Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-25, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juni 1999síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

w FE NR. 118 - 25. JUNI 1999 So snotulig eru doktara- húsini á Tvøroyri vorðin eftir at Fornminnisfelagið hevur tikið sær av teimum. Arbeiðið hevur tikið eini 10 ár og hevur kostað fitt av peningi, tí húsini stóðu at rapa ist á Tvøroyri. Læknin, sum kom um- leið 1850, kallaðist Nols- ge. Møguliga stavar øll Noslge familjan haðani. Hann var bæði byggiharri og byggi meistari, tá hús- ini vórðu bygd. Á einum loftskamari er leirur undir gólvinum. - Hetta er ljóðbjálving, tí læknin skuldi hava frið at sova, greiðir John Mort- ensen frá, og hann greiðir eisini frá um baðirúmið, har ein ovnur hevur staðið inni, men ovnurin hevur verið nakað høgur, so hol er gjørt í loftið og sæst enn. I kjallaranum eru i dag ymsir lutir å goymslu og bjålkarnir, ið halda húsu- num, eru arvaðir úr gomlu krambúðini hjá Morten- sen, ið varð tikin niður. Húsini áðrenn umvælingararbeiðið byrjaði Eiga húsini Tvøroyrar Fornminnis- felag og ein deild av felagnum, ið nevnist Tvør- oyrar bygda- og sjósavn, eiga í dag húsini. Komm- unan átti húsini, og hevur latið tey til felagið fyri sámuligan penga. Landið letur eisini stuðul til slík søvn. John Mortensen sigur, at tad er dyrt at fåast vid hetta, men Kommunan hevur verið sera vinarlig og játtað pening til virk- semið og verið dyggur stuðul. Spurdur um, hví fólk sjálvboðin fáast við slíkt arbeiðið, sigur John Mort- ensen, at tey ivaleyst hava hildið, at bygdinini vant- aði nakað av søguligum medviti og vitan um, hvaðani vit koma. - Hetta kann ein so tíðindablaðið SC royna at skapa, við at vísa fólki, hvussu staðurin fyrr sá út. Eisini halda vit, at tað er neyðugt, at ein veit hvaðani ein kemur. Hví júst vit fáast við hetta, tað er ilt at siga, men sjálvsagt hava vit áhuga fyri hesum, sigur John Mortensen. - Hvi Just hesi húsini? Sera nógv søga er knytt at húsunum og tey hava verið nýtt til nógv enda- mál. Men ongantíð til fisk, sum alt jú í grundini snýr seg um. Men húsini eru gomul, nógv hevur verið her og so var eisini mØgu- leiki at fáa tey, sigur John Mortensen. Nakað av søguni John veit nógv um søguna á staðnum. Hann greiðir frá um ymsu húsini á øki- num kring húsini, sum nú er friðað øki. Millum ann- að standa nakað omanfyri Doktarahúsini, húsini hjá faktor, handilsuppsitara- num, og niðanfyri er lítið hús, ið minnir um eitt neyst. Hetta er Gesta- stovan, har fiskimenn svóvu, um teir ikki sluppu heim. John sigur skemt- andi, at hetta so er elsta hotel í Suðuroynni. Tað kenda staðið Val- urin vita ikki øll hvar ið er. Millum eina á nær- hendis doktarahúsunum og eitt gil nær Sjúkrhúsbrekk- uni, hevði læknin eina tróð. Valurin er påløgd hending, ikki eitt bygdar- navn, og Valurin er lagdur á trødna hjá doktaranum. - Eingir upprunaligir tvøramenn eru til, tí eingin búði her. Men fólk kom allastaðir frá at arbeiða, og Fólk eru ófór at koma við lutum, ið tey hava lig so ognartók man jørðina hjá læknanum til bústaðir, tí hesi fólk máttu búleikast onkustaðni og soleiðis uppstóð Valurin, sigur John Mortensen, og leggur afturat, at tá ein gomul mynd av Valinum varð nærri greinað, so vóru øll fólkini í húsunum úr Funningi, Svínoy, Sørvågi og so framvegis. - Bóndamentanin er ikki á Tvøroyri, og eisini tí uppstóðu fakfeløg og javnadarrørsla her, tí tey vóru til reiðar at taka í- móti hesum, tey høvdu ikki seyð í bakhøvdinum, men nakað annað, sigur John Mortensen, og leggur afturat fyri at lýsa tíðina tå, at á Tvøroyri var í gomlum døgum skómak- ari, ið ikki bara lappadi, men gjørdi, framleiddi gjandi. Her eitt gamal radio 21 skógvar og so var eisini hattabúð. Myndir, lutir og kapping Uttan um Doktarahúsini er ætlanin at steinseta og so er ætlanin at húsini skulu hava flagtak. Eisini vóru í síni tíð úthús, og kanska verða tey aftur at síggja einaferð í framtíðini. A jóansøku verða gaml- ar myndir og ymsir lutir sýndir fram í húsunum. Eisini er ætlanin at hava eina kapping, har fólk kunnu gita, hvat ymsir gamlir lutir hava verið nýttir til. Húsini eru opin jóansgku dagarnar og fólkini, sum stákast við at fyrireika framsýningina vóna at síggja nógv fólk á jóansøku.