Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juni 1999síða 16

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tidindabl Nr. 119 — 26. JUNI 1999 Seinastu pisurnar f hesum túsundáraskeiðnum Mikudagin fingu studentar og HF'arar í Hoydglum handað prógvini. Sjálv próvhandanin var í Itréttarhøllini á Nabb, meðan pisufundurin var sunnan fyri Viðalundina Myndir Jens Kristian Vang Janus Brix Adreasen helt reðu fyri studentarnar. Hann tosaði millum annað um, hvussu tað er at koma inn í tann vaksna heimin og um tær byrðar, nú verða lagdar á herðar teirra, sum júst hava fingið prógvið handað Tað var saktans høvi at smílast i frålika summarvedrinum, nu 597 strævnir skuladagar eru lagdir afturum. Og tad véru heldur ikki bara allir teir vøkru ungdómarnir i føroyska búnanum, sum frøddust hendan dagin. Foreldur, systkin, ommur og abbar, umframt øll hini, vóru minst lika glad og stolt teirra vegna, sum hendan dagin fingu handadan bjålvan vid prévnum Edvard Joensen Sólin skein oman og niðan, so tað var mestsum synd at fara inn í ítróttarhellina at seta seg ein tílíkan dag, sum rektarin tók til í rødu síni, tá studentar og HF'arar fingu prégv mikudagin. Og tað var, eins og sólin hevði avgjørt at senda hes- um seinastu pisunum í hes- um túsundáraskeiðnum eina serliga heilsu hendan dagin. Hóast bæði Petur Skeel og Ivar høvdu hótt við skyggjum og møguligari vætu, varð dagurin ein av teimum allarfagrastu. Mads Winther, rektari, minti í réðu síni fólk á, at vit liva í eini tíð, har vitanin er ógvuliga avgerandi. Rektarin samanbar tíðina í dag við ídnaðarkolvelting- ina. I dag er kolveltingin á tøknifrødiliga økinum, segði rektarin. Eftir eina hugnaliga sam- komu við felagssangi, kór- sangi og próvhandan, varð farið oman í Hoydalar, har floksmyndir vóru tiknar, og fólk fingu høvi at hittast og ynskja hvør øðrum tillukku við sær sjálvum, alvanum og hvørjum tað nú var. Fastur tåttur ein slikan dag er pisufundurin. Hesin fundurin verður eftir gamlari siðvenju hildin í viðalundini. Men umstødurnar broy- tast alla tíðina. Næmingar- nir økjast í tali og viðalund- in minkar, so neyðugt er at flyta eitt sindur. Tó ikki so langt kortini. Seinnu árini hevur fundurin verið hildin á økinum beint sunnan fyri sjálva lundina. Ein studentur, ein HF'ari og ein gestarødari plaga at vera. I år var Rakul Helmsdal, rithøvundur, gestarødari, og Thora Augustinussen røddi vegna HF'ararnar. Studentarødarin var Janus Brix Andreasen, sum helt eina góða rødu. Hann nam, sum vera man, við tíðina í Hoydølum. Síðan fór hann, umvegis Gongurélv, heilt aftur til Atlantis, áðrenn hann tók í framtíð Føroya sum full- veldi. Janus segði millum ann- að, at rikidømi Føroya er ikki bara fiskur og olja. Tað sanna ríkidómi okkara er fólkið, her býr. Eitt fólk, sum hóast trongar umstødur hevur megnað at liva her á oyggjunum í tí havi, sum fekk bæði lond sum Atlantis og skip sum Titanic at søkka. Og vit hava eisini verið fyri heimsóknum, so tað merkist. Bæði av sjórænar- um og Gablum. Undir norskum, donskum og bretskum veldi. Risar og kellingar hava roynt at stol- ið okkum. Men vit eru her enn. „Gaman i, < segði Janus Andreasen, >vit klandrast heldur enn íkki illa. Vit klandrast líka harðliga, tá tað snýr seg um fisk og fót- bólt, sum tá tað snýr seg um loysing.< Thora Augustinussen umboðaði HF'ararnar á rødarapallinum mikudagin