Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juni 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Jan Miiller Blaðstjóri: Eiríkur Lindenskov — | Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: | Aki Bertholdsen, Turið Kjølbro | Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson ítróttarskrivari: Emil L. Jacobsen Myndamenn: Jens Kristian Vang Aivur Haraldsen Utgevari, uppseting og prent: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post & sosialurin.fo | ) Útbúgving og upplýsing er treytin fyri fólkaræði Oddagrein A seinastu rundferð síni í heimlandi- num sum forseti, nýtti Nelson Mandela høvi at leggja krans við minnisvarðan yvir trettan ára gamla dreingin, sum gjørdist imyndin av uppreistrinum hjá teimum svørtu i Soweto i 1974. Nelson Mandela hevur sum eingin annar megnað at tvinna saman hug- sjónir og meiningar, sum hava ført til, at Suðurafrika nógv skjótari enn vænt- að gjørdist ein fræls tjóð. | Soweto legði hann ungdóminum tey ráðini at hvessa sær besta vápnið. Ikki vápnið, sum særir - men vápnið, ið er grundarlagið undir fólkaræðinum - út- búgving! | hesum døgum verða pisur klaktar, og ung fáa handað prógv her hjá okk- um. Hetta er í ljósastu tíð - og ber boð um bjartar framtíðarvónir. At so nógv okkara hava møguleikan at útbúgva seg er sjálvandi at fegnast um - og vit eiga at hjúkla um skúlan og eggja ungdóminum enn meira til at útbúgva seg. Tá vit nema við útbúgving, so er talan als ikki bert um tær bókligu útbúgving- arnar. Vit hava eisini ein hóp av eitt nú handverkútbúgvingum, sum í stóran mun eru við til at menna samfelagið. Í blaðnum í gjár høvdu vit hugtakandi grein um ungdómar á Tekniska skúla í Klaksvík - um hvussu væl tað liggur fyri, tá ungdómurin fær rottu umstoð- urnar í útbúgvingartíðarskeiðnum. Nú vit eru komin um longsta dag - stendur eisini summarfrítíðin fyri dur- um. Floygdu pisurnar skulu nú taka stoðu til víðari lesnað, men onnur kunnu dvelja eina stund, áðrenn farið verður undir næsta útbúgvingarárið. Orðatakið sigur, at >lærdómur er lættur at bera<. Hesi orð eiga vit at leggja okkum í geyma - og vóna, at bæði ungdómar og myndugleikar eisini leggja sær hetta í geyma, tá kosin skal stingast út í kortið. Tað avgerandi er, at lærdómur, útbúgv- ing og upplýsing er treytin fyri verulig- um fólkaræði... Sosialurin Frá Minus til Pluss „Hetta er ikki beint, sum vit bera okkum at! Vit hava í dag gleðiboð at bera — og vit tiga tey burt“ (2. Kong. 7,9). Skulu vit kristnu ,tiga burtur“ gleðiboðskapin um Jesus Kristus, og bert liva eitt vanligt lív? Vit kunnu gerast partur í heimsins størstu uppgávu — at breiða út góðu tíðindini um at Jes- us frelsir! Hetta er ódeyði- ligt arbeiði fyri deyðilig menniskju, sum flytur menniskja frá „hver er hann“ — til „hver er hvor“. NIÐURTELJINGAR- KLOKKAN GONGUR SKJOTARI Um knappliga 3 mánaðir fåa øll 16.000 huskini i Før- oyum bóklingin um tydn- ingin av krossi Kristusar „Frá Minus til Pluss“, í postinum. Imynda tær: Orð- ið um krossin, orðið um frelsu, kemur inn í hvort heim. Hetta er evangeliinót- in við smæstu meskrunum, ið nakrantíð er kastað yvir Føroyar. ARBEIDI OG BØN! Hetta krevur sjålvandi n6gv arbeiði, men eisini nógva forbøn. Vit eru júst í ferð við at fyrireika bønarketuna, og eg var ógvuliga rørdur av at hoyra hvussu Guds børn rópa til Gud fyri sínum egna fólki. Vit vita, at Gud svarar bønum i Jesu navni, og vit eru sannførd um, at inn- heystingin av sálum verður stór. Latið okkum halda á- fram at biðja fyri „Frá Min- us til Pluss“. SKRÁSETING AV SAMKOMUM! Nakrar samkomur av yms- um trúarbólkum eru longu skrásettar til uppfylgingina, men vit hava enn nógv tóm pláss á ætlanini. Hetta vil siga, at evangeliinótin fyri Føroyar framvegis hevur stór hol, ið sum skjótast treingja til bøting. Er tín samkoma enn ikki skrásett til at vera „Frá Minus til Pluss“ umboð, vinarliga skunda undir samkomuleið- aran til at skráseta samkom- una. Ongar treytir eru tengdar at hesum og tað er fult og heilt vent móti Guds ríki! FÍGGJARLIGT TRYST! Fíggjarliga trýstið er veru- leiki, men okkara eygu eru vend móti Jesusi — upphavs- manninum til missiónsboð- ið! Til dagin í dag eru vit far- in frá undri til undur, men enn restar nakað í. Sum kunnugt, kemur alt tiltakið, íroknað prenting, postgjald og uppfylgingarbóklingin at kosta 5 kr. fyri hvort húski — íalt 16.000 húski. Tilsam- ans er hetta nógvur pening- ur, men eg biði alt Guds fólk hugsa um teirra egnu gøtu. Lat Heilaga Andan nema hjarta títt! FØROYAR SKULU VERDA FRELSTAR, men tað krevur eina sameinda roynd at gera evangeliið kent! TÍTT ÚRSLIT! A hvítusunnudegi kom Heilagi Andin í stórri máti til jarðar. Lærusveinarnir allir fingu kraft og síðani fóru ting at henda! Tað er trýstið aftanfyri úrslitið av evangeliinum í dag. Tá tað er Heilagi Andin, ið broytir menn og kvinnur, kann tað gerast tín gleði at Gud brúk- ar teg! Hetta kann verða títt góða úrslit. Tað hevði glett meg at hoyrt frá tær. Vinarliga skriva til skrivstovu okkara. Vinarligast í Hansara kærleika og tænastu fyri frelsu Føroya Reinhard Bonnke evangelistur Hvat aðrir siga: Tiltakið Frá Minus til Pluss Eftir at eg hevði lisið og hoyrt um hetta tiltakið, var mín fyrsti tanki, hvor ein møguleiki fyri Føroya fólk og fyri samkomurnar í Før- oyum. At fáa møguleikan at standa saman um at fáa evangeliið út á ein tílíkan hátt, inn í hvørt heim í okkara landi, er av sonnum ein frammíhjárættur. Tað vil vera ein missur fyri sam- komuna sjálva at standa uttanfyri. Persónliga trúgvi eg, at tær samkomur, sum vilja vera við í hesum tiltaki, koma at uppliva Guds sign- ingar, tær vilja síggja menn- iskju koma til Harran og fáa vøkstur í samkomuni. Eisini trúgvi eg, at tann vanligi føroyingurin, sum ikki eigur Jesus, vil siggja gardarnar imillum sam- komurnar falla nidur, hetta vil spreingja mørk og vil skapa veking i okkara landi. Min inniliga bøn er ti, fyri okkum, sum standa í leiðslu, at vit vilja taka ímóti hesum tiltaki, standa øksl ímóti øksl og stuðla hvørjum øðrum. Tá trúgvi eg, at Harrin vil opna himmalsins slúsur, og Andi Guds vil opinbera krossins evangelium í hjørtunum á Føroya fólki. Vinarliga í Kristi, Keldan í Skálafirði Pauli Høj, fyristóðumaður Viðmæli av tiltakinum Frå Minus til Pluss Eg frætti fyrstu ferd um evangelistin Reinhard Bonnke i norskum blad mitt i åttatiårunum. Tvey år seinni vóru vit tríggir, ið fóru á møtirød hansara „Fire Conference“ í Frank- furt, har vit upplivdu ser- staka ídni hansara fyri tí ófrelsta. Síðani hava vit kunnað gleðst um frásagnir frá metum hansara víða um, at menniskju eru drigin inn í kærleika Frelsarans, sjúk eru grødd, bundin sett í frælsi og Frelsarin ærdur. Tað er einki minni enn ein forrættur, ið okkum verður veittur, at kunna vera við í tiltakinum „Frá Minus til Pluss“. Hetta tiltakið, lagt til rættis og stýrt úr Himli, er ein heilsan Guds til einstaka føroyingin, og fer at broyta mong menn- iskju og harvið alla tjóð okkara, taka vit ímóti tí. Tøkk fái Skaparin og Frelsarin fyri sendiboð sum Reinhard Bonnke, og at vit, so fá og fjarskotin, eru við í undurfullu ætlanum Hans- ara. Jenis av Rana kommunulækni og løgtingsmadur