leygardagur 26. juni 1999síða 14
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið =
Nú ætla vagbingar
at keypa Krúnborg
Ejler Jacobsen sigur, at hevði hann kunna havt hana eftir, hevði hann ikki selt
org er nu á
veg til Vágs. Tað eru somu menn, sum eiga Saksaberg, sum nú eisini ætla at keypa
NR. 119 - 26. JUNI 1999
Áki BERTHOLDSEN
Líkt er nú til, at kenda nóta-
skipið Krúnborg úr Havn
endar Vági.
Ejler Jacobsen, reiðari,
hevur í longri tíð havt ting-
ingar við vágbingar um at
keypa skipið og eftir, hvat
skilst á honum, er semja um
prís og onnur viðurskifti
Síðani hava vágbingar
roynt at finna fígging, og
Ejler Jacobsen sigur, ar
hann hevur skilt, at tað er
við at koma undir land nú,
so alt bendir á, at sølan
kemur í lag.
Keypsprísin vil hann ikki
upplýsa.
Tað eru Jákup Olsen og
aðrir, sum frammanundan
eiga nótabátin Saksaberg,
sum nú eisini ætla at keypa
Krúnborg.
Krúnborg er gomul, hon
kom higar til lands í 1973.
Men hóast hon er komin
upp í árini, er hon í sera
góðum standi, tí nógv er
lutgfalsliga nýtt umborð
sigur Ejler Jacobsen
Hann nevnir m.a. at í
1981 kom eldur í hana og
tá varð alt innan gjørt nytt.
Alt á brúnni, oll tól og
alt annað, og alt innan í aft
urskipinum, bæði kømur
messa, galla og alt tað.
Síðani eru allir hjålpi-
morarnir skiftir, so ongin er
eldri enn fyra år. Teir, sum
vórðu settir i, eru 50 hestar
stórri enn teir, sum vóru.
— Motorurin, sum drívur
síðuskrúvuna er 10 ár, men
hann er nýyvirhálaður.
— Somuleiðis eru nýggjur
kraftblokkur settir í, hesin
nýggi er 18 tons, tann gamli
var 10 tons. Men motorurin
og spølini eru enn tey somu.
Ikki við góðum vilja
Ejler Jacobsen sigur, at tað
er ikki við góðum vilja, at
hann selir Krúnborg.
Men í løtuni byggir hann
eina nýggja Krúnborg í
Noregi, og hann sleppur
ikki at hava báðar, tí tann
nýggja skal hava loyvini hjá
teirri gomlu.
— Men Krúnborg er eitt
avbera gott skip og betri
nótabátur finst valla. Hon
hevur fiskað sera væl, um
einar 30 milliónir um árið,
og hon hevur verið úti um
190 dagar, hvørt ár sigur Ej-
ler Jacobsen.
Herfyri seldi hann eisini
eitt annað av sínum skipum,
Norðborg til Klaksvíkar.
- So nú er farið at tynnast
í liðnum, sigur hann.
Hann sigur, at Norðborg
varð seld fyri at eigararnir
kundu fáa eina hampiliga
pensjón, sum hann tekur til.
- Vit eru allir farnir at eld-
ast og heilsan er farin at
bila. So tað er fyri so Vítt
hóskandi at skerja virksemi
nú, sigur gamli reiðarin í
Havn. Ongin av eigarunum,
ella skyldfólki teirra, hevdi
hug at verða við til at byggja
nýggjan bát, so tað var bara
at binda um heilan fingur
og tryggja sær eina hampi-
liga pensjón, so leingi prís-
ur fekst fyri Norborg, sigur
Ejler Jacobsen.
Føroysk skip hava góðan |Onga ætlan
um at lata
fiskiskap á Flemmish Cap
Nókur hava landað og tey hava fingið yvir 400 tons uppá ein mánaða
AKI BERTHOLDSEN
Tey føroysku rækjuskipini
yviri á Flemmish Cap hava
havt sera góðan fiskiskap í
seinastuni
Ejler Jacobsen, reiðari á
Sólborg, sigur, at fiskiskap-
urin hjá Sólborg hevur verið
millum tað allar besta á
Flemmish Cap nakrantíð.
— Teir hava fiskað ein
mánaða og teir hava longu
fingið yvir 400 tons.
— Tað mann líða væl,
hetta er tann besti fi
hann hevur gjørt á Flemm-
ish Cap, sigur reiðarin.
Samstundis er prísurin
gingin uppeftir, so alt vísir
rættan veg í løtuni.
--Onkra einstaka viku,
hevur Sólborg fingið yvir
100 tons.
Reiðarin sigur at hesar
fýra seinastu vikurnar, hev-
ur Sólborg fingið ávikavist
72 tons, 95 tons, 107 tons
og 86 tons, so tað er góður
fiskiskapur.
— Sólborg tekur 470 tons,
so teir fiska eina lítla viku
afturat, so fara teir inn at
landa, sigur hann.
- Sólborg fór ikki til
fiskiskap fyrrenn um miðj-
an februar, tí hann var á
beding, har verksmiðjan
umborð varð broytt og gjørt
arbeiðsligari.
— Tað, sum er gjørt, hevur
riggað avbera væl. Eitt úrslit
av tí er, at nú eru bara 17
mans við henni, tað pagdu
at vera 26 mans við.
Ejler Jacobsen veit ikki at
siga, hvat tað er, sum ger
fiskiskapin so góðan í ár.
— Men í fjør vóru fáir bát-
ar á Flemmish Cap, so tað
ger kanska ein mun, heldur
hann.
Forskotið eitt sindur
Eisini Jákup Egholm Han-
sen, formaður í Felagnum
Rækjuskipum, er vælnøgd-
ur vid gongdina å Flemmish
Cap i løtuni.
Tilsamans eru fimm før-
oyskir rækjubåtar å Flemm-
ish Cap.
Teir eru Sólborg, Høgi-
fossur, Arctic Viking, Oc-
ean Castle, umframt ein
bátur, sum Jón Nolsge Ol-
sen í Fuglafirði samstarvar
við íslendingar um, men
hann er nústani komin.
—Triggir teirra hava land-
að.
Ocean Castle hevur land-
að 400 tons, Høgifossr land-
aði 406 tons hósdagin og
Arctic Viking landaði fulla
last, eini 480 tons, fyri fjúrt-
an døgum síðani.
— Bátarnir hava bara brúkt
ein góðan mánaða um at fáa
uppí, so tað er ikki so galið,
sigur Jákup Egholm Han-
sen.
Hann veit ikki rættiliga,
hvussu hann skal forklára
tann góða fiskiskapin.
—ØII hini árini hevur mai
mánaði verið tann besti
mánaðin á Flemmish Cap.
Bæði í fjør og í fyrrárið
høvdu rækjuskipini onkrar
vikur uppá yvir 90 tons í
mai mánaða
— Men í ár hevur mai
mánaði svikið. Tann góði
fiskiskapurin tók seg ikki
fyrrenn um mánaðarskiftið
mai, juni. So tað tykist held-
ur sum um tann góði fiski-
skapurin er forskotin eitt
sindur, og at hann er komin
eitt sindur seinni enn vanligt
--Hetta er besta tíð á
Flemmish Cap, so skulu
skipini fáa nakað, skal tað
vera nú. Men fisksikapurin
í ár er betri enn í fjør, leggur
formaðurin í rækjuskipum
afturat.
Hví tað er so nógv at fáa
í ár, veit hann ikki, tí sam-
bært livfrødingunum, skuldi
tað verið minni at fingið.
— Tað er hvort ár á NAFO
fundi, at teir mæla til at
skerja fiskiskapin, tí tað
verður fiskað ov nógv.
— Men tað er tað ikki
nakað sum bendir á, sigur
hann.
Førdar heim
Føroysku skipini landað í
Ný Fundlandi, men so verða
rækjurnar førdar heim.
— Umleið helvtin eru smá-
ar ídnaðarrækjur, og tað
keypir virkið á Oyri mest-
sum alt. Tær stórri rækjur-
nar verða kókaðar heilar og
eitt sindur verður sent til
Japans.
Føroyingar hava 1.785
fiskidagar å Flemmish Cap,
men í fjør var dagatalið
skert 10% eftir tilráðing frá
fiskifrødingum, so nú hava
vit 1.607 dagar.
Í fjør gjørdu vit ikki so
nógv fyri at fáa dagatalið
uppaftur, tí vit sóu rættiliga
skjótt, at vit komu ikki at
mangla dagar.
— Men tað er væl møgu-
ligt, at vit fara at takamálið
uppaftur á næsta NAFO
fundi, sigur Jákup Egholm
Hansen.
ÁKI BERTHOLDSEN
Føroya — Fiskavirking
hevur ongar ætlanir um
at lata flakavirkið í Vági
upp, sum stødan er í løt-
uni.
Meinard Jacobsen
stjóri á Fiskavirking tor-
pederar sostatt leysatíð-
indi í Suðuroy um, at nú
skal flakavirkið í Vági
loksins latast uppaftur.
Í seinastuni hava seig-
lívaðar leysasøgur ann
ars gingið í allari Suður-
oynni um, at virkið í
Vági skuldi lata uppaftur.
Tað vóru enntá tey,
sum tvíhildu um, at Si
ið á Tvgroyri var í so
ringum standi, at tað
bleiv ov dýrt at seta tað í
ES- stand, og
at Fiskavirking tiskil ætl-
aði at lata aftur á Tvør-
oyri og at byrja uppá nýtt
í Vági.
Rættilig ferð kom á
tíðindini eftir at allir „teir
høgi" á Fiskavirking
vóru sæddir í Suðuroy
fyri kortum.
Men hetta avsannar
stjórin.
upp í Vågi
Hann sigur, at fiska-
virking helt ein neyndar-
fund í Suðuroy fyri kort-
um. Og í tí sambandin-
um nýttu teir høvi at
hyggja at ognunum í
Suðuroy, m.a. í Vági.
Meiri liggur ikki í hes-
um.
Hann sigur, at tað eru
ongir møguleikar at lata
virkið í Vági upp enn á
sinni.
— Vit mugu fyrst fáa
okkara kjarnuvirksemi
at at ganga ordiliga.
— Men tað er klárt, at
nóvir møguleikar eru í
einum so stórum virki,
sum tað í Vági. Men
fyrrenn vit hava fingið
kjarnuframleiðsluna at
ganga fult nøktandi, ber
ikki til at spjaða seg víð-
ari, sigur Jac-
obsen. Hann sigur, at
virkið á Tvøroyri er ikki
verri enn onnur virki,
klædningurin er ringur,
men hann verður skiftur.
Í Suðuroy vóru teir
eisini og hugdu eftir
virkinum í Hvalba. Men
heldur ikki tað var meiri
enn ein kunningarferð.