Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-23, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juni 1999síða 52

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20 tíðindablaðið SOS! NR. 117 - 24. JUNI 1999 Bogaskjúttarnir fara eftir gullinum á Gotlandi EMIL L. JACOBSEN Um vit skulu tosa um før- oyskt gull á Oyggjaleikun- um, skulu vit fyrst og fremst tosa um bogaskjóting. Føroyingar hava altíð verið millum teir stinnastu í hesi ítróttargreinini, og í ár verður neyvan nakað und- antak A Jersey fyri tveimum ár- um síðani vunnu førovsku bogaskjúttarnir fimm heið- ursmerki. Í compound vann Sigrid Vang gull hjá kvinn- um, og føroyska liðið vann eisini gull. Hjá monnunum fekk Schandorff Vang bron- sumerkið. Og í recurve vann Absa- lon Hansen silvur, og liðið fekk bronsu. Utlitini hesaferð eru eis- int góð. Sigrid Vang er stór- favorittur hjá kvinnunum, og roknað verður eisini við, at føroyska liðið fer við gullinum í compound. Góð orsøk tykist vera at hava góðar vónir. Schan- dorff Vang sigur, at oyggja- leikametið í compound frá 30 metrum er 335 stig, men i venjing í seinastuni hevur føroyska liðið ligið um 355 av 360 møguligum stigum! Hann roknar vid, at størsta kappingin fer at koma frå vertunum av Got- landi, sum kanska fåa onkr- an stórskjútta av svenska meginlandinum vid, um- framt frå Jersey, Guernsey og Isle of Wight. Annars er kappingin å Gotlandi broytt i mun til ta á Jersey við tað, at teir eru farnir aftur til >gamla 10'aran«. 10'arin er ringurin í miðj- uni, sum miðað verður eftir. A Jersey varð hann býttur upp í tvey, so tað bleiv tor- fórari at raka tann innasta ringin. Men nú verður tað altso aftur lættari at raka 10'aran, sum hevur fingið uppruna- ligu støddina aftur. Vedur og vindur hevur sum vera man nógv at siga í bogaskjóting. A Jersey vóru nógv trø | | | | Schandorff Vang heilsar upp á Anne prinsessu á Jersey fyri tveimum árum síðani. í ellum forum tvey gullmerki á Gotlandi í ár Feroysku bogaskjúttarnir ætla sær Foroyingar skulu aftur skjóta seg til gullið rundan um skjótibreytina, og tað gjørdi tað heldur tor- ført at rokna vindin út. Iva- samt er, hvussu tað er við hesum á Gotlandi, men so EMIL L. JACOBSEN Teimum flestu sigur tað ikki so nógy, tá tosað verður um bogaskjóting. compound og recurve. Bogaskjóting er ikki nøkur stór ítróttargrein her á landi, og tá so sipað verður til tvey ymisk sløg av bogum, standa tey flestu spyrjandi. Vit bóðu Schandorff Vang greiða frá munun- um á hesum báðum. Tað hevur hann gjørt ofta fyrr, og tí liggur væl fyri at greiða frá. — Recurve er tað meira traditionella slagið av boga. Bogabeinini boga øvugtan veg, har av navnið recurve. Á com- pound boganum eru bogarnir styttri, og egin- vektin er eitt sindur stórri. Sigast kann, at com- pound bogin er væl meira >avanseraður< enn recurve bogin. Compound og Fecurve Compound bogin er væl meira »avanser- aður< enn recurve bogin sum føroyingarnir skjóta í løtuni, skuldi tað ikki bilað. Compound bogin hev- ur eina hjólskipan, sum gevur honum eyka megi, og hann hevur ein eksen- triskan aksil. Meðan re- curve = bogin verður tyngri og tyngri, jú meira tú hálar, hevur com- pound bogin eina krappa kurvu, og tá tú spennir meir enn eitt vist, verður hann lættari aftur. Irecurve heldur tú ørvinum við fingrunum, meðan compound bogin hevur ein sonevndan »release«. Compound bogin er eisini útgjørdur við eini linsu, sum for- stórrar millum 4 og 8 ferðir, og harafturat hev- ur hesin bogin ein pall, har ørvurin hvílir á, með- an miðað verður. Tað verður mett sum vanligt, at ein byrjar við recurve og síðani fer yvir til compound, hóast tað ber til at byrja við com- pound beinanvegin. Oroynt badmintonlan Føroyska badmintonlandsliðið, ið skal kappast á Gotlandi, er tað mest óroynda. ið nakrantíð hevur umboðað føroysku litirnar á oyggjaleikunum TERII NIELSEN Bert tvær ferðir hevur tað eydnast føroyskum bad- mintonleikarum at vinna heiðursmerki á ovggjaleik- unum. Tá ið oyggjaleikirnir vóru í Førovum í 1989, vunnu teir báðir, Jákup Midjord og Heðin Joensen, bronsuheiðursmerki í tví- mansleiki, og á seinastu oyggjaleikunum vann Ják- up Midjord bronsumerki í einmansleiki. Tey, sum hava við føroyskt badminton at gera, meta, at tað verður trupult hjá førovingum at vinna nakað heiðursmerki í badminton hesaferð. Ein- asta veruliga føroyska evni til at vinna sær eitt heiðurs- merki, man vera trífaldi før- oyameistarin Erland Poul- sen. Tó kann Ingun Hansen eisini gera seg galdandi hjá kvinnunum. Royndirnar eru fáar Ikki kann sigast, at tað er eitt roynt føroyskt landslið, ið skal taka lut í badmin- tonkappingini á Gotlandi. Bert tveir av luttakarunum, Erland Poulsen og Ingun Hansen, hava áður tikið lut á oyggjaleikunum, meðan allir hinir føroysku badmin- tonleikararnir skulu í eldin fyri fyrstu ferð. Fleiri av teimum roynd- aru leikarunum nógvu sein- astu árini eru ikki við í ár, og ikki kann sigast annað, enn at tað er eitt nýtt ættarlið av føroyskum badmintonleik- arum, sum fer til Gotlands. Nøvn sum Heðin Joensen, Jákup Midjord, Gunnar Gregoriussen og Annika Berg hava í mong år verið tær berandi kreftirnar inn- an føroyskt badminton, men hesi hava nú latið yngri kreftir taka yvir. Ikki tí, Heðin Joensen er formaður í Badmintonsambandi Før- oya, meðan Gunnar Gre- goriussen er landsliðsvenj- ari. Guðrun vantar Fyri bert fáum vikum síðani bleiv føroyska badminton- landsliðið skert, tá ið før- oyameistarin í einmansleiki og tvímansleiki hjá kvinn- um, Guðrun Jacobsen, fekk ein skaða, ið forðar henni í at taka lut á Gotlandi. Guð- run hevur helst verið fremsti føroyski kvinnuligi badmintonleikarin í nøkur år nu, og saknurin f henni verður stórur. Ohappið hjá Guðrun hendi, tá ið hon var til enda- liga provtøku í ítrótti á Før- oya Læraraskúla. Hon spældi flogbólt, men var áhaldsin og beklaði, og fót- urin meiddist illa. Boðini frá lækananum vóru, at hon møguliga kundi gerast klár til oyggjaleikirnar, men tað var Gvist. Síðani bleiv av- gjørt, at tað var ov Gtrygt at satsa upp á, at Guðrun gjørdist klár, og tískil bleiv ein annar leikari úttikin í hennara stað. Sjálv sigur Guðrun, at tað er ógvuliga ringt at sita eftir, nú øll fara avstað til Gotlands, men tað er tó einki at gera við tað. Um møguleikarnar hjá føroysku badmintonleikar- unum sigur Guðrun, at tað fyrst og fremst eru Erland og Ingun, sum kunnu gera seg galdandi. Tó leggur hon aftrat, at hevur Ragnar Ras- mussen ein góðan dag, so kann eisini okkurt gott spyrjast burturúr har. Sosialurin ynskir ollum foroysku ítróttarfólkunum góða eydnu á oyggjaleikunum á Gotlandi 3 £ i