mikudagur 23. juni 1999síða 49
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 117 - 24. JUNI 1999
tíðindablaðið
17
endaðu í Danmark
Frælsi ítrótturin gav fyri tveimum árum síðani tvey gullmerki til Føroyar. Åsi Mikkelsen og
Freddie Poulsen vunnu í åvikavist longdarlopi og 800 m renning. Teir búgva báðir í Danmark, har
umstødurnar at íðka frælsan ítrótt eru betri enn í Føroyum
EMIL L. JACOBSEN
Frælsi ítrótturin er saman
við svimjingini tann partur-
in av Oyggjaleikunum, har
flest heiðursmerki eru at
fáa. Við tað, at tað eru so
nógvar ymsar kappingar,
verða nógv heiðursmerki
latin, og føroyingar hava
eisini verið at sæð millum
vinnararnar.
A seinastu Oyggjaleikun-
um fyri tveimum árum síð-
ani vunnu Føroyar tvey
gullmerki í frælsum ítrótti.
Asi Mikkelsen vann gull í
longdarlopi, og Freddie
Poulsen tók øll á bóli, tå
hann fór fyrstur um málið í
800 metra renningini.
Bæði Freddie og Ási eru
við aftur á Gotlandi í ár, har
teir skulu verja gullmerkini,
teir vunnu á Jersey í 1997,
og sum heild tykist frælsa
ítróttarliðið at vera væl
mannað.
Sum nakað nýtt eru eisini
tríggjar kvinnur við hesa-
ferð. Sunnuvá Bjarnastein
og Rigmor N. Joensen eru
við sum rennarar, og Ingi-
bjørg Poulsen skal luttaka i
kúluvarpi.
Bert eina ferð fyrr hevur
ein kvinna umboðað Før-
oyar í frælsum ítrótti á
Oyggjaleikunum. Tað var á
Alandi í 1991, tá Margreth
Augustinussen úr Vági var
við sum rennari.
Tveir frá seinast
ikki við hesaferð
Vónirnar eru góðar. Hjalti
Gunnarstein, sum ikki fer
við til leikirnar hesaferð,
men sum fleiri ferðir áður
hevur verið við, bæði sum
rennari og sum leiðari,
heldur, at hetta so
nøkulunda eru tey bestu
fólkini, sum eru farin av-
stað.
— Frá leikunum á Jersey
eru Albert Marni Joensen
og Hallur Holm ikki við
hesaferð, men hinvegin eru
fleiri nýggj andlit. Og tað er
eisini gleðiligt, at vit fyri
fyrstu ferð hava tríggjar
kvinnur við eisini, sigur
Hjalti Gunnarstein.
Hann sigur, at tað er
rættiliga kostnaðarmikið at
senda so nógv fólk avstað.
— Deildarsambandið fyri
súkkling og frælsan ítrótt,
DSF, eigur ikki so nógvar
pengar. Hesaferð fingu vit
bert 43.000 frá Ítróttarsam-
bandinum, og tí eru tað ikki
bert tilvildarlig fólk, sum
eru farin avstað, sigur Hjal-
ti.
Hann heldur, at málið má
vera at varðveita góðu úr-
slitini frá 1997 og kanska
bøta eitt sindur um tey.
— Eg veit, at Heri Ziska,
sum vann tvey silvurmerki
á Jersey, fegin vil hava gull
hesaferð. Og eg eri eisini
spentur upp á liðkapping-
ina í hálvum maraton hjá
kvinnum, har eg haldi
Sunnuvá Bjarnastein og
Rigmor N. Joensen hava
góðar møguleikar fyri at fáa
heiðursmerki.
Føroyar eru við í liðkapp-
ingini í hálvum maraton
(21,1 km) hjá bæði kvinn-
um og monnum. Her krevst
nevniliga ikki meir enn
tveir rennarar fyri at gera
eitt lið. Vanliga eru tríggir,
men bert tær báðar bestu
tíðirnar telja við. Um
Sunnuvá og Rigmor renna
væl, kunnu tær kanska fáa
Føroyum eitt heiðursmerki
í hesi kappingini.
Tveir búgva í Danmark
Triðja kvinnan, ið er við, er
Ingibjørg Poulsen, sum eins
og hinar báðar er við á
Oyggjaleikum fyri fyrstu
ferð. Ingibjørg hevur havt
sera stóra framgongd í
kúluvarpi seinasta árið, og í
løtuni eigur hon føroyska
metið, sum hon sjálv hevur
bøtt um fleiri ferðir í vár.
Í kúluvarpi hjá monnun-
um luttekur Heini Hátún,
sum eisini er spildurnýggjur
Ingibjørg Poulsen hevur
bett um sítt egna met í
kúluvarpi fleiri ferðir í ár
|
|
i Oyggjaleikahøpi. Hann er
eisini vid i stytstu rennitein-
unum — 100 m og 200 m. Tað
ljóðar kanska eitt sindur
lógið, at ein sprintari eisini
luttekur í kúluvarpi, men
Hjalti Gunnarstein sigur, at
hetta als ikki er so óvanligt,
hóast sprintarar meira eru
kendir fyri eisini at vera við
í eitt nú longdarlopi.
Freddie Poulsen hevur í
ár meldað til í 800 m og
1500 m. Hann vann annað
av føroysku gullmerkjunum
í frælsum ítrótti seinast. Hitt
vann Asi Mikkelsen. Teir
búgva báðir í Danmark, og
er hetta kanska eitt dómi
um, hvussu langt ein kann
koma, um venjingarum-
støðurnar eru tær røttu.
— Tað var rættiliga óvænt-
að, at Freddie vann gull á
800 metrum seinast, sigur
Hjalti Gunnarstein.
— Júst 800 og 1500 metra
teinarnir eru bretar serliga
kendir fyri at vera stinnir í.
Tað stavar heilt frá Sebast-
ian Coe, og bretsku oyggj-
arnar á leikunum leggja eis-
ini nógv í hesar teinarnar.
Men á Jersey lumpaði
Freddie teir við einum góð-
um endaspurti, har hann
yvirhálaði favorittin av
Jersey, sum uttan iva hevði
ætlað sær gullið í tí kapping-
ini, greiðir Hjalti frá.
Asi Mikkelsen vann gull í
longdarlopi í oysandi regni
á Jersey fyri tveimum árum
síðani. Hann stillar eisini
upp í tristøkk, og eisini 100
m renning, har hann fram-
vegis eigur føroyska metið.
Guttorm Sørensen og
Sølvi Reinert Hansen eru
við á longru renniteinun-
um. Guttorm hevur verið
rættiliga suverenur í Føroy-
um seinastu árini, men tað
darvar, at hann ikki fær
rættiliga kapping. Grønland
eigur ein mann, sum eitur
Kim Godtfredsen, sum utt-
Sunnuvá Bjarnastein
Selvi Reinert Hansen
Heini Hátún
100 m, 200 m, kúluvarp
Rigmor N. Joensen
Åsi Mikkelsen
100 m, longdarlop, tristøkk
Freddie Poulsen
800 m, 1500 m
Ingibjørg Poulsen
kúluvarp
Guttorm Serensen
3.000 m forðarenning,
Heri Ziska
hamarakast, klingruvarp
10.000 m, hålvt maraton.
Doping eftirlit
fyri Fyrstu ferð
Frælsi ítrótturin hevur arbeitt fyri at fáa
doping eftirlit á Oyggjaleikunum, og hetta
verður fyrstu ferð framt í verki á Gotlandi
EMIL L. JACOBSEN
Tá kanadiski rennarin
Ben Johnson á olymp-
isku leikunum í 1988 í
Seoul rann fyrstur um
málið í 100 m kappingini
við ótrúligu tíðini 9,86
sekund, var tað ótrúligt.
Og tað vísti seg eisini,
at kraftmikli sprintarin
var dopaður, gullmerkið
varð tikið frá honum og
latið Carl Lewis, og
Johnson varð útihýstur
frá øllum kappingum i
eitt langt tíðarskeið, um-
framt at hann restina av
ævi síni noyðist at liva
við skommini.
Hetta var fyrstu ferð,
at doping av álvara kom
fram sum ein trupulleiki
í ítrótti á hægsta stigi.
Stóra súkklukappingin
Tour de France endaði í
fjór sum ein rein farsa,
har fleiri súkklarar
vórðu tiknir, og stutt
seinni vóru tað kinesisku
svimjararnir i Australia,
sum fålk leingi høvdu
an iva fer avstað vid gullin-
um aftur hesaferð. Hann
rennur 10.000 metrar upp á
umleið 30 minuttir, og tað
er sera gott. Til samanber-
ingar kunnu vit siga, at
Guttorm Sørensen vanliga
liggur um 32-33 minuttir.
Men eins og hjå kvinnun-
um eiga Guttorm og Sølvi
kanska at satsa meira upp å
heiðursmerki i liðkapping-
ini í hálvum maraton.
Teir eru annars eisini við í
3.000 metra forðarenning —
tað sum á altjóða málið eit-
ur >steeplechase< við vatn-
grøv og ðrum forðingum.
Hetta er ikki so vanligt at
renna í Føroyum, men teir
hava roynt onkuntíð uppi á
Svangaskarði
Áhugin vaksandi
Frælsur ítróttur er ein av
føstu ítróttargreinunum á
Foroysku luttakararnir
1500 m, 5000 m, hálvt maraton, hálvt maraton lið
3000 m forðarenning, hálvt maraton, hálvt maraton lið
10.000 m, hålvt maraton, hálvt maraton lid
hålvt marat
havt illgruna til, sum
vórðu tiknir við doping
útgerð í vidførinum, eins
og írski gullvinnarin frá
OL í Atlanta 1996 er lið-
ug sum svimjari, tí eisini
hon er tikin fyri doping.
Á Gotlandi verður fyri
fyrstu ferð sett regluligt
doping eftirlit í verk.
Tað er fyrst og fremst
frælsi ítrótturin, sum
hevur sett fram ynski um
hetta, tí illgruni hevur
verið um, at ikki øll hava
havt reint mjøl í posan-
um — ella reint blóð í
æðrunum...
Eftirlitið fer fram á
tann hátt, at »stikprøv-
ar< verða tiknir — tað
merkir, at tilvildarlig ítr-
óttarfólk verða tíkin út
eftir kappingarnar og
send til eftirlit. Tað er
ikki vist, at onkur ikki
sleppur gjøgnum nålar-
eygað, men bert tað, at
eftirlitið er har, skuldi
verið fyribyrgjandi í
sjálvum sær.
Oyggjaleikunum. Reglur-
nar fyri leikirnar siga, at
frælsur ítróttur skal vera
við.
Nógv hevur verið tosað
og skrivað um eina renni-
breyt í høvudsstadnum, og
hóast útlitini fyri hesum í
løtuni ikki eru serliga bjørt,
fara frælsu ítróttaríðkarar-
nir til Gotlands við góðum
treysti.
Fyri kortum varð ein
nýggj kastibreyt tíkin i
nýtslu við Eysturskúlan í
Havn, og longu nú sæst, at
áhugin fyri kastigreinunum
er vaksandi.
So hóast umstødurnar
her heima i Førovum fram-
vegis kundu verið betri, so
batnaðar. og vón-
andi fer tað eisini at eydnast
okkara rennarum og kast-
arum at koma á sigurspallin
nakrar ferðir á Gotlandi.
eru tær
; }
Få Ø