Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juni 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 119 - 26. JUNI 1999 tíðindablaðið = 3 Útselt til harmonikutúrin Tá Norróna í august fer sjenda harmonikutúrin til Noregs, verður skipið fullsett. Hóast tveir mánaðir enn eru til farið verður, eru at kalla eingir ferðaseðlar eftir. Fólk bíleggja fyrr enn vanligt til tann túrin EDVARD JOENSEN Sannur gravgangur er eftir ferðaseðlum til árliga har- monikutúrin við Norrønu. Longu nú, tveir mánaðar áðrenn túrurin verður gjørd- ur, er at kalla útselt. Av Smyril Line verður sagt, at einans tvey fýra- koyggjukømur uttan WC og bað eru eftir, umframt cou- chettirnar í erva. Hetta er sjeynda árið á rað, skipað verður fyri hes- um túrinum. Fimmboði Lisberg, sum saman við Paula Jacobsen er stigtakari, sigur, at tað eru ikki bara føroyingar, sum hava víst hesum túrunum áhuga. Eisini í løndunum rundan um okkum er túrurin vorðin kendur. Fimmboði Lisberg sigur, at í ár verða spælimenn úr ymsum londum við, bara soleiðis av áhuga. Teir vænta og vóna at sleppa at spæla í onkrum króki um- borð, líkasum uttan fyri skránna. Men eisini onnur vísa til- takinum áhuga, sigur Fimmboði Lisberg. Norska ferjureiðaríið Colour Line hevur spurt seg fyri, hvussu liggur fyri við einum túri í Eystrasalti við einum av skipum teirra. Fimmboði sigur, at hugs- að hevur verið um at gera ein føroyingatur burtur av, har siglt verður »bæ av bæi< at heinta føroyingar. Ætl- anin er, um nakað verður burtur úr, at fáa samband við føroyingafeløg uttan- lands, og so fåa luttakarar hadani. Norðmenninir eru hug- tiknir av evnum føroyinga til at hugna sær. Teir kenna ikki til hendan serliga sidin vid dansi og felagssangi, sum brúktur verður umborð á Norrønu, sigur Fimmboði Lisberg. Men enn er hetta tó bara ein tanki. Sjálvur harmonikutúrurin við Norrønu í ár verður í døgunum 23. til 26. august. Skråin verdur å leid tad, hon plagar at vera. Spælt verður einar 24 tímar um samdøguråi. Sjålvandi upp å skift. Fimmbodi sigur, at einir 20 - 30 spælarar verda vid. Vanliga hevur onkur út- lendingur verið við á al- mennu skránni. Og soleiðis verður aftur í ár. Hesaferð er tað eitt het- lendskt orkestur, sum fer at lutaka. Hetta orkestur nevn- ir seg »Da Fustra«, sum å gæliskum málið merkir brim ella uppgangur. Ikki rætt at lata NAP fara á heysin Tað var yvirhóvur ikki neyð- ugt hjá nevndini at lata North Atlantic Provider fara á heysin. Las á internetsosialinum í morgum (25.juni 1999) at fyrrverandi formaðurin í, nú fyrrverandi partafelagnum, North Atlantic Provider leggur undirritaða undir, meiri ella minni, við vilja at hava koyrt felagið á heys- in. Vísandi til stevning frá undirritaða endar hesin sami Heðin greinina við at siga. „men Suni vann einki fyri tað, tí felagið er koyrt konkurs“ (ha-ha!). Lat tað verða sagt beinavegin, at undirritaði stevndi ikki Hedin & Co fyri at fåa pen- ingarligan vinning burturur, men fyri at fáa staðfest í rættinum at uppsøgnin var ógrundað (Ja, Heðin - tað var spell at sakførari tykk- ara ikki møtti). Hetta er bert ein stubbi, so her verður eingin longri gjógnumgongd av „allari“ gongdini - tó vil eg staðfesta nøkur viðurskifti. Í mini fíggjarætlan fyri North Atl- antic Provider verða út- reiðslurnar = mettar til Dkr.108.000,- pr. mánað. Margfaldar tú hesa upp- hædd við 5 so fært tú (tey flestu) Dkr. 540.000,-. (tá er tað er eitt sindur torført hjá mær at skilja, at nevndar- formaðurin er „skakkur“ av at næstan Dkr. 600.000,- eru brúktar alla ta tí hann er førur fyri at margfalda 108 við 5). Viðvíkjandi inntøkum so må eg við ganga, at eg ikki útgreinaði at meðan telefon- linjur og líknandi verða lagdar verða ikki nógvir sáttmálar skrivaðir (eg má hava hildi hetta verið sjálv- sagt). Eg varð tí ikki sort stoltur tá ið vit longu tann 29.12.1998 undirskrivaðu tann fyrsta sáttmálan. Ég skilti tó at nevndin, serliga nevndarformadurin, var vorðin ótolin eftir at síggja (inngoldnar) inntøkur longu i januarmånad. Fyri at bøta um hetta sendi eg honum eitt skriv m.a. viðvíkjandi hvørjar uppgávur vit p.t. høvdu „taxametri“ koyrandi uppá (inkl. upphæddir) - hesar uppgávur og upp- hæddir vóru á heilt góðari leið samanbornar við fíggj- arætlanina fyri 1999 (tó ikki inngoldnar pr. 31.01.99). Í omanfyrinevnda skrivi til nevndina hevdi undirrit- aði eisini sjey (7) ymisk uppskot v.v. hvussu felagið kundi styrkjast fíggjarliga, har undir ein tilsøgn frá undirritaða og partnara hansara til persónliga at út- vega Dkr. 200.000,- fyri at hækka partapeningin við 33%. Stutt sagt. Eg haldi tað vera beinleiðis 6sømuligt at leggja undirritaða undir „við vilja“ at hava koyrt eitt part- afelag á heysin- Eitt parta- felag sum hevur kostað undirritaða uml. Dkr. 100.000,- úr egnum lumma og sum harafturat hevur kostað skattgjaldarum í Suðuroy og Vágum mangt slíkt (Suður- Vestur Samtak- ið). Vónandi er hetta tað seinasta eg nakrantíð foli meg noyddan at sigða al- ment um Heðin Poulsen og P/F North Atlantic Provider. Suni á Dalbø Fyrrverandi stjóri í N.A.P. Um sjålva skrånna er at siga, at felagssangur verður í cafeteria klokkan 20, har nakrir av musikarunum fara at spæla undir. Sungið verð- ur úr heftum, sum gjørd verða til endamálið. Til ber at fáa heftini umborð. Klokkan 22 verður so dúrkið í náttklubbanum ruddað, so dansiplássið verður so nógv sum gjørligt. Og so er tað bara lagið hjá ferðandi, teimum sum Fráf. Tórshavn 27/8, 3/9, 10/9, 15/9 Fráf. Hanstholm Til Fråf. Tórshavn, Fråf. Seydisfjørdur 26/8, 2/9, 9/9, 14/9 e-mail: boøkingØsmyril-linefo 14/8, 21/8, 28/8, 4/9, 11/9 11/8, 18/8, 25/8, 1/9, 8/9, 15/9 avger, nær hildið verður uppat. Sum skilst plagar tad, sambært vanligari siðvenju, at vera seint - ella tíðliga á morgni, um ein vil. bili Ferðist bíliga, Tórshavn - Hanstholm ella hinvegin fyri hvenn Ferðist bíliga, Tórshavn - Bergen ella hinvegin ut hvønn Ferdist bíliga, Tórshavn - Lerwick ella hinvegin Tórshavn - Seyðisfjorður ella hinvegin 705,- Ferðist bíliga, Tórshavn - Hetland- Skotland