leygardagur 26. juni 1999síða 6
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið SC
NR. 119 - 26. JUNI 1999
Nú fer Sólgerð-omman
- Fyri tveimum árum síðani tók eg avgerð um, at eg skuldi fara frá nú, men tað er kortini við ikki
sort av sorgblídni eg fari, sigur Sólgerð á Rógvi Olsen, leiðari á vøggustovuni við
Velbastaðvegin, ið eftir 25 ár í starvinum fer frá
TURIÐ KJØLBRO
Tey smáu eru hennara hjart-
amál og millum tey hevur
hon verið meginpartin av
sínum lívi. Sólgerð á Rógvi
Olsen, ið er ættað úr Vest-
manna, hevur seinastu 25
árini verið leiðari á vøggu-
stovuni við Velbastaðvegin.
Aðrenn starvaðist hon í
vøggustovuni hjá Nunnu-
num i fimm år, og å Barna-
heiminum i try år.
- Eg havi verið ógvuliga
glað fyri arbeiðið, at arbeiða
millum børn og at skapa
góðar umsteður fyri børn-
ini. Børn og trivnaður hjá
børnum eiga mín hægsta
prioritet, og hava tey tað
gott, havi eg tað gott, sigur
Sólgerð á Rógvi Olsen.
Skúli av tí
gamla slagnum
Í 1960 tók Sólgerð á Rógvi
Olsen útbúgving sum stats-
autoriserað barnapleyerska
sum tað tå æt. Utbúgvingin
var tá skipað sum kvøld-
skúli, har tey lesandi ar-
beiddu um dagin á stovnum
fyri børn. Utbúgvingin hev-
ur ikki bert broytt navn,
men hevur eisini fingið nýtt
innihald.
- Júst um hesa tíðina, í
60-unum, hendi so øgiliga
nógv á hesum økinum.
KLAKSVÍKAR DAMPVASKARÍ
Umframt vasking av vanligum klæðum,
hava tygum nu møguleikan fyri at fáa
klæðir tygara kemiskt reinsaði í okkara
nútímans reinsimaskinu
Mammur fóru í stórum tali
út á arbeiðsmarknaðin,
nógvir dagstovnar til børn
komu, og ymisk råk innan
børn og trivnad hjå børnum
komu.
- Børn eru sum tey altíð
hava verið, men kanska eru
børnini í dag friari og 6-
smædnari í mun til fyrr. Hvi
veit eg ikki. Kanska er tað
tí, at flest børn eru millum
onnur á dagstovni, har fleiri
starvsfólk taka sær av teim-
um og tey verða stuðlað í at
tosa frítt. Børn hava fleiri
møguleikar í dag, fleiri til-
boð, og stovnarnir í dag eru
eisini nógv betri enn fyri.
Ikki minst ti, at fleiri útbúnir
T. d. reinsa vit
| klædningar -
Q - foroysk klæði
V
Vit vaska/reinsa eisini gardinur fyri skúlar og almennar stovnar
KLAKSVÍKAR
DAMPVASKARÍ
Tlf. 455 160
Latið toyið inn á hesum steðum: "SEYTJAN" í Havn,
"JOSI" á Skála, "JUNGMANN“ í Runavík og "ROKOKO"
í Getu
pedagogar eru, sigur Sól-
gerð á Rógvi Olsen.
Lítið uppbyggjandi
Sólgerð á Rogvi Olsen vil
ikki so fegin gera viðmerk-
ingar til kjakið, sum í løtuni
er um børn, barnaansing,
bidilista og annad i hesum
sambandi.
- Hetta kjakið er so nega-
tivt og er lítið uppbyggj-
andi. Eg skilji væl, at tað er
nógv frammi í fjølmidlu-
num, men eftir mínum tykki
ger tað meiri ónáðir enn
gagn, tí tað setir tað týdn-
ingarmesta, nevniliga trivn-
aðin hjá børnum, til viks og
í bakgrundina. Eisini hesar
kanningarnar, ið verða
gjørdar. Vit eiga ikki at stara
okkum blind á tað, sum tær
koma fram til. Eisini fak-
fólk eru ósamd um nógv.
Sum utgangstødi eiga vit
altíð at taka stødi í tí ein-
staka barninum og út frá tí
meta, hvat er best fyri tað.
Foreldur fáa ringa sam-
vitsku av kanningunum og
verða kedd, men veruleikin
er, at tey eru noydd at ar-
beiða úti og at koyra børnini
á dagstovn. Eg haldi, at før-
oysk foreldur hugsa nógv
um, hvussu børn teirra hava
tað, serliga fyrstu barnaári-
ni, og eru ógvuliga tilvitað
um ymisk viðurskifti, ið
Sólgerð á Rógvi Olsen,
millum børnini kallað
Sólgerð-omman, umring-
að av teim smáu í vøggu-
stovuni við Velbastað-
vegin
Mynd: Jens Kristian Vang
nema tey.
- Mítt ynski er, at børn og
trivnaður hjá børnum, verða
hægri raðfest av landsins
myndugleikum. lløgur, ið
verða gjørdar i børnini og
umstødur teirra, koma fleir-
faldaðar aftur í føroyska
samfelagið. Sum er haldi eg
ikki, at bórn og smábarna-
familjur verða nóg høgt rað-
fest.
Stórur partur
av lívinum
Nú hevur Sólgerð á Rógvi
Olsen so valt at leggja frá
sær eftir 25 ár sum leiðari á
vøggustovuni. Hesa av-
gerðina hevur hon tikið fyri
umleið tveimum árum síð-
ani, og tí hevur hon vant seg
við hana.
- Eg verði 64 ár í heyst.
Hetta er eitt krevjandi og
týðandi arbeiði, og eg ynski
at vera væl fyri. Fyri langari
tíð síðani gjørdi eg av við
meg sjálva, at tá ið eg kendi,
at kreftirnar fóru at ganga
undan, skuldi eg gevast.
Tann tíðin er so komin nú,
men tað er kortini við ikki
sért av sorgblidni at eg fari,
tí hetta er jú ein stórur partur
av mínum lívi. Sjálvsagt
fari eg at sakna børnini og
starvsfólkini. Eg havi ar-
beitt millum nógv dugnalig
starvsfólk øll árini, tey hava
stødast væl, og vit hava ver-
ið so heppin, at fleiri útbúnir
pedagogar hava verið og
eru her, sigur Sólgerð á
Rógvi Olsen, ið leggur aft-
urat, at hon vónar at síggja
fleiri teirra á m6ttøkuni,
sum verður leygardagin í
vøggustovuni í sambandi
við, at hon fer frá.
- Hvat eg fari at gera, tá
ið eg eri farin frá, veit eg
ikki. Eg fái í øllum fórum
nóg mikið av tíð til alt.
Vøggustovan við Velba-
staðvegin er normerað til 40
børn. Fýra stovur eru á
stovninum við hvør sínum
hálvum triðja starvsfólki. 1.
juli byrjar Inga Maria Sør-
ensen av Argjum í starvi-
num sum leidari å vøggu-
stovuni.
- Børn og trivnaður hjá bórnum eiga min hægsta prioritet, sigur Sólgerð á Rógvi Olsen
Mynd: Jens Kristian Vang