Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juni 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 119 — 26. JUNI 1999 Nr. 119 — 26. JUNI 1999 Teldubrøv hótta s Teldur og teldubrøv fara at verða ein beiskur biti Upplýsingar, sum eru goymdar á teldu, tíðindablað víst arbeiðið fyri at goyma tær Eyðun Klakkstein Líka so hent sum teldan er í dag, líka so tvørliga kann hon fara at verða, tá fólk í framtíðini skulu skriva okkara søgu og skulu royna at greina persónar í okkara tíð. Orsøkin er, at teldubrøv hvørva, um tað ikki verður gjørt eitt miðvíst og virkið arbeiðið fyri at goyma tey. Og tá júst persónligt sam- skifti er ein týdningarmikil kelda hjá søgu- og ævi- søguskrivarum, gerst vandin við teimum horvnu bróvunum eyðsýndur. — Ein stórur partur av tí skjalatilfari, sum søgu- frødingar og granskarar nýta, tá teir skriva søgu- og ævisøgubøkur er bræv- askifti millum fólk. Og eg síggi ein stóran vanda fyri framman, um brøvini hvørva sum søguliga kelda, sigur Hans Jacob Debes, dr. phil. Hann hevur sjålvur nytt brævaskifti i sambandi vid sinar bøkur, millum annad “Nú er tann stundin" og bókina um Jóannes Paturs- son. — Í mínum arbeiði við teimum bókunum var persónligt brævaskifti ein avgerandi kelda. Hevdi eg ikki havt hesi brævaskifti, hevdi tað havt stóra ávirk- an á bøkurnar, sigur hann. Nýggja tøknin og fram- tíðin krevur, at fólk gerast meira tilvitað um at goyma persónligt sam- skifti — til dømis við at skriva teldubrøv út á pappír, so tey kunnu yvir- liva telduna, sum hevur tikið ímóti teimum. Gera fólk ikki tað, hvørva hesi brøv, tá teldurnar og forrit- ini verða skift út. Í so máta er stóri mun- urin millum eitt vanligt bræv og eitt teldubræv, at eitt vanligt bræv blívur ikki burtur, uttan onkur tveitir tað burtur ella onk- ursvegna ger av við tað. Eitt teldubræv kann bara yvirliva, um fólk gera okkurt fyri at goyma tað t.d. prenta tað út á pappír og leggja tað til viks. Ikki nóg mikið at goyma brøv á telduni Síðani nútímans teldu- tøknin og internetið vann fram her á landi, eru fólk farin at senda hvør øðrum teldubrøv, og tað gerast fleiri og fleiri í nærum øllum aldursbólkum, sum nýta hetta slagið av sam- skifti. Teldubrøv samantvinna fyrimunirnar hjá bæði vanligum brøvum og tele- fonsamrødum. Samskifti vid teldubrøvum nytist ikki at fara fram hjå bædi sendara og móttakara samstundis, og vid at senda teldubrøvini elek- tróniskt gjøgnum telefon- linjur gongur samskiftid skjótt. Tað er tí nógv sum bendir á, at teldubrøv fara at verða ein týdningarmik- il kelda hjá framtíðar søgu- og ævisøguskrivar- um, júst sum vanlig brøv eru tað í dag, men stóri spurningurin er, um teldu- brøvini kunnu varðveitast. Tað eru dómi um, at fólk av óvart eru komin fram á gomul og virðis- mikil brøv, men ber tað til at ímynda sær, at ein gom- ul telda við nógvum teldu- bróvum verður funnin um eini 50 ella 100 ár, og tað ber til at fáa nyttu av hes- um brøvum. Meira upplagt er, at teldubrøv verða burtur- beind, tá fólk fáa nýggja teldu ella nýggj forrit, og so fer hetta virðismikla samskifti fyri skeyti. Og ein annar spurningur er, um framtíðar teldutøknin fer at kunna lesa fílar, sum verða goymdir í dag. Tað stutta av tí langa er, at tað skulu teldubrøv varðveitast, krevur tað at fólk eru tilvitað um at goyma tey, og tað er ikki nóg mikið at goyma hesi brøv á telduni. Fólk mugu verða tilvitað um at goyma brøv A Landsbókasavninum í Havn er eitt virðismikil savn av eldri og yngri handritum, brøvum og øðrum skjølum, sum ferð eftir ferð koma granskar- um til góðar, tá teir skulu savna upplýsingar um søguligar hendingar og søguligar persónar. Í savninum á Lands- bókasavninum finnast millum annað handrit og brævasøvn hjá rithøvund- um. Savnið er savn hjá privatpersónum, meðan almenn skjól millum ann- að verða goymd á Lands- skjalasavninum. — Nýggja teldutøknin hevur ikki fingið okkum at broyta okkara arbeiðs- gongd, og eg dugi illa at meta um, hvørja ávirkan teldur og teldubrøv koma at hava å okkara savn, sigur Martin Næs, lands- bókavørður. — Færri og færri fólk 15 suskrivin Øg hjá framtíðar søguskrivarum. hvørva, um tað ikki verður gjørt eitt mið- nýta pappír og blýant, og eg vil mæla fólki til at verða tilvitað um at goyma brøv, sum hava tydning. Senda tey ella móttaka tey brøv á teldu, so kunnu tey skriva tey út og goyma tey. Og eg kenni eisini-fólk, sum veruliga leggja seg eftir at goyma handrit, brøv og annað, sum fer at hava týdning í framtíðini. Fær avleiðingar Ein av teimum, sum hevur nýtt savnið á Landsbóka- savninum, og annars hev- ur leitað fram brøv og onnur skjøl i sinari gransking, er Hanus Andr- easen, sum nógvu seinastu árini hevur skrivað umfat- andi ævisøgu um yrkjaran Janus Djurhuus. — Brævaskifti hava verið av avgjørdum týdningi í mínum arbeiði at skriva ævisøgu um Janus Djur- huus. Hevdi eg ikki havt hesi brøv, hevdi tað ikki latið seg gjørt at skriva eina slíka ævisøgu, stað- festir Hanus Andreasen. — Tað hevur verið siður at skriva brøv, men brøv- ini gerast færri, og summi eru givin at skriva vanlig brøv. Hendan broyting fer at hava avleiðingar, men eg dugi ikki at meta um, hvørjar hesar avleiðingar fara at verða. Hanus Andreasen hevur brúkt teldu í 10 ár, og øll brøv, sum hann hevur skrivað og sent, eru sam- stundis prentað út og goymd í einum savni. Men ivasamt er, um øll fólk eru so tilvitad um at goyma brøv. — Brøv hava stóran tydning sum søgulig kelda, ti i brøvum liggja ofta kenslur. Tá fólk skriva greinar í bløðunum sensurera tey altíð seg sjålvi eitt sindur, men tað gera tey ikki í brøvum. Tí eru brøv innilig og persón lig Hanus Andreasen vísur á, at fólk, sum eru landa frødisliga langt frá hvørj um, samskifta við brøvum, meðan fólk, sum búgva nærhendis hvør annan, ikki skriva brøv til hvor annan. Tað hevur hann fingið staðfest í sínum granskingararbeiði. Kann ikki nýtast sum skjalaprógv Ein annar týðandi trupul- leiki við teldubrøvum er, at tey hava ikki sama virði sum skjalaprógv, sum hondskrivað brøv hava. Tað er nærum ógjørligt at prógva, at eitt teldu- bræv veruliga er skrivað av tí persóni, sum sigst hava skrivað tað, og tí er eitt teldubræv neyvan vert tað pappír, sum tað ikki er skrivað á. Eitt teldubræv er í prin- sippinum eitt ónavngivið bræv, tí tað einasta, sum kann siga nakað um upp- havsmannin, er email adressan, haðani tað er sent, og tann adressan kann lættliga verða mani- pulera. Tí hevur eitt teldubræv ikki sama virðið sum eitt hondskrivað bræv ella eitt maskinskrivað bræv við eini undirskrift. Og hetta verður enn ein trupulleiki sum granskarar í framtíðini fara at renna seg í. Skulu teir tora at trúgva tí, sum stendur í ónavngivnum teldubrøv- um? Rættingar hvørva Í savninum á Landsbóka- savninum eru nógv hand- rit, sum tað ber til at blaða igjøgnum. Har síggjast eisini rættingar, sum rit- høvundurin hevur gjørt Hetta verður mett sum týdningarmikið tilfar, tá granskarar skulu fylgja við arbeiðnum hjá einum rit høvundi Hesar rættingar gera tað gjørligt at fylgja arbeið num hjá rithøvundum. o síggja hvørjar broytinga hann hevur gjørt Men eisini her er teldan við at beina fyri hesum møguleika at granska søguligar rithøvundar. I dag verða rættingar ofta gjørdar å telduni, og so sæst ikki aftur, hvussu handritið så út áðrenn rættingarnar. Kladdir og rættingar hvørva so hvort sum ar- beiðsgongdin líður, og til endans finst bara eitt end- aligt handrit, sum síðani verður greitt til prentingar. Tí kann tað her við end- an av 20. øld staðfestast, at kunningartøknin, sum gevur fólki endaleysar møguleikar at skriva og samskifta, samstundis fer at geva framtíðar gransk- arum stórar trupulleikar, tá teir skulu royna at tulka og greinar hendingar, sum fara fram í okkara tíð, og tá teir skulu skriva ævi- søgur um persónar, sum liva í dag. oO r