fríggjadagur 25. juni 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 118 - 25. JUNI 1999
tíðindablaðið S0S/27T
Grillvogn-
in kenna
tey flestu
Tey flestu, sum hava sett fót sín á
Tvøroyri, munnu kennast við Grill-
vognin. Hann er partur av býarmynd-
ini og mangur svangur ferðandi hev-
ur stokkið innar á gólvið hjá Honnu
Johansen, tey 22 árini, hon hevur
havt Grillvognin
DAGFINN OLSEN
I samfull 22 år hevur Hanna
Johansen havt Grillvognin
å Tvøroyri. Og lika so væl,
sum bygdarfólkið telist
millum gestirnar, so man
Grillvognurin eisini hava
komið væl við hjá mongum
svongum og troyttum ferð-
andi.
Har hann liggur mið-
skeiðis omanfyri bryggju-
økid, er Grillvognurin uttan
iva vorðin partur av býar-
myndini á Tvøroyri og eis-
ini eitt stað, har fólk savn-
ast.
Tað eru 22 ár síðanu, at
Hanna byrjaði virksemið í
I samfull 22 ár hevur Hanna Johansen rikið Grillvognin á Tvøroyri
Grillvogninum, nevniliga
tann 29. maj 1977. Og síð-
ani tå hava mangar jOansøk-
ur verid å Tvøroyri og
mangur stevnugestur hevur
notid ein bita i Grillvogni-
num.
Hanna Johansen sigur, at
nógv fólk vitjar innar, tå
stevna er. Men veðrið hevur
nógv at siga. Er veðrið gott,
og nógv fólk leitar sær út á
Mynd: Dagfinn Olsen
gøturnar, so kann nógv fólk
savnast í Grillvogninum,
har mangur góður bitin er
at fáa.
Lítla svarta húsið
Karsten Hoydal nevndi eina av sínum søgum „Lítla gula húsið“. A Tvøroyri
stendur eitt lítið svart hús nærhendis bryggjuni. Hetta er Gestabúðin
DAGFINN OLSEN
Nærhendis bryggjuni á
Tvøroyri, stendur lítið, svart
hús. Húsið stendur á frið-
aðum øki, har m.a. gomlu
doktarahúsini standa, um-
framt Krambúðin hjá
Thomsen (Kgl. Handilin),
fiskastykkið og so gamla
Gestastovan, har
fremmandafólk, t.d. fiski-
menn, fingu innivist í goml-
um døgum.
Tað er Gestabúðin, ið
heldur til í svørtu húsunum.
Sigrun Albinus hevur síðani
1991 rikið Gestabúðina.
Har er ymiskt at fáa.
Heimavirkið! Hetta kem-
ur einum til hugs, tá ein
trínir innar, men talan er um
sjålvstødugan handil, har
nógv bundin pløgg eru at
fáa, umframt annað, t.d.
ymsir lutir til ferðamannin,
ið hava ymiskt føroyskt
prentað á. Tað kann vera
pennar, spælikort og annað.
Nógv vøkur pløgg eru at
fáa. Sigrun bindir sjálv, men
eisini binda konur til Gest-
abúðina. Sigrun greiðir
skemtandi frá, at tann
yngsta „bindikonan“ er 76
ár og tann elsta 82 ár. Eisini
keypir Sigrun pløgg frá
Snælduni.
Sigrun Albinus sigur, at
ynskiligt heyði verið við
meira sølu, men ikki nógv
ferðafólk vitja har á leið
Hvussu lagnan hjá Gesta-
búðini verður, er eisini Ó-
vist, tí økid er friðað, og
røddir hava verið frammi
um, at handilin skal burtur
av økinum. Men enn er
einki itøkiligt hent hesum
viðvíkjandi, so enn er gam-
Sierun Albinus hevur
3
síðani 1991 riki«
Gestabuðina, har føroysk
pløgg og ymiskt til
ferdamannin er at fåa
Mynd: Dagfinn Olsen
ani at fara innar i hugnaliga
handilin i bryggjubrekkuni,
har ein finnur mangt og
hvat. Bædi gagnmikil og
snotulig pløgg og ymiskt til
prydis