leygardagur 26. juni 1999síða 20
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 119 — 26. JUNI 1999
tíðindablað
Føroyar sjónligari
- Fyri nógv donsk virkir hava Føroyar verið at samanborið
við Bornholm ella aðrar danskar oyggjar. Men tann fram-
burður, ið er hendur her á landi, og viljin til sjálvbjargni,
hevur gjørt, at danskar fyritøkur eru farnar at hyggja at
Føroyum við ødrum eygum. Hetta við oljuni, at vit fingu
undirgrundina, og at markið við Stórabretland nú er greitt,
hevur gjørt, at Føroyar eru blivnar sjónligari sigur Hjarnar
Djurhuus, fyrrv. Shellstjóri, sum hitti danska stórvinnulívs-
mannin Mærsk Mc-Kinney Møller herfyri
Jan Miiller
Tå Mærsk Mc-Kinney Møl-
ler vitjaði i Føroyum í farnu
viku, vitjaði hann bæði í
Vágum, í Havn og á Tvør-
oyri. I Havn var døgurdi fyri
innbodnum å Hotel Hafnia.
Millum gestirnar var fyrr-
verandi stjórin i Føroya
Shell, Hjarnar Djurhuus.
Vit spurdu Hjarnar Djur-
huus, hvussu tað var at hitta
mætasta vinnulívsmann í
Danmark, ja, kanska í heim-
inum.
Hjarnar sigur, at bæði
vitjanin og døgurdin hjá
Mærsk Mc-Kinney Møller
vóru privat, so tað er av-
markað, hvat hann hevur at
viðmerkja.
- Hetta er fyrstu ferð eg
havi hitt Mærsk Mc-Kinney
Møller, men sjálvandi hevur
tú gjørt tær eina mynd av
hesum dugnaliga manni,
partvis frá tí, tú hevur lísið
um hann, men eisini frá
kenningum, ið hava staðið
og standa honum nær. Í
grundini passaði myndin.
Hann er ein stór persónlig-
heit, ið er sera áhugaverdur
at skifta orð við.
Hjarnar Djurhuus heldur
eisini, at Mærsk Mc-Kinney
Møller kendi seg væl her í
Føroyum.
- Okkara nattúrligi máti
at vera yvirfyri tí fremm-
anda ger, at tann vitjandi
kennir seg væl. Hjarnar
Djurhuus sigur, at Mærsk
Mc-Kinney Møller hevur
eitt ótrúliga gott minni, var
bæði vinsælur og skemting-
arsamur at vera saman við.
A samkomuni á Hotel Haf-
nia tosaði Mærsk Mc-Kin-
ney Møller um tað sam-
band, pápi hansara hevði
havt vid Føroyar, hansara
iløgur í fiskiskip, sum ong-
antíð høvdu givið nakað
fíggjarligt avkast, og sum
uttan iva vóru gjørd meira
fyri at skapa arbeiði og ar-
beiðspláss enn fíggjarligan
vinning. Hann minti eisini
á tað samstarv, ið hevði ver-
ið ímillum Føroyar og fyri-
tøkuna A. P. Møller og allar
teir føroyingar, ið gjøgnum
árini høvdu verið í vinnu hjá
fyritøkuni, og at man altíð
havði havt stórt álit á hesum
monnum. Eisini varð tosað
um sjómansskúlarnar her í
Føroyum.
Mærsk Mc-Kinney Møl-
ler kærdi seg um, at henda
vitjan ikki var komin i lag
fyri nógvum árum síðani.
Føroyar sjónligari
- Heldur tú, at Mærsk
Mc-Kinney Møller eftir
hesa vitjan fer at hugsa
um at gera iløgur i
Føroyum?
- Eg haldi, at fyri nógv
donsk virkir hava Føroyar
verið at samanborið við
Bornholm ella aðrar dansk-
ar oyggjar. Men tann fram-
burður, ið er hendur her á
landi, og viljin til sjálv-
bjargni, hevur gjørt, at
danskar fyritøkur eru farnar
at hyggja at Føroyum við
ødrum eygum. Hetta við
oljuni, at vit fingu undir-
grundina, og at markið við
Stórabretland nú er greitt,
hevur gjørt, at Føroyar eru
blivnar sjónligari.
Hjarnar Djurhuus heldur
eisini, at tann útviklingur,
sum hevur verið seinastu
árini í samband við vónirnar
um eina komandi oljuvinnu,
og at fleiri av heimsins
størstu oljufeløgum hava
sent síni fremstu fólk til
Føroyar, hevur verið við til
at skapa øØrvisi virðing fyri
hesum samfelagnum.
Hjarnar Djurhuus leggur
í hesum viðfangi dent á tað
dygdararbeiði, okkara olju-
fyrisiting hevur gjørt.
Vit spurdu Hjarnar Djur-
huus, sum í dag umboðar
bólkin, sum Shell og B P
eru í á Føroyaøkinum, um
hann fegin sær eina fyritøku
sum A. P. Møller blíva
meira virkna í Føroyum.
Hann sigur, at tað heldur
hann vera í lagi, men leggur
afturat, sum hann tekur til,
at løgmaður plagar at siga í
samband við oljuvinnu, at
hetta sjálvandi skal vera á
jøvnum føti við onnur virki,
ið ætla at gera iløgur i Før-
oyum.
Drelnes
Vit spurdu eisini Hjarnar
Djurhuus, hvussu tað bar til,
at eitt so stórt virki sum A.P.
Møller, og sum vanliga
hugsar um, hvat lønar seg,
velur Drelnes til útgerðar-
havn heldur enn havnir í
midstadarøkinum, sum
kanska måttu verid meira
lønandi.
Hjarnar Djurhuus sigur, at
fólk frá dótturfelag hjá A.P.
Møller hava kannað um-
støðurnar og sær vitandi er
orsøkin til, at Drelnes bleiv
valt, at her er stórt og slætt
uppland, ið er eitt høvuds-
krav til eina útgerðarhavn,
og at Drelnes liggur best
fyri i samband vid eina
komandi oljuvinnu. Sjålvur
heldur hann, at tað hevur
týdning fyri okkara samfel-
ag, at fíggjarligt virksemi er
so vida um sum møguligt,
og ein stórri íløga t.d. í Suð-
uroy hevur ikki bert týdning
fyri oynna, men fyri alt tað
føroyska samfelagið.
21
Stórreiðarin Mærsk Mc-
Kinney Møller umborð á
Norðlýsinum, tá farið
varð ein túr út í fjørdin.
Mærsk Mc-Kinney
saman við tveimum
manningini á
Norðlýsinum, Birgir
Enni og Óla Nolsee