Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-23, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juni 1999síða 37

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 117 - 24. JUNI 1999 tíðindablaðið Sunnudagsskúlalegurnar byrja: Nú skúlarnir fara í summarfrí, byrja summarlegurnar hjá sunnudagsskúlunum. Í Legu- húsinum í Nesvík er fult hús alt summar EDVARD JOENSEN Leguhúsið, sum Heima- missiónin eigur í Nesvik, verður fult av børnum og ungum fólki alt summar. Sjey barnalegur og tvær ungdómslegur verða hetta til skúlarnir byrja aftur. Kristianna Berthelsen, fyrisitingarleiðari hjá Heimamissiónini, sigur, at umframt tær legurnar, sum verða í Nesvík í summar, verða eisini tvær legur åvikavist í Sørvågi og í Por- keri. Kristianna Berthelsen sigur, at tad eru børn, sum heldur vilja fara á smærri legur, enn tær stóru, sum vanliga eru í Leguhúsinum. So tann møguleikan hev- ur Heimamisstónin alla tíð- ina latið staðið opnan. Og so vísir tað seg, at á- hugin fyri hesum legunum er so stórur, at tær umtrent eru líka stórar sum tær stóru í Nesvík. Eini 100 børn eru á hvørjari. Alt í alt fara nakað oman fyri 800 børn á summarlegu hjá heimamissiónini í summar. Talan er um børn, sum ganga í øðrum til sjeynda flokki. Hesar barnalegurnar verða frå 25 juni til 26 juli. Eftir dlavsøku verða so tvær ungdómlegur í Nesvík Umframt verður ein familjulega Nógv fyrireiking Tað krevur nógva fyrireik ing at standa fyri slíkum legum Hædd skal takast fyri so mongum. Ikki minst veðrinum. Vanliga gongur nógv fyri seg uttandura. Men tað verða tó dagar, hóast summ- ar er, tá ikki er útfarandi. Og tá er neyðugt at hava innanduraskránna klára. Sum vera man eru Bíbliu- kunnleiki og andakt fastir tættir á slíkum legum. Men nógv verður gjørt burtur úr kappingum av ymsum slag. Bæði slíkum, sum eru uttandura og innan- dura. Eisini verður dentur lagdur á at hava ymisk ítriv við børnunum, so tey fáa eitthvørt heim aftur við sær, sum tey sjálv hava evnað til, sigur Kristianna Berthel- sen, fyrisitingarleiðari. Sjálvboðin hjáip Tað eru tó ikki bara børn, sum eru á barnalegunum. Onkur skal eisini vera at ansa teimum. Til tess eru sjálvbodnir leiðarar. Og tey eru nógv, sum soleiðis brúka sína tíð í Nesvík og ðrum stóðum, Heima- missiónin hevur sínar legur. Tað er soleiðis, sigur Kristianna Berthelsen, at hvør legan hevur ein høvudsleidara, sum so hev- ur fulla åbyrgd av, at alt koyrir, sum tað skal. Tó er ein persónur, sum burtur av stendur fyri llum keypi av slíkum, sum brúkt verður á legunum. Aftur at sær fær høvuds- leiðarin so teir undirleið arar, sum tørvur er á. Ofta verða tað fólk, sum høvuds leiðarin kennir ella hevur eitthvert samband við. So leiðis kann tað henda, at mestsum heilar bygdir eru á legu í senn. I húsinum eru 96 koyggjupláss, sum býtt eru út á komur við átta plássum í hvørjum. Vanliga er so ein leiðari til hvørt kamar Tað vísir seg, at børnini koma aftur år um år. Og eisini síggjast fleiri teirra aftur á ungdómslegunum, sigur Kristianna Berthelsen. Sjálvandi kostar tað Summarlegurnar hjá sunnudagsskúlunum byrja, nú skúlarnir fáa summarfrí pengar at hava slíkar legur. Men tað verður goldið við ti luttakargjaldi, legurluttak- ararnir lata. Umframt koma gåvur, sum latnar verða til tiltøkini, id hildin verda. Og tad er leidslan sera takksom fyri og letur gjøgnum blaðið heilsa og takka ollum teim- um, sum hava tey í huga- num. Nógv upptikid Leguhúsið í Nesvík verður rættiliga nógv brúkt Húsið er upptikið næstan hvort einasta vikuskifti hið ani og líka til vårs aftur, sigur Kristianna Berthelsen, fynsitingarleidari Heimamisstónin hevur sjálvandi síni egnu tiltøk í húsinum Bibliuskeid, landsstevnur, sangskeid og tað, sum vanliga er. Øll tey føstu tiltøkini, Heimamissi- ónin skipar fyri, verða løgd til rættis í rættiliga góðari tíð. Umfamt verður húsið so leigað út. Tað hendir seg, at ferða- fólk gista í húsinum. Men vanliga eru tað legur Tel #298 31 95 40 Fax #298 31 75 41 biligari FØROYANELE T Nogv virksemi i Nesvik av ymsum slagi, sum eru um vikuskiftini. Familjur - ella vidhvørt heilar bygdir - taka seg saman og leiga húsið eitt vikuskifti, sigur Kristianna Berthelsen, fyri sitingarleiðari hjá Heima missiónini