera innstilling
til, hvønn tey kundu hugs-
að sær í áttanda kommun-
ulæknastarvið, sum verð-
ur sett 1. september. Fýra
umsóknir komu inn til
starvið, og sum skilst hav-
a allar kommunurnar, tað
vil siga Tórshavnar
kommuna, Kirkjubøar
sóknar kommuna, Nóls-
oyar kommuna og Hests
kommuna, innstillað Jens
Andreassen, lækna á
Landssjúkrahúsinum, til
starvið.
Eftir teirri nýggju
kommunulæknalógini, er
tann reglan komin, at eitt
ráð skal meta um umsekj-
ararnar og tað verður gjørt
í hesum førinum. Ráðið
fekk málið til viðgerðar
fyri tveimum vikum síð-
ani, og tá ið tað hevur tik-
ið stóðu, taka fyrisitingin
í Almanna- og heilsumál-
astýrinum og eg endaliga
stóðu til, hver verður
settur. Eg rokni við, at tað
verður rættiliga skjótt,
sigur Helena Dam á
Neystabø, landsstýris-
kvinna í almanna- og
heilsumálum.
Innstillingin av komm-
unulæknastarvinum hesa
ferð, er søgulig. Tað er
nevniliga síðstu ferð, at
bý- og bygdaráð sleppa at
gera tilmæli um, hvønn
tey halda vera best skikk-
aðan, tá ið nýtt komm-
unulæknastarv skal setast.
Nýggja skipanin fyri
kommunulæknarnar áset-
ir nevniliga, at eitt ráð við
umboðum fyri kommunu-
læknar, sjúkrakassan og
Almanna- og heilsumál-
astýrið metir um umsekj-
ararnar, áðrenn komm-
unulæknastarvið verður
sett.
Nýggi kommunulækn-
in byrjar í starvinum 1.
september, og hann fer
saman við Selva W. Ol-
sen, kommunulækna, at
halda til í nýggju lækna-
midstødini, sum í løtuni
verður bygd í Gundadali.
Svii skrivar um
Føroyar
Birgitta Hylins sti-
pendium 1999 før til
Per Olav Berg, sum
skrivar serritgerð
um Føroyar
TURIÐ KJOLBRO
Á fundi í januar í år.
gjørdi stýrið fyri Birgitta
Hylin grunnin av, at Per
Olov Berg fær Birgitta
Hylins stipendium 1999.
Hetta stendur at lesa í
blaðnum Tíðindablað-
num, sum er limablað hjá
felagnum Samfundet
Sverige - Fárðarna.
Per Olov Berg arbeiðir
við at skriva eina serrit-
gerð í evninum human-
vistfrødi um Føroyar.
Humanvistfrødi er ein
tvørvisindalig grein og
fatar um menniskjad og
umstødur hennara. Per
Olov Berg arbeiðir í rit-
gerðini sambært prin-
sippinum Umsorgan fyri
jørdini.
Ritgerdin er bytt i try.
Tveir teir fyrstu partarnir,
ið eru lidnir, eita åvikavist
»Føroyska bóndasamfel-
agið“ og .Føroyar frå
bóndasamfelag til fiski-
vinnusamfelag“. Triði og
seinasti parturin eitur
„Hverjar eru vistfrødiligu
og samfelagsligu møgu-
leikarnir at forsyrgja Før-
L«
oya fólk
Per Olav Berg
Í februar í ár fekk Fisk-
imannafelagið vitjan av
Per Olov Berg, og tá stóð
hetta at lesa í FF-blað-
num:
- Tað er altíð stuttligt at
hitta útlendingar, sum
hava áhuga fyri Føroyum,
og hesir eru ikki altíð so
fáir heldur. Fiskimanna-
felagið er so heppið, at
fleiri útlendingar hava
lagt leiðina fram við hjá
okkum. Í summar vórðu
vit so uppringdir av ein-
um svia, Per Olov, sum
segði seg vera lesandi.
Hann skrivadi uppgåvu
um Føroyar og vildi fegin
koma inn å skrivstovuna
å Bryggjubakka at fåa
nærri upplysningar. Tá ið
hann so saman við dóttir
síni kom inn á gólvið,
vísti tað seg, at student-
urin var 78 ára gamal!
Hann hevði verið lærari
og var farin frá við eftir-
løn. Tá heyði hann valt at
fara at lesa hægri lestur,
og hann hevði valt í síni
høvudsupggåvu at skriva
um Føroyar”.
tíðindablaðið
Foreldrini svar
NR. 117 - 24. JUNI 1999
Savnsmynd
innan eina viku
Kærurnar, sum åvikavist Foreldrafelagid og tveir påpar i Havn sendu Komm-
unala Eftirlitinum í fjør, verða avgreiddar í hesum mánaðinum
TurID KJØLBRO
Tað var miðskeiðis í nov-
ember í fjør, at Felagið fyri
foreldur at småbørnum í
Havn, vanliga nevnt For-
eldrafelagið, kærdi Tórs-
havnar býráð til Kommun-
ala Eftirlitið fyri at gjalda
út kontantstuðul til foreldur
uttan at hava lógarheimild.
Tórshavnar býráð fekk rætt-
iliga skjótt kæruna til um-
mælis og sendi lógardeild-
ini í Tinganesi ummæli av
kæruni fyri jól.
Nakað um somu tíð
kærdu tveir pápar í Havn
Tórshavnar = byråd — til
Kommunala Eftirlitid fyri at
umsita bidilista, upptøku til
dagstovn og dagrøkt i strid
vid galdandi rætt. Triggjar
vikur eftir, at Kommunala
Eftirlitið hevdi fingið kær-
una, sendi Løgmansskriv-
stovan kæruna til ummælis
hjá Tórshavnar býráð og Al-
manna- og heilsumálastýr-
inum. Løgmansskrivstovan
fekk svar haðani í januar.
Og hóast sjey mánaðir eru
gingnir síðani, at báðar kær-
urnar komu á borðið hjá
Kommunala Eftirlitinum í
Tinganesi, og tey, ið kærdu,
fleiri ferðir hava rykt eftir
svari og hava fingið lovað
skjótt svar, eru tær ikki av-
greiddar enn.
Hví tekur tað so langa tíð
at avgreiða tvær kærur, sum
at sýnast til ikki eru so fløkt-
ar!
- Eg vil ikki siga, at tær
eru so einfaldar. Høvudsor-
søkin til, at kærurnar ikki
eru avgreiddar enn er, at lítil
orka er at avgreiða tær. Ég
dugi væl at síggja, at ov
long tíð er gingin, men tí-
verri hevur tað ikki eydnast
mær at avgreiða tær so
skjótt sum eg havi lovað,
sigur Søren Pram Sørensen,
á Kommunala Eftirlitinum
á lógardeildini i Tinganesi.
Nær kunnu tey, ið hava
kært, vænta svar í málinum?
- Eg tori ikki at áseta
nakra dagfesting, men tað
verður í hesum mánaðinum,
sigur Søren Pram Sørensen.
Urslitid, ið Kommunala
Eftirlitið kemur fram til við-
víkjandi kæruni hjá Foreldr-
afelagnum um kontant-
gjaldið, kann fáa ávirkan á,
um gjaldið verður verandi
ella tikid burtur - alt eftir
um Eftirlitið gongur kæruni
á meti ella ikki. Hin kæran,
ið snúði seg um upptøku-
reglurnar, hevur longu havt
ta ávirkan, at nýggjar reglur
eru samtyktar í Tórshavnar
býráð og koma í gildi so
skjótt Dagstovnaskriv-
stovan í býráðsumsitingini
hevur tikið eitt nýtt teldu-
forrit í nýtslu. Sum skilst
verður tað í heyst ella í sein-
asta lagi 1. januar næsta ár.
Higartil til fánýtis
Foreldrafelagið í Havn hev-
ur til fánýtis fleiri ferðir
munnliga og skrivliga heitt
á Tórshavnar býráð um at
taka kontantstuðulin til for-
eldur at småbørnum í aldri-
num 6-12 mánaðir av. By-
ráðið sigur í ummælinum til
kæruna, at tað metir seg
hava heimild at útgjalda
stuðulin vísandi til, at talan
er um stuðul, sum verður
veittur í ásannan av, at
kommunan fyribils ikki
megnar at útvega nóg nógv
ansingarpláss eftir galdandi
reglum. Afturat hesum
kemur, at býráðið í 1988
gjørdi av at veita ein likn-
andi styrk og boðaði lands-
stýrinum frá. Tað fyriliggur
einki um, at landsstýrið
hevur gjørt vart við, at hetta
ikki bar til.
Kontantstuðulin kom í
gildi 1. juli í fjør. Á fíggjar-
lógini í ár eru 1,8 mill. krón-
ur tókar til endamálið. For-
eldrafelagið hevur víst á al-
ment, at kontantgjaldið er
ikki nøkur loysn, men held-
ur hinvegin ein stuðul til
svarta dagrøkt meðan bíði-
listin til ansingarpláss í
kommununi alsamt veksur.
Ístaðin eigur Tórshavnar
kommuna eftir tykki For-
eldrafelagsins at brúka pen-
ingin til tiltók, ið kunnu
koma børnum í kommununi
til góðar í fleiri ár framyvir.