Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juni 1999síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

millum Våg og Tvøroyri Men tað hevði verið ynskiligt við betri hólum, segði skúlaleiðarin, tá ið hann handaði nýklaktu pisunum prógvið ÁKI BERTHOLDSEN Miðnámsskúlin í Suðuroy Seeði Ole I se eið Suðu 3 n y krk > 3% 3 1 igt fyri Suduroynna hevur rokkið, er a er als ongin munur á næmingum av Tvøroyri og teimum úr Vági Tað var bara onkuntíð, tá ið tosið kom inn á fótbólt Men tvøramenn tosa ikki so hart um fótbólt long- ur. Og vágbingar eru eisini fánaðir eitt sindur í sein- astuni, helt hann skemtiliga fyn "Men hann helt. at skúlin tænti eisini ti endamåli, at han ] tek tjé ar við til at halda liv ára gamlan ungdóm út í stóru verð at nema sær út- búgvin So eri sannførdur um, at skúlin er við til at halda lív í oynni. Tí uttan ungdóm, vildi utlitini hjá Suðuroynni verið sera, sera vánalig Hann vísti eisini á, at fer ungdómurin ikki at útbúgva seg, verður tað eitt afturstig fyri samfelagið. ikki minst fyri oyggjarnar, sum verða avtoftaðar Og tað eru ræðandi útlit, tí tað er úti í oyggjunum, at peningur verður forvunnin. Hendan gorgdin, at alt verður miðsavnað í Havnini er ikki eitt úrslit av eini mið- visari, væl gjøgnumhugsad- ar ætlan. Hetta er bara nak- að sum hendir. Og hvussu samfelagið verður, um hendan gongdin heldur fram, er tað ongin, sum hev- ur ánilsi av Hann kom eisini inn á teir stóru fyrimunirnar við at hava studentaskúlan í nær- umhvørvinum hjá næming- unum Tá ið næmingarnir kunnu búgva heima, sleppa teir undan at hugsa so nógv um húsaleigu ella døgverda Sjálvandi hava teir havt av pengum, men tíðindablaðið Í málsligu deild vórðu 13 pisur klaktar í Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Tær eru, aftara rað fx.: Bjarma Joensen, Rak- ul Nolsóe, Barbara Joensen, Sára Dan- jelsen, Brindis Joen- sen, Amy M. Muller, Jakoba Bech og Hall- dis Muller. Fremra rad f.v. Miriam Sol- munde, Eydbjørg Skaalum, Tórunn Holm, Annika Eides- gaard og Katrin Pet- ersen (Mynd: Heri Mortensen) Tað er ikki fyrrenn nú, at tit verða noydd at taka hesa ábyrgdina á tykkum sjálvi Men hann helt eisini, at fyrimunurin við einum litl- um skúla var, at sambandi ímillum næmingar og lær- A -— EN = arar varð nógv tættari enn annars. Lærararnir eru aldrin longur burtur enn, at teir altíð eru til at fáa fatur á og teir hava altíð verið til reiðar at hjálpt og stuðlað og veg- leitt og tá ið vidurskiftini eru so smá, koma lærarnir at kenna hvønn einstaka næming rættiliga væl. Betri høli Annars kom hann enn eina- ferð inn á tey vånaligu høl- isviðurskiftini hjá skúlan- um. — Skúlin hevur verið í somu hølum eitt áramál, men tað er ikki hent stór- vegis fyri at bóta um hølini, sum eru ov trong og ov vánalig. Hann vónaði tí, at bæði næmingarnir og foreldur teirra vildu gera sítt til at hjálpa til, so at skúlin kundi fáa betri holi. Men hann vildi við vilja einki siga um, hvar í oynni, NR. 108 - 26. JUNI 1999 hølini skuldi vera. Ein strævin tíð Tá ið Annika Eidesgaard, vegna tær nýklaktu pisur- nar, takkaði fyri seg, helt hon, at tey trý árini á stud- entaskúlanum høvdu verið strævin við góðum og minni góðum løtum. Men tað hevði ikki gingið uttan góða hjálp frá næstr- ingum og floksfeløgum. Hon helt, at samanhaldið millum næmingarnar hevði gjørt sítt til, at tíðin á skúl- anum var blivin so góð, sum til bar. Hon segði, at afturlítandi skiltist valla, hvar hesi trý árini vóru blivin av. — Men hesi trý árini við lærdómi og búning fara 6- ivad at roynast okkum góð barlast famyvir. Men nú er vit so øll kom- in á mål og skulu, hvor í sínu lagi at royna veingir- nar. At enda takkaði hon skúla og lærarum fyri tey trý árini og síðst, men ikki minst, takkaði hon foreldrum og næstringum fyri hjálpsemi og tolsemi A stóddfróðiligu deild vórðu 17 pisur klaktar í Miðnámskúlanum í Suðuroy í ár: Tær eru, aftara rað f.v.: Hjørdis Christiansen, Jónleyg Bech, Jón Danielsen, Fróði Bech, Dan Djur- huus, Niels Petersen, Brian Smedemark, Birgir Magnussen, Jån Bogi Guttesen og Magnar Haldur Næs. Fremra rad f.v. eru Elin Johansen, Beinta Hovgaard, Theresa Jespersen, Såra Jo- hansen, Bjørg Nicl- asen, Eyð-Britt Tjaldrastein og Hjørd- is Ryggshamar (Mynd: Heri Mortensen) Pauli Einarsson gestargðari Pisufundurin í Suður- oynni verður í kveld, friggjakvøldid klokk- an 19 f midbynum å Tvøroyri. Gestargðari í ár verður Pauli Einars- son, sum er tvøramad- ur og arbeidir hjå stóra oljufelagnum Saga Petroleum, har hann er varastjóri fyri deildini í Føroyum. Pauli Einarsson sig- ur, at hann fer at greiða nýklaktu pis- unum eitt sindur um teir møguleikar, tær hava fingið við tí at- gongumerkinum sum tey nú hava fingið, tí annað kann eitt stud- entsprógv neyvan sig- ast at vera. Hann fer sjálvandi at koma inn á oljuna, men hann fer ikki at lova gull og grønar skógir, tí tað kann ongin. Og hann fer eisini, at fortelja teimum, at tað eru aðrir møgu- leikar enn beinleiðis at fara upp í oljuvinn- una og tað er heldur ikki vist, at tað er tað, tey høvdu fegnast mest um. Hinvegin finst ein rød av útbúgvingar- møguleikum innan allar møguligar vinn- ur og tænastur, sum brúk er fyri í samfel- agnum, men sum oljuvinnan eisini hev- ur brúk fyri. Fyri pisurnar fer Magnar Haldur Næs úr Hvalba at halda rødu. -Åki-