Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-23, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juni 1999síða 50

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 tíðindablaðið - 8 nn NR. 117 - 24. JUNI 1999 - Heiðursmerki skulu vit hava Hjørdis Mortensen, Rúna Hentze og Alvilda Olavsdøttir eru allar við aftur hesaferð. Kvinnulandsliðið í flogbólti ætlar sær longri upp enn triðja plássið frá seinast Venjarin hjá kvinnulandsliðnum í flogbólti, Niclas Joensen, dylur ikki fyri, at leikararnir á lands- liðnum vilja gera alt fyri at betra um triðja plássið frá seinastu oyggjaleikum SVEINUR TRÓNDARSON Hóast tað sjálvandi er trupult at siga framman- undan, so er ætlanin greið Vit fara til Gotlands við tí málsetningi at fáa eitt betri úrslit enn triðja plássið, vit fingu seinast. Ordini eigur venjarin hjá kvinnulandsliðnum í flog- bólti, Niclas Joensen. Og hóast tað altíð er tor- ført at spáa um framtíðina, so er tað kortini ikki uttan grund, at venjarin er so bjartskygdur Føroyska kvinnulandslið- ið hevur nevniliga gjørt tað til eina tradition at fáa heið- ursmerki á um. Seinast oyggjaleikun- endaði liðið á triðja plássi, og tað er hetta sum leikarar og venjari feg- in vilja býta um við eitt av »betri slag« so at siga. Um tað so fer at eydnast er tað eingin sum veit, men vit kunnu siga so mikið sum, at leikarar og venjari hava gjørt sitt ítarsta fyri at vera so væl fyri til hesar leikirnar sum gjørligt Kappingin herð Flogbóltskappingin á leik- unum hevur altíð verið ógvuliga jøvn og spennandi, og tekin eru um, at kapp- ingin í ár ikki verður nakað undantak í so máta. Aland og Saaremaa og Føroyar hava kappast um bestu plåssini, men hinar oyggjarnar hava givið teim- um skarpan gang. Nú eru so útlit til at kapp- ingin gerst enn harðari. Nýggjar oyggjar, sum ikki hava verið við fyrr eru við hesaferð. Cayman Islands er ein teirra, og hóast Niclas Joensen ikki kennir nakað til teirra, so er hann ikki serliga fegin um at hitta tær í innleiðandi umfarinum — Tað sigst at tey duga væl at spæla flogbólt á Cayman Islands, men so mugu vit bara vera so mikið betri fyrireikað til dystin móti teimum, sigur Niclas Joen- sen, sum leggur afturat, at tað kortini er dysturin móti Alandi, sum í hansara huga- heimi hevur meiri at siga. — Tær kenna vit, og vit vita, at tær eru sterkar. Men tað er okkara lið eisini, og tí skuldi verið møguligt at vunnið á teimum, sigur Nic- las bjartskygdur. Liðið er sera væl fyri Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti, sum fer til Got- lands fríggjamorgunin er sera væl fyri. Liðið er sett saman av nøkrum av teimum mest royndu leikarunum, sum spæla her heima, umframt nøkrum leikarum, sum leika í bestu flogbóltsdeild- ini í Danmark. — Leikararnir á okkara liði eru stórir. Miðalhæddin er um 180 sentimetrar og tað kann koma at geva okk- um nakrar fyrimunir í spæl- inum, sigur Niclas Joensen. — Eitt annað er, at spælar- arnir, sum eru við nú, hava fleiri royndir enn seinast, og tað hevur eisini ótrúliga nógv at siga tá á stendur, sigur venjarin. Vant sera nógv Tað sigur seg sjálvt, at tá farið verður til eina so stóra kapping, so ræður um at vera væl fyrireikaður. Umstødurnar at spæla á Gotlandi eru ødrvisi enn heima, men tað góðtaka leikararnir. So má bara ger- ast so mikið meira við venj- ing í staðin, og tað er júst tað. leikararnir hava gjørt. Vit hava vant sera mið- víst. Síðani heimliga kapp- ingin endaði, hava vit brúkt um 120 tímar til venjing, og tað sigur ikki so lítið. Ein- asti trupulleikin er, at tað er torført at fáa venjingardyst- ir um hesa tíðina, tí tað eru fleiri mánaðir síðani hinir flogbóltsleikararnir fóru í summarfrí. — Skulu vit sammeta okk- um við fótbólt, so hevdi landsliðið skula til dyst í desember ella januar fyri at vera í somu stóðu, sum vit eru í í dag, sigur Niclas, sum tó hevur fingið fleiri dystir kortini. — Mansunglingalandslið- ið hevur spælt nakrar dystir móti okkum, og tí hava vit fingið leikvenjing eisini. Manslandsliðið er sera væl fyri, og hevur givið okkum góðar arbeidsumstøodur, sig- ur Niclas Joensen. Nakrir skaðar Sum vera man, tá so nógv verður vant, so er vandi fyri skaðum og soleiðis er eisini á kvinnulandsliðnum. Hjørdis Mortensen fekk ein lærskaða tá vant varð seinast, og umframt hana hava bæði Anna Dalsgarð, Rúna Hentze, Juanna Joen- sen og Gudrid Nolsge havt skaðar at dragast við. Men venjarin hevur kort- ini góðar vónir um at tær al- lar vera klárar, tá kappingin á Gotlandi fer av bakka- stokki. Tad verður arbeitt av al- makt fyri at fáa tær klárar til kappingina, og eg haldi tað gongur framá hjá teimum øllum, sigur hann at enda. Og so er bara at vóna, at hann hevur rætt — venjarin hjá flogbóltskvinnunum. Spennandi verður í øllum fórum at síggja, um tað enn einaferð skal eydnast kvinnunum at vinna Føroy- um eitt oyggjaleikaheiðurs- merki. - Vit fara eftir gullinum Klæmint Ísaksen, sum saman við dananum Jesper Brix hevur staðið fyri venjingini hjá manslandsliðnum sigur at teirra mál er at fáa gull, men av tí at kappingin er ógvuliga hørð hjá monnum, so er ikki vist, at hetta fer at eydnast SVEINUR TRÓNDARSON Tá oyggjaleikir vóru seinast eydnaðist ikki hjá mans- landsliðnum í flogbólti at koma upp á heiðursmerkja- pallin Men hetta vil hann fegin hava broytt til hesar leikir- nar Leikararnir. sum vóru við voru ungir, og høvdu kanska ikki tær neyðugu royndirnar tá á stóð, og tað er ein veruleiki, at kappingin í mansflog- bólti er ógvuliga hørd, at neyðugt er við royndum leikarum Ti vónar Klæmint Isak- sen, at tað fyrireikingarar- beiðið, sum nú er gjørt, er nóg mikið til, at Føroyar aftur fær heidursmerki å semast oyggjaleikunum. Vit hava vant sera mið- víst í umleið hálvtannað år, og tað hevur alt verið við hesum oyggjaleikunum fyri Í fjór spældu vit landsdyst móti íslendingum og vit vóru eisini við í eini kapping í Danmark. Tað gav okkum eina rúgvu at ar- beiða víðari við, og tað hava vit gjørt líka síðani, sigur Klæmint Isaksen, sum um- framt at vera venjari á landsliðnum saman við dananum Jesper Brix, eisini sjálvur skal spæla við á liðn- um Klæmint er ein av okkara royndastu leikarum og hev- ur spælt í bestu donsku deildini í fleiri ár. Hverjar vónir hevur hann so til hesa kappingina. eyga.. — Málið hjá okkum er at fáa gull, men av tí at kapp- ingin er so ótrúliga hørd í mansflogbólti, so kann tað gerast torført at røkka hes- um máli, sigur hann. Síðani seinast er Rhodos komin við, og hóast hann ikki kennir nakað til flog- bólt á Rhodos, so veit hann so mikið sum at grikskur flogbóltur er høgt í metum. — Men vit vita einki um Rhodos. Teir eru endaðir í okkara bólki, og so taka vit tann dystin við. Eg havi ikki ánilsi av hvussu teir eru fyri, men á luttakaralistanum hjá teimum havi eg sæð, at teir hava onkrar rættiliga gamlar leikarar við. Ein er væl omanfyri fjøruti og ein annar er um fjøruti. Teir ungu skulu bera Hetta landsliðið, sum fer avstað, er samansett við nýkrum fáum royndum leikarum og nógvum ung- um eldhugaðum leikarum. Metir Klæmint, at teir ungu fara at klára trýstið? — Tað verður spennandi at síggja. Eg vænti mær nógv av Sigmundi av Teig- um til dømis. Hann er ein stak góður leikari, og hevur í landskappingini víst. at dugur er í honum. Tað er eisini góð framtíð í Rúna Weihe, men eg haldi tað er skeivt at leggja ov nógv á hansara herðar enn. Hin- vegin eru eisini aðrir. Bárð- ur er ein. Poul Gudmunds- son er ein annar, og Heini Weihe uppaftur annar. Men hesir skulu hava góða hjálp frá »okkum gomlu< skulu teir megnað at bera liðið, og tað hjálp eru vit fúsir at veita teimum, sigur Klæm- int Ísaksen Stak góðan venjara Sum sagt, so er Klæmint ikki einsamallur venjari. Afturat sær hevur hann Jesper Brix, og í grundini verður tað hann sum skal standa fyri liðnum meðan leikirnir eru. — Jesper er ein einastand- andi góður venjari. Hann dugir sera væl at leggja venjingina til rættis, og eg haldi, at vit hava fingið nógv av skafti, sigur Klæmint Is- aksen, sum leggur afturat, at Jesper umframt at vera góður venjari er ein framúr góður »coach«. — Taktiskt er hann sera skilagóður, og tað kann gott fara at vera okkum ein góð- ur fyrimunur, sigur Klæm- int Isaksen. Onkrir smáskaðar Eins og hjá kvinnunum er manslandsliðið merkt av, at kappingarárið hevur verið drúgt. — Onkrir leikarar hava smáskaðar, men tað sæt ikki út til at vera nakað, sum fer at nerva endaligu fyrireikingarnar, nú gjørt verður klárt at fara í flogfar- ið við kós móti Gotlandi, sigur Klæmint Isaksen.