fríggjadagur 25. juni 1999síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
22
Seinasti skúladagur hja
lærara okkara, Hilmari Bech
Hilmar Bech, sum hevur verið lærari í
tíðindablaðið
NR. 118 - 25. JUNI 1999
Porkeri í fjøruti ár, gevst í dag í starvi sum lærari. Hilmar Bech sat á tingi umboðandi Javnaðarflokkin árini frå 1970 til 1984, og hevur
hann umframt tað havt fleiri ålitisstørv. Myndin er tikin fyri kortum, tá Hilmar Bech vitjaði á Sosialinum saman við lærarum og næmingum úr Porkeri
Í Porkeri hevur ein av
okkara góðu og triføstu
lærarum, Hilmar Bech, sín
seinasta skúladag í dag
Hann hevur røkt hetta
starv nú í 40 ár - og vilja
vit takka honum fyri tann
ómetaliga týdning, ið hann
hevur havt fyri skúla
okkara og bygd okkara.
Hilmar Bech, sum er
ættaður úr Porkeri tók
læraraprógv á Haslev
Seminarium í 1958. Hann
var lærari við Vágs skúla í
1958-59, og hevur síðan
1959 verið lærari her í
bygdini. Síðan 1967 hevur
hann verið fyrstilærari.
Í mongum bygdum fyrr
var lærarin ein
týdningarmikil persónur,
sum ofta var tann, ið
umboðaði fólkið og sum
heitt var á, tá okkurt var á
vási. - Soleiðis hava eisini
mong okkara upplivað
Hilmar - sum hin fryntliga
mannin, ið vit høvdu álit á
og sum vit altíð kundu
leita ráð hjá.
Mong okkara, sum í dag
—rLT1TTTtI Á ———————
eru foreldur og hava børn
í skúlanum, hava eisini
havt Hilmar sum lærara.
Vit minnast hendan unga
og ídna læraran, ið gekk
upp í sítt yrki við lív og
sál og sum vildi nakað í tí
gerningi, sum lá honum á
hjarta
Hilmar var nærlagdur og
vísti uttan at gera
mannamun, tí einstaka
næminginum áhuga. Eins
væl og hann eggjaði hin
sterka næmingin at menna
sínar bókligu gávur, so
lærdi hann eisini hin
minni sterka næmingin
sjálvsálit og minti hann á,
at hóast vit ikki øll eru so
sterk bókliga, so eru aðrir
virðismiklir eginleikar,
sum í lívinum hava eins
stóran týdning, sum hin
bókligi kunnleikin.
Samstundis, sum Hilmar
heyði tak á næmingunum
og undirvísti við fastleika,
so var hann hin fryntligi
og vinarligi lærarin, sum
næmingurin bæði kundi
samskifta við og hava
virðing fyri.
Mong okkara minnast
við gleði aftur á, tá hann
segði frá søgu Føroya og
eisini bygdarsøgu okkara.
Vit minnast tå sagt var frå
um neyt, seyð, hoygg, torv
og annað, ið fyrr var ein
náttúrligur partur av
føroyska bygdarlivinum.
Vit minnast, tå sagt var frå
nótakasti, útróðri,
nærfiskiskapi og
fjarfiskiskapi.
Síðan gloyma vit ikki
virðismiklu barnasangir og
fosturlandssangir okkara,
sum hann lærdi okkum -
sum eisini gjørdi sítt til, at
vit fingu alsk til land
okkara og vøkru
náttúruna. - Tað fór ein
ylur gjógnum barnasálina,
tá vit sungu sangir sum
hendan hjá Hans Andrias
Djurhuus: „Vit kunnu øll
at renna dyst“ ella sangin
hjá Mikkjali á Ryggi:
„Fagra fríða, vársól blíða“,
ella ,Hvørjum man tykjast
vakurt hjá sær“ hjá
Fríðriki Petersen og
mangar aðrar. - Enn í dag,
so mong ár aftanná, vakna
kenslur frá barnaárunum,
tá hesir vøkru sangir verða
sungnir.
Stuttligt var eisini tá
skúlabórnini fóru ein túr
til gongu út í náttúruna.
Sagt var frå søgum, ið
høvdu tilknýti til tey åvisu
stødini, ið vit sóu. - Hvor
okkara minnist ikki
Hilmar at greiða frá, tá vit
komu út til Víkar, um
Karpa og synir hansara, ið
allir gingu burtur á báti
sunnanfyri í Mýrafirði.
A hesum útferðum
spældu vit ymisk spøl
eisini. Vit spældu langbólt,
kastaðu spjót og
stuttleikaðu okkum 6ført. -
Eisini fóru vit saman við
læraranum vestur í Gjógv
í svimjihylin, tá veðrið var
gott, og hevði Hilmar eina
stong við, sum hann lærdi
okkum at svimja við.
Tá vit so fóru úr
skúlanum her og fóru
aðrastaðir at ganga í skúla
og at læra, so var Hilmar
altíð áhugaður í okkum og
spurdi foreldrini eftir
okkum. Og tá vit í frítíðini
vóru heima, prátaði hann
altíð við okkum, um hann
hitti okkum.
Soleiðis hevur Hilmar
altíð verið ein náttúrligur
partur í lívi okkara og í
bygdarlívinum her. Hann
hevur dagliga tikið lut í
øllum her og hevur altíð
steðgað á og havt eitt
hugnaligt prát við øll, ið
hann hitti.
Góði Hilmar - vit takka
tær fyri hesi mongu ár, ið
tú hevur verið lærari
okkara og fyri tann góða
anda, ið hevur eyðkent teg
og skúla okkara. Vit
minnast við gleði aftur á
farin ár og eru takksom
fyri, at vit eisini hava
kunna sent børn okkara í
skúlan, meðan tú enn vart
lærari her.
Tá vit koma upp í árini,
og leggja lívsstarv okkara
frá okkum, mugu vit
ásanna, at sólin er komin
nakað vestur á luftina. -
Spennandi var í barna og
-ungdómsárum, tá sólin
reis úr havi. Og vakurt var
í manndómi, tá sólin stóð
hægst á luftini.
Men, hvør hugtakandi,
tá sólin er komin vestur
um, og tekur seg niður
ímóti fjallarødini, litandi
bø og haga, har seyðurin
liggur og jótrar - og gyllir
so fagurt fjørð og
sjóvarmála, har æðurnar
so friðsamar damla og
børnini so hugnaliga
spæla.
So vakurt síggja mong
okkara, góði Hilmar, í dag
umhvørvi okkara, sum tú
hevur verið við til at gylla,
og ynskja vit tær mong
góð ár afturat saman við
okkum her í bygdini.
Takkandi tær ynskja vit
tær Guds signing í
komandi døgum.
Vinir.
—
A—
Han bs: