Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-26, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juni 1999síða 24

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

DO NR. 119 - 26. JUNI 1999 tíðindablaðið 25 Knapt túsund børn | a fotboltsskula Fótbóltur: Tann fyrsti av fýra skúlum er í hóvuðsstaðnum í gjár og í dag Klokkan tíggju fyrrapartin í gjár var tann fyrsti av fýra fótbóltsskúlum í summar settur í Gundadali. Jákup Simonsen, formaður í út bugvingarnevndini hjá FSF setti skúlan, og so fóru tey gott og væl fýra hundrað børnini undir venjingarnar, sum hildu fram ut å seinn- apartin, og aftur í dag verð- ur runnið, sparkað, spælt og stútað. Høvudsvenjarar í Gundadali eru Mattias Dav- idsen og Petur Simonsen. Komandi vikuskifti verða tveir = fótbóltsskúlar á skránni. Annar verður á Svangaskarði og í Runavík, og hin verður í Vági. Eina staðni millum tvey og trý hundrað eru meldaði til skúlan í Eysturoy, og í Vági man talið fara at knappast um tey eitt hundrað. Annað vikuskifti verður fótbóltsskúli í Klaksvík. Har hava umleið hálvt ann- að hundrað boðað frá lut- tóku, og tað vil siga, at samlaða luttakaratalið á fót- bóltsskúlunum í summar fer at knappast um tey eitt tús- und. Fótbóltsskúlar hava verið í Havnini, Klaksvík og í Eysturoy í fleiri ár, men hetta er fyrsta árið, at ein skúli verður hildin í Suð- uroy. jh Fótbóltsskúlarnir hjá FSF hava sera góða undirtøku millum teir smáu leikararnar. I ár hava um 1000 ungfólk teknað luttøku Se) okkara fótbóltssnillingur? Eru teir smáir, so eru teir knáir. Hver veit, um hesin ikki einaferð fer at vera ein av 2 Fyra av studulsspælarunum hjå B36 eru ivasamir Fótbóltur: Tomislav Sivic er eisini órkymlaður tí teir fáa ikki årtøku burturúr leikligari yvirvåg. I NSI ætla teir at endurtaka bragdið móti HB, men teir kunnu væl liva við einum javnleiki Tomislav Sivic visti eftir dógurða í gjár ikki, hvussu liðið hjá honum fer at síggja út, tå NSI í morgin kemur í Gundadal, har teir í Runa- vík vunnu á HB fyri einum góðum mánaða síðani. Hjá B36 er tað felags fyri John Petersen, Jákup á Borg, Jens Kristian Hansen og Djóna N. Joensen, at teir eru lyklaspælarar. Í hesi vik- uni hevur tað eisini verið felags fyri hesar spælarar- nar, at teir hava ikki vant. Tríggir teir síðst nevndu eru skaddir og sera ivasamir, og John Petersen hevur ligið við fepuri. Í gjár vónaði venjarin, at John verður við, men tað var ivasamt. — Tað harmar meg sjálv- sagt, at vit eru so meint rakt- ir, og tað harmar meg nógv, at vit hava mist so nógv stig. Í toppdystunum móti HB og KÍ haldi eg, at vit leikliga vóru omaná, og í báðum førunum fingu vit einki burturúr. Tað hava vit ikki ráð til eina ferð afturat, sigur venjarin, sum staðfestir, at Egin Høgnesen, sum hevur vant tríggjar tær síðstu vik- urnar, verður í málinum. Nøgdir við javnleik Trygvi Mortensen, venjarin hjå NSI, åsannar, at hansara lið hevur havt trupulleikar at mynda spælið móti botn- liðunum úr Suðuroy, men hann fegnast samstundis um, at úrtókan hevur verið seks stig: — Bestu leikligu avrikin hjá okkum hava verið í Klaksvík, har vit taptu ov nógv, og so móti HB, tá vit vunnu. Nú hitta vit aftur eitt gott lið, og so vóni eg, at vit fara at endurtaka sigurin móti HB. Vit vera eisini nøgdir, um vit fáa javnleik, men málið er at vinna, sigur NSI venjarin, sum hevur allar sínar spælarar tøkar. jh Arstalsfelagið úr Havn hevur trupulleikar av, at fleiri av stuðulsleikarun- um hava verið skaddir ella eru sjúkir, og tí er ivasamt, um John Peter- sen, Jákup á Borg, Jens Kristian Hansen og Djóni N. Joensen verða við í dystinum móti NSI í morgin