Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juni 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjóri: Marknaðardeild: } Jan Møller Jonhard Hammer laðstjóri Dagbjørt S. Hansen B : Eirikur Lindenskov Blaðfólk: Internet: www.sosialurin.fo | Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson ítróttarskrivari: Emil L. Jacobsen Jens Kristian Vang Alvur Haraldsen , uppseting og prent: Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post Gsosialurin.fo 76, Rådstevna - Føroyar eftir år 2000!!! Oddagrein IKKI kann sigast annað enn, at hetta er ein sera hendingarrík tíð á so nógvum økjum - á tí politiska - á ti vinnuliga og á ti mentanarliga. At vit stevna móti eini nýggjari old ger tað tí eisini heilt náttúrligt at taka samanum - í hvussu er hvat hetta seinasta 10 ára skeiðið hevur givið og lært okkum - og hvussu vit við m.a. roynd- um og vitan frá hesum skeiði seta út i kortið av nýggjum. At vit runda eitt ár- túsund skuldi verið eitt einastandandi hovi til nettup at steðga á og seta spurningar - spurningar, sum m.a. hava sín uppruna í ti farna men sum so sanniliga eisini og ikki minst skulu spretta fram í tí vit fáast við her og nú. TOSAÐ verður um og arbeitt verður við at orða ein mentanarpolitikk. Tað sama er galdandi fyri viðurskifti okkara við Dan- mark og umheimin. Og á vinnuøkinum verður verður roynt at finna nýggjar leiðir, soleiðis at viðkvæmi búskapur okkara fær fleiri bein at standa á. Og her hevur verið tosað um og arbeitt við kunningartokni, oljuvinnu o.a. VIT hava áður á hesum stað mælt til, at foroyskir myndugleikar saman við Norður- landahúsinum tóku stig til eina ráðstevnu, har vit viågjørdu avleiðingarnar, sum ein komandi oljuvinna fer at hava á samfelag okkara. Vit vilja fegnir endurtaka hetta men samtíðis fara eitt stig víðari og skjóta upp, at tað í heyst ella í vetur verður hildin ráðstevna í Norðurlandahúsinum í eitt vikuskifti ella kanska í eina heila viku, sum rætt og slætt ber heitið: „Hvat vilja vit eftir ár 2000!!!“ har vi leggja upp til eina lang- tíðarætlan fyri samfelagið Føroyar. HER kunnu so verða tikin nógv ymisk evni fram so sum mentanin, vinnulívið og polit- isku viðurskifti okkara. Hetta kann sýnast sum at taka munnin ov fullan. Men kortini er hetta rætt. Tí vit eru við eitt sera týðandi vega- og aldarmót, har tað at taka størri ella fulla ábyrgd av okkara egna landi stendur í hásæti. Hvussu samd ella ó- samd vit enn eru um størri sjálvstýri ella fullveldi, so stendur tað fullkomiliga greitt, at Føroyar og føroyingar eftir år 2000 mugu til at seta ut í kortið av nýggjum. Hetta skal ikki skiljast sum, at vit kvetta við tað farna og vaða út á djúpt vatn. Tað skal skiljast sum, at vit brúka vit og skil og royndir til at menna hetta land á øllum økjum. At vit seta okkum nýggj og rímulig mál. Og at vit innrætta okkum soleiðis, at vit kunnu rokka hesum málum. Ein „multi“ ráðstevna hevði kunnað stuðlað nógv undir hesum. Sosialurin Eitt seinkað, men neyðugt aftursvar til Høgna Hoydal Hjá okkum politikkarum er tað sum hjá øllum øðrum, at tað er ikki alt, ein skal svara til og ikki alt, ein skal fara til. Tað vil so vera, at tað fara nógvar greinar og nógvar at- finningar aftur við borðinum, partvís tú tú ikki náar at svara, men sanniliga eisini tí, at tað er skilabest ikki at svara. Eg havi nú í eina tíð verið í ti serstødu, um ein kann kalla tað so, at tjóðveldismenn hava brúkt nógva orku til at viðgera mítt politiska virk semi, hóast tað nú er ein tíð síðan, at vit løgtingsmenn fingu summarfrí. Okkurt av hesum havi eg svarað, okkurt svari eg ikki, men greinin, Høgni Hoydal hevði í Sosial- inum seinasta leygardag, kann ikki standa ósvarað. Høgni Hoydal hevur ann- ars fingið fyri vana, at hann í heilum leggur aðrar undir ikki at vita, hvat teir tosa um, ella hava teir á einhvønn hátt mis- skilt tað, tað snýr seg um. Men í greinini seinasta leyg- ardag er hann vorðin offur fyri egnum dómi. “Miskunning" á Fólkatingi Yvirskriftin Høgni brúkar er einki minni enn "Miskunning á folkatingi”, har hann púr- asta út í tóman heim leggur meg undir at hava givið Fólk- atinginum, donskum politikk- arum og almenninginum so dyggiliga miskunning fyri at brúka hansara egnu orð. Í fyrsta umfari hugsaði eg, at her ruggar ikki alt rætt. Orðið “miskunning", hvat merkir tað? Øll vita vit, hvat sagnorðið “at miskunna” merkir, og flestu okkara halda ivaleyst, at "miskunning” var eitt navnorð, sum sipaði til sagnorðið. Á sama hátt sum “at kunna” og "ein kunning." Men tað, sum landsstýris- maðurin leggur meg undir, er, at eg undir viðgerðini av end- arøduni hjá forsætismálaráð- harranum skal hava givið Fólkatinginum, donskum pol- itikkarum og almenninginum skeivar og 6sannar upplysing- ar. Ein sera grov skuldseting, sum eg sjálvandi upp á tað harðasta vil vísa frá mær. Lat meg beinanvegin byrja við at siga, at Høgni Hoydal skal vera meira enn vælkomin til at peika mær á ein stav ella eitt brot í mini réðu, sum er ein "miskunning”. Hvat sigur so Høgni Hoy- dal? Jú, hann sigur (eg siteri): “Hóast hesar greiðu linjur, sum longu eru avtalaðar við donsku stjórnina, misteinki- ligger føroyski fólkatings- maðurin landsstýrið og ar- beiðið við Hvítubók. Sigur seg ivast í, hvussu saklig Hvíta Bók verður. Hann førir tey vanligu ósannindini fram, um at landsstýrið vil "løsrive, - hellere i dag end i morgen” Hvat segði so Jóannes Eid- esgaard? Hvat segði eg so á Fólk- atingi? (Eg siteri): “Stats- ministeren nævnte i sin rede- gørelse den hvidbog, som ud- kommer her i løbet af somm- eren, og som skal danne grundlag for landsstyrets handleplan og køreplan imod den færøske suverænitet. Jeg må skuffe statsminist- eren, når han siger, at denne hvidbog skal danne grundlag for de fremtidige relationer mellem Færøerne og Dan- mark. Landsstyrets planer på dette område står krystalklart i deres regeringsgrundlag, og det hedder udmelding af rigs- fællesskabet og efterfølgende oprettelsen af den suveræne stat Færøerne. Men jeg er ikke uening med statsministeren i, at en objektiv hvidbog, der be- skriver og analyserer relati- onerne mellem vores to lande, er det nødvendige fundament for en fornuftig debat om- kring sagen med en efterføl- gende politisk stillingtagen til det fremtidige model for det videre samarbejde. Men desværre vender den- ne sag forkert, fordi første fase allerede er truffet nemlig den politiske beslutning, for så senere at gå i gang med en udredning, som selvfølgelig helst skal kunne anvendes til at gennemføre den politiske målsætning.” Hvar er "miskunningin”? Harra Høgni Hoydal, hvat er skeivt í hesum? Hevur sam- gongan og ein meiriluti á løg- tingi ikki tikið eina politiska stóðu? Er kósin ikki sett? 2. okt. 1998 samtykti Før- oya Løgting vid 18 atkv. fyri og 12 ímóti fylgjandi upp- skot til samtyktar: "Løg- ríka. Tøkk Hjartans tøkk fái tit øll, sum vóru við til at gera silvurbrúdleypshátíð okkara so minnis- Tøkk fyri gávur, blómur og fjarrit. Heilsan Elisa og Einar Waag, Klaksvík tingið tekur undir við, at landsstýrið fer undir at fyri- reika og taka upp samráðing- ar við ríkisstjórnina um ein sínámillum sáttmála millum Føroyar og Danmark soleiðis, at Føroyar verða skipaðar sum eitt land við fullveldi. Sáttmálim skal áseta karm- arnar fyri samstarvinum mill- um londini frameftir." Har- aftrat kom so eitt ynski um eitt aðalorðaskifti. Øll vit onnur ivast ikki i, hvat henda samtykt merkir. Politiskt er kósin sett ímóti fullveldi uttan mun til, hvat Hvítabók sigur. Politiska stødan er tíkin, um henda samtykt skal takast fyri fult, og tað skal hon sjálvandi, og síðan er arbeiðið við grund- arlagnum (Hvítu bók) farið í gongd. Hetta er raðfylgjan, tit hava valt. Eg royndi í mini réðu at undirstrika mótsatt forsætis- málaráðharranum, at ein hvit- bók er besta grundarlagið fyri einari politiskari stóðutakan. Og tá er raðfylgjan tann rætta. Men tað er hon ikki í tykkara føri. Tað er so tað. Viðvíkjandi loysingini, tú nevnir í greinini, so er hatta eisini tikið úr leysum lofti. Eg segði (eg siteri): " Ethvert forlig ligger altid et sted mel- lem de to yderfløje. Vi har på Færøerne to yderfløje. Sam- bandspartiet, som stort set ikke vil ændre noget som helst, og så Republikanerne, der vil have løsrivelsen heller i dag end i morgen. Men skal vi opnå et forlig, der har sandsynlighed for bred til- slutning, så ligger svaret ét sted mellem disse to partier.” Ræðast tit tjóveldismenn egnan politikk seinastu 50 ár- ini? Rødan annars. Endaliga vil eg siga, at rødan hjá mær var býtt í tveir partar. Annar, tann minni, snúði seg um marknaavtaluna og hin um sjálvstýrispolitikkin. Júst somu evni, sum forsætismál- aráðharrin hevði í síni réðu, sum mín var eitt aftursvar ella viðmerking til. Einki løgid í tí, tí annars helt eg meg ikki til evnið. Viðvíkjandi sjálv- styrispolitikkinum brúkti eg gamal. 27. juni kl. 14.00. + JOHN SMITH, Argir andaðist í heiminum hósdagin 24. juni, 64 ára Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni sunnudagin Jórun, Leon, William og Maria høvudsorkuna og talutíðina til okkara egnu uppfatan av, hvussu vit frægast kundu komið víðari. Tað haldi eg, at eg var førur fyri uttan at verða hongdur út av Høgna Hoydal fyri "miskunning”. Myndin við fótbóltsdystinum Myndin, tú brúkti í greinini, um ein landsdyst í fótbólti var kanska ikki tann mest hepna. Tá liðini vórðu sett eftir valið í fjørvår, tá settu tit okkum út á beinkin. So vit koma hvorki at gera mál og enn minni sjálvmál. Tann møguleikan eiga tit bert sjálvir. Djævelen er i detaljen Apropos raðfylgjuni: Hvit- bók/politisk stødutakan ella øvugt, so kann eg forrestin vísa til ein grein í Weekend- avísini her fyri stuttum. Hon hevur heitið "Djævelen er i detaljen.” Bent Flyvbjerg professari i Alborg hevur vunnið sær al- tj6da vidurkenning vid at visa á, hvussu maktin kann virka í einum númótans fólkaræði. Hetta hevur hann gjørt eftir drúgvar kanningar av stórum projektum út í heimi og í Danmark Lat meg enda hesa grein við at geva Bent Flyvbjerg seinasta orðið. “Man træff- er en beslutning, og bageft- er gennemfører man sá de undersøgelser, der viser, at det er den rette, rationelle beslutnning, man har truffet ” Jóannes Eidesgaard fólkatingslimur