fríggjadagur 25. juni 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 118 - 25. JUNI 1999
tíðindablaðið S
KT-Depilin:
Ætlanir um fjarundirvising
Eitt av endamálunum hjá KT-Deplinum er, at geva fóroyskum børnum uttanlands undirvísing yvir Internetið. Hetta er
ikki ókent aðrastaðni, men er ikki rættilga komið í gongd her heima enn
EDVARD JOENSEN
Føroysk børn eiga at fáa
undirvising í føroyskum
måli og um føroysk vidur-
skifti, líka mikið, hvar í
heiminum tey eru.
So einfalt kann endamál-
ið hjá KT-Deplinum tulkast,
tá tosað verður um fjarund-
irvísing.
Eitt av endamálunum hjá
KT-Deplinum er at fáa skip-
aða fjarundirvísing í før-
oyska skúlanum. Vit eru
ikki komnir nakran veg enn,
sigur Regin Ellingsgaard,
leiðari á KT-Deplinum.
Men grannar okkara, Noreg
og Ísland, hava sonevndan
netskúla, har teir gjøgnum-
ganga pensum. Og tí eiga
vit at arbeiða fram í móti at
náa.
Í seinastu viku undirs-
krivaðu Undirvísingar- og
Mentamálastýrið og Føroya
Tele eina avtalu, sum gevur
øllum næmingum og lær-
arum í landinum egna teldu-
post adressu.
Hendan avtalan fer at
bøta um undirvísingar-
móguleikarnar hjá lærarun-
um.
Tað verður ikki soleiðis,
at teir nú skulu sita og
»surfa« alla tíðina, sigur
Regin Ellingsgaard. Men
hetta gevur møguleikar fyri
lættari at sleppa fram at
undirvísingartilfari, sam-
skipan o.s.fr.
Avtalan, sum undirskriv-
að varð í seinastu viku, er
ein sonevnd fastprís avtala.
Tað vil siga, at gjaldið er
fast, líka mikið, hvussu stór
nýtslan er.
Vanligt er, at Internet út-
bjóðarin, í hesum førinum
Olivant, røkir åhugamålini
hjá brúkaranum. Tað vil
siga adressur, heimasíður
og tílíkt.
Men soleiðis verður ikki
í her, sigur Regin Ellings-
gaard. Her verður tað KT-
Depilin, sum fer at umsita
hesar uppgávur nar.
Tað krevur sjálvandi eis-
ini arbeiðsmegi.
Og hana fær Depilin
væntandi í heyst, tá fólk
verður sett burtur av at taka
sær av slíkum.
Annars hevur skipanin
koyrt sum royndarskipan
eina tíð. Fimm skúlar hava
verið við í hesi royndarskip-
an. Teir eru Svínoyar-,
Skála-, Vestmanna- og
Tvøroyrar Skúli saman við
Kommunuskúlanum í
Havn. Tríggir av hesum
skúlum hava egna heima-
síðu, sum sæst á adressuni:
www.skulin.fo
Regin Ellingsgaard harm-
ast um, at heimasíðan hjá
KT-Deplinum ikki er so
góð, sum ynskiligt er. Men
hann uggar seg tó við, at tað
fer at batna, tá fólk verður
sett í heyst.
JOansøkubaål í Vestmanna
Vestmanna ltróttarfelag skipar seinnapartin leygardagin
fyri jóansókubáli til frama fyri Europacup luttókuna hjá
monnunum
EDVARD JOENSEN
Vestmanna Ítróttarfelag fer
seinnapartin í morgin at
skipa fyri tiltaki, sum endar
við báli Inni á Fjørd.
Tiltakið byrjar kl. 16.30
og heldur so fram út á
kvøldid.
Á skránni verður tað
»vanliga«, sum plagar at
vera til sovorðin høvi.
Ponyríðing verður til
børnini, og tær grilladu
pylsurnar verða heldur ikki
gloymdar. Umframt verður
okkurt drekkandi at fáa.
Vestmenningum dámar at
syngja, og tónleikurin plag-
ar ikki at mangla heldur.
Sungið verður úr sang-
hefti, sum gjørt er. Og har
fara Sangkórið og Harmon-
ikulidid at skipa fyri.
Og so eru tað pengarnir,
sum sjálvandi eisini fer at
bera til at brúka.
Lutaseðlar, har millum
annað tvær uttanlandsferðir
kunnu vinnast á, verða seld-
ir.
Umleið klokkan 18.30 -
kanska seinni - verður bálið
tendrað á nýggja sandinum
uttan fyri grótkastið. Og
røda verður hildin.
Ætlanin við tiltakinum er
fyrst og fremst at savna pen-
ing til Europacupluttøkuna
hjá fyrsta mansliði.
Enn er ikki greitt, hvørj-
um teir skulu spæla ímóti.
Lutakastið verður umleið
hálvan juli, og dystirnir
skulu spælast seinast í au-
gust.
(Mynd: Edvard Joensen)
og ødrum tólum verður á
Búnaðardeplinum í Kollafirði
fríggjadagin 25. juni frá kl. 14.00 til 20.00
leygardagin 26. juni frå kl. 10.00 til 14.00