Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-23, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juni 1999síða 51

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 117 - 24. JUNI 1999 tíðindablaðið Borðtennisleikararnir væl fyrireikaðir Við eitt sindur av hepni kann tað eydnast fóroysku borðtennisleikarunum at fáa heiðursmerki við heimaftur Síðani februar hevur borð- tennislandsliðið vant mið- víst fram til oyggjaleikirnar á Gotlandi. Eisini hava tey verið niðri á venjingarlegu, eins og danskir leikarar hava verið í Føroyum fyri stuttum. So fyrireikingarnar hava verið drúgvar. Og lagt til rættis hesar fyrireikingar hava Martin L. Ansbjørn, landsliðsvenj- ari og Peter Niclasen, ið hevur hjálpt til við venjing- ini. Borðtennissambandið gjørdi i februar avtalu við hesar báðar um at taka sær av landslidnum fram til oyggjaleikirnar, og síðani hevur verið vant dúgliga. Eitt sindur av útskifting Í mun til oyggjaleikirnar á Jersey fyri tveimum árum síðani, so eru fýra nýggir leikarar á landsliðnum. Bert Kjartan Eli Hentze, ið vann silvur í einmansleiki á Jersey, og Peter Niclasen eru við aftur hesaferð. Tó eru nýggju leikararnir ikki heilt óroyndir. Elin- borg Nygaard og Paula Eik- hólm hava verið á lands- liðnum fyrr, men hetta eru fyrstu = oyggjaleikir fyri teirra viðkomandi. Hans Hammer — ið er føroya- meistari — og Bergur Jacob- sen hava eisini verið á landsliðnum fyrr, og Hans var við á Gibraltar í 1995. Tó verður mett, at hóast útskifting á liðnum, so er ikki talan um veikari lið enn seinast. Heldur er talan um ávísa breidd í føroyska borðtennisítróttinum, tá ið møguleiki er fyri slíkari út- skifting. Samanumtikið er talan um eitt lið við royndum. Um vit hyggja eftir úrslit- unum hjá borðtennis á Jers- ey, so gjørdust Føroyar nr. 4 í liðkappingini, og i einstak- lingakappingini vóru borð- tennisleikararnir í trimum kvartfinalum, og hevði eydnast at komið í semifin- aluna, var heiðursmerki heima. Umframt hetta fekk Kjartan Eli Hentze frálíka úrslitið at vinna silvur í ein- mansleiki. So við eitt sindur av hepni kundu borðtennis- leikararnir = vunnið fleiri heiðurmerki enn tað eina. Men teir vóna, at hetta hepni møguliga verður við teimum hesaferð, so fleiri heiðursmerki koma heim- aftur við teimum. Heorð mótstaða Samstundis skal tó sigast, at á Gotlandi bíðar teimum hørd mótstóða — kanska serliga frá Isle of Wight, Gotlandi og Jersey. Hesi londini gjørdust eisini nr. 1, 2 og 3 í liðkappingini sein- ast, og vunnu flest heiðurs- merki í einstaklingakapp- ingunum. So umframt evnum, so skal altso eitt sindur av hepni til at vinna heiðurs- merki. Men lagið er gott í hópin- um, leikararnir eru positivir og hava sett sær fyri, at teir skulu heimaftur við góðum úrslitum, og helst heiðurs- merkjum. Borðtennisleikararnir hava útvegað sær tveir klædnasponsorar í sam- bandi við ferðina.Talan er um leikbúnarnar, sum El- mek í Havn og Fa. Knútur Nygaard á Tvøroyri hava Feroyameistarin Hans Hammer var við á Gibraltar í 1995 latið. Eisini hevur Trygging- arfelagið Føroyar latið teimum amboð til borð- tennisvenjingina, og takka leikararnir = teimum fyri stuðulin Góðar vónir til svimjararnar Tað føroyska svimjilandsliðið plagar at ogna sær heiðursmerkir á oyggjaleikunum. Hvor minnist ikki fyri tí á Flotti og Høgni T. Hansen vunnu fleiri gullmerkir í svimjihøllini í Havn TERJI NIELSEN Ymiskt er, hvørjar vænir føroyingar hava til at vinna heiðursmerki í teimum ym- isku ítróttargreinunum á oyggjaleikunum, men greitt er tó, at teir føroysku svimj- ararnir kenna eitt ávíst trýst á sær, tí at teir sum oftast hava staðið seg so framúr væl á oyggjaleikunum, og tí væntar tann meinigi føroy- ingurin, at svimjararnir aft- ur í ár fara at ogna landi okkara fleiri heiðursmerki. Bæði roynd og óroynd Føroyska svimjilandsliðið, sum fer at taka lut á Got- Kristoffur Hentze er við í 100 m frí og 200 m blandaðari svimjing. Svimjingin er saman við frælsa ítróttinum tann greinin, har flest heiðursmerki eru at vinna landi, er mannað við bæði royndum og óroyndum svimjarum. Dia Jacobsen, Eivinid Eysturoy, Hallur Stakksund og Krisitian Martin Joensen eru alt nøvn, sum hava vunnið óteljandi kappingar sein- astu mongu árini, men nakrir ungir og rættuliga óroyndir svimjarar hava eisini vunnið sær sæti á landsliðnum. Venjararnir báðir hjá før- oyska landsliðnum, klaks- víkingarnir Oluffa á Høvd- anum og Søren Olsen, hava bæði drúgvar royndir sum kappsvimjarar sjálvi, so Oiv- að hava tey nógv góð ráð at geva liði sínum, sum skal til Gotlands at verja teir før- oysku litirnar. Umframt at føroysku svimjararnir skulu luttaka í teinum mongu einstak- lingakappingunum, so fara teir eisini at taka lut í ollum liðsvimjingunum, sum verða á oyggjaleikunum. Vóna betri úrslit enn seinast Til seinastu oyggjaleikirnar var føroyska svimjilandslið- ið rættuliga ungt og óroynt. Nógvir av teimum roynd- aru svimjarunum sluppu ikki við, og hetta var uttan iva ein av høvudsorsøkun- um til, at úrslitið ikki gjørd- ist so gott, sum tað so mang- an hevur verið. Nú eru fleiri av teimum royndaru svimj- arunum við aftur, sam- on stundis sum nógvir av hin- um svimjarunum hava fing- ið nakrar fleiri royndir. Vónirnar eru undir øllum umstødum góðar til okkara svimjarar, og spennandi verður at fylgja við í kapp- ingini hjá teimum. Eina- mest spennandi verður at fylgja Asbjórn Hansen, sum til dagligt býr í Danmark, har hann svimur í donskum felag og hevur vunnið fleiri kappingar við teimum. Manningin á føroyska svimjilandsliðnum telur 16 fólk, og saman við venjar- Tennis hevur ongantíð verið tann stóra ítróttar- greinin í Føroyum — ti forðar m.a. veðrið fyri — men føroysku tennis- spælararnir hava verið raskir at luttíkið á oyggjaleikunum kortini. Aftur í ár eru fýra tennisspælarar við fyri Føroyar, og eru teir Jón Brekku, Pætur M. Dahl, Kristin T. Jensen og Jóhann Krog, allir úr Havn. Tríggir teir fyrstu vóru eisini við á Jersey, meðan Jóhann Krog er nýggjur. Hann er komin fyri Martin N. Simonsen, ið Aftur fýra tennis- spælarar hesaferð Føroysku tennisspælararnir gera sær neyvan vónir um heiðursmerki á Gotlandi ggju árum síðani, tá ið serliga Petur Heðin um, ferðaleiðarum og fysio- terapeuti telur føroyska svimjiferðalagið emi 22 fólk. At svimjikappingarnar eru millum teirra, sum før- oyingar hava sterstan áhuga fyri, er lítið at siga til. tí føroysku svimjararnir vanliga hava staðið seg sera væl og hava vunnið fleiri heidursmerki. Neyvan hev- ur nøkur onnur ítróttar- grein vunnið førovingum s> nógvan heiður á oyggjaleik- unum sum just svimjingin. er farin av landinum i lestrarørinum og ikki hevur gjørt nakað við tennis í seinastuni. Føroysku tennisspæl- ararnir hava neyvan vónir um heiðursmerki — til tað er mótstðan frå bretsku og svensku oyggjunum, har tennis er ein stør ítróttargrein, ov stór — men tað er gott, at teir eru við. Sum hjá so nógvum gðrum ítróttar- greinum eru oyggjaleik- irnir størsta, um ikki ein- asta veruliga gularót, sum gevur teimum møguleika at royna seg móti ødrum londum.