Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-25, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juni 1999síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ES i se NR. 118 - 25. JUNI 1999 tíðindablaðið 23 e-mail: emilasosialurin.fo Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - TIf. 31 18 20 - Fax 31 47 20 Síðsta hálva tíman góvu gøtumenn heimaliðn- um á Svangaskarði ein orduligan umgang Mikukvøldid fóru B68 spælararnir í summarfrí. Eftir 5-0 avhølving i Klaks- vik i fyrsta umfarinum visti pilurin rætta vegin, og eftir fýra dystir á rað uttan tap hevði tað verið krúnan á væl eydnaðari fyrru hálvu, um tað í síðsta landskapp- ingardystinum undan summarsteðginum hevði eydnast at fingið øll stigini móti Gl. Tað miseydnaðist hjá B68. Kanska var tað ikki av leið at rokna við, at gøtu- menn vóru móðir av ferðini niður til Bosnia, men gongdin mikukvøldid á grasvøllinum, har Gl í morgin hevur heimavøll, bar als ikki boð um hetta. GI kom framum 3-2, tá ein tími var farin, so flutti heimaliðið fólkið fram og skifti út, soleiðis at uppstill- ingin gjørdist meiri fram- rættað, og tað hevði møgu- leikar við sær í báðum end- um, men tað var GI, sum skoraði málini. Eitt korter fyri leiklok økti GÍ til 4-2, og tveir min- uttir undan leikloki stað- festu teir kærkomna sigur- in, sum ger, at gøtumenn — í hvussu so er til sunnudagin, tá hini oddaliðini aftur fara í eldin — eru á sama stigatali sum oddaliðið í Klaksvík. Munirnir Talan var ongantíð um flót- andi fótbóltsspæl. Summar- veðrið var av fyri hesa ferð, vindurin mól úr ymsum ætt- um, og serliga teir á heima- liðnum tóktust hava ilt við at meta um ferðina á bólt- inum. B68 menninir tóktust sinniliga vera farnir meiri í summarfrí enn gøtumenn- inir, sum vóru grammari í nógvu nærdystunum. Heimaliðið, sum í útgangs- støduni bara hevði Marcelo á toppinum, meðan Marlon var hangandi álopsmaður (hetta varð broytt, tå Øssur Jacobsen kom inn og gjørd- ist álopsmaður) hevði ilt við at skipa verjuna. Oleif Joen- sen royndi undan dystinum at hita upp, men hann var ikki klárur, og so var neyð- ugt við broytingum, og tað er altíð óheppið við stuttum skotbráði at broyta mið- verjuna. Toftamenninir mistu fleiri ferðir í uppspælinum, og tá tað var lítil dýpd í verjuni, hevði hetta við sær, at gøtumenninir fleiri ferðir gjørdust sera leysir. GI hevur havt trupulleik- ar í álopspartinum. Nú er Sasha endiliga klárur aftur, og tað er fongur í honum. Hann skoraði trý mál, hann vísti góð evni at varðveita bóltin og harvið at bíða við sendingunum til liðfelagar- nir høvdu funnið røttu stød- urnar, og so hevur tað við sær, at Sasha er við aftur, at Sámal Joensen kann spæla á midvøllinum, har hann er góður stríðsmaður. Jóan Petur Olsen var tryggur á aftasta manni. Tá B68 bara hevði ein mann í álopinum, tók Bartal Elias- sen sær av honum, men tá Øssur Jacobsen kom í B68 álopið, flutti Poul Ennigarð aftur í miðverjuna. Leivur Hansen var vongverji í høgru, tí Rúni Justinussen fekk ein løst undir venjing týskvoldið. Málini Bara tríggir minuttir vóru farnir, tá Marlon setti hol á fyri heimaliðið. Langskotið stíklaði eina ferð i vøllin, áðrenn bólturin brast í meskarnar. Toftamenn høvdu ikki fingið armarnar niður aftur, B68 niður aftur á jorðina tá tað aftur var javnt. Súni Olsen dró í vinstru, sendi innum verjuna, og Sasha var púra leysur. Henning Jarnskor legði GI framum tíggju minuttir eftir steðgin. Bólturin var á veg út av vøllinum, tá Sasha fekk fatur á, sendi innfyri, B68 verjan hevði møgu- leika at senda burtur, men misskiljing millum málverja og verju hevði við sær, at Henning Jarnskor fekk tánna á. Fýra minuttir seinni sendi Marlon fríspark úr 18 metr- um og upp undir saman- komingina — eitt sera vak- urt mál, men minuttin eftir var GI aftur á odda: Sasha legði innfyri úr høgru, Henning Jarnskor var púra leysur eitt sindur til vinstru og smekkaði til, meðan hann hevði nógva ferð. Tað bleiv 4-2 til GI, tá tað restaði eitt korter. B68 misti í uppspælinum, og Sasha gjørdist púra leysur. Tveir Lesið eisini ítróttin á internetinum www.sosialurin.fo minuttir undan leikloki staðfesti dagsins maður rimmar sigurin. Sámal Jo- ensen og Sasha spældu eitt tvey, jugoslavin gjørdist púra leysur innanfyri frammarlaga staddu og fløtu verjuna, og hann var púra kaldur og skoraði. jh B68: Magnus Poulsen — Jan Petersen, Janus Thomsen, Finn Mørk, Signar Johann- esen, Jåkup Djurhuus - Marlon, Såmal Erik Hent- ze, Fróði Benjaminsen, Olaf Højgaard — Marcelo. GE Sunvard Joensen — Leivur Hansen, Jóan Petur Olsen, Bartal Eliassen, Súni Olsen — Magni Jarnskor, Poul Ennigarð, Pauli Jarn- skor, Sámal Joensen — Alex- ander Radosavljevic, Henn- ing Jarnskor. B36 malverjin hevur fingið sekkin Egin Høgnesen er farin at venja aftur, og ungverski målverjin verður sendur til hús aftur Tíðarskeiðið hjá ungverska málverjanum, Janus Timar, í B36 gjørdist stutt. Lands- kappingardysturin í Klaks- vík síðsta sunnudag var tann síðsti hjá honum fyri hgvuðsstaðarfelagið, sum sunnudagin, tá NSI kemur í Gundadali, aftur fer at hava Egin Høgnesen í málinum. Egin hevur verið so mikið plágaður av ryggskaða, at hann hevur ikki fingið vant og harvið spælt í ár, men nú hevur hann verið til venjing nakrar ferðir, og so fær hann møguleikan. I útvarpinum á middegi í gjár vildi Kristian á Neysta- bø, formaður í B36, hvorki vátta ella avsanna tíðindini um, at ungverski málverjin verður sendur til hús, men hann váttaði, at Egin Høgn- esen og Tróndur Vatnhamar verða ngvnini á málverjun- um sunnudagin. Frá góðum keldum í B36 vita vit, at venjarin, Tomi- slav Sivic, ikki hevur verið serliga væl nøgdur við av- rikini hjá útlendska mål- verjanum, og dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir, var í Klaksvík. Ameriku- maðurin í KI málinum stóð seg væl og hevði tvær heilt góðar bjargingar, meðan ungverski málverjin í B36 málinum stóð seg minni væl, og í B36 verður mett, at hann var beinleiðis orsøk til tvey av málunum, sum KI fekk. Tað ber altíð til at spæla klókur aftaná, men avgerð- in í B36 um at skifta mál- verja boðar frá, at teir halda seg ikki hava fingið úrtóku burturúr pengunum, sum teir hava latið fyri at fáa ein útlendskan málverja henda vegin, og tað er einki at iv- ast í, at í eftirmetingini av hesari royndini fer at verða mett um, hvussu væl um- støðurnar í sambandi við málverjan hava verið kann- aðar, áðrenn hann var biðin um at koma hendavegin. jh Botnstríðið í Sumba verður í kvold Grannauppgerðin í Sumba hevur stóran týdning fyri vánirnar at sleppa undan niðurflyting Teir hava vant síðani síðst í januar, og teir hava spælt átta landskappingardystir, men enn hava teir einki stig fingið. Í kvøld fáa sumbing- ar síðsta møguleikan undan summarsteðginum. Lands- kappingardysturin = móti grannunum úr Vági, sum sambært skránni skal spæl- ast sunnudagin, er fram- skundaður til í kvold. Tað hevur við sær, at sumbingar hava frí á jOansøku, tá teir m. a. hava møguleika at hyggja at fótbóltsdystinum, sum sunnudagin verður millum TB og VB. Sumbingar hava tapt fýra teir fyrstu heimadystirnar, og á utivølli hava teir eisini tapt fýra ferðir. Sunnudagin spældu teir síðstu løtuna bara við níggju monnum í Runavík, og tá høvdu teir onkran møguleika at javna og harvið fáa stig. Móti VB eru Birgir Jørg- ensen og jugoslaviski spæl- arin Nikola leikbannaðir. Annars eru allir hinir, sum hava verið við hesar síðstu vikurnar, tøkir. VB hevur verið fyri púra ongum. Tað tykist sum spælararnir hugsa ikki um annað enn at flyta bóltin til spælandi venjaran, ið hevur verið og vil vera við í tí mesta og harvið hevur lagt stórt trýst á seg sjálvan. Dan Djurhuus, sum var leikbannaður móti B71, er tøkur aftur. Magni Mohr, sum síðsta vikuskifti var í 3. deild, verður ivaleyst á mið- vøllinum. Hann lesur ítrótt í Keypmannahavn, har hann eisini er venjari hjá før- oyska liðnum, og tískil er hann hampuliga væl fyri. Janus Kjærbo hevur ikki verið við, síðani hann var leikbannaður, og hann verður heldur ikki við í kvold. jh Botn- og grannastríð verð- ur å Krossinum millum Sumba og VB i kvøld