Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-26, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juni 1999síða 25

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

26 tíðindablaðið = NR. 119 - 26. JUNI 1999 Abraham fer at hjálpa skerdum bygdamonnum * Fótbóltur: IF skal hava nýggjan málverjan, og John Han- sen hjá KI er aftur darvaður av knæskaðanum Tad er toppur móti botni, tá klaksvíkingar við stórum fylgi eftir dogurða í morgin fara um Leirviksfjørd og til Fuglafirðar, og so er spurn- ingurin, hvussu mettu Kl menninir fara at taka upp- gávuna móti svongu fugl- firðingunum. Hóast hann fór um tey fýrati 16. juni, so er eingin ivi í, at Abraham Hansen verður styrkur á IF miðvell- inum, har hann skal royna seg fyri fyrstu ferð í fimm ár. Abraham spældi eftir summarfritidina í 1994, tå hann var komin aftur úr út- legdini i Fraklandi, við IF, sum hann fyri tjúgu árum síðani var við til at vinna fyrsta og higartil einasta FM heitið fyri A midvøllinum vera sam- an við Abraham Hansen Símun Eliasen og Rógvi Róin, og tað borgar fyri nógvum royndum. Piotr Krakowzki skal manna fleiri aðrar ódnir av nýggjum. Størsti spurning- urin er hvor skal vera mál- verji. Erling Joensen fór undan vikuskiftinum út aft- ur at sigla, og so skal Alfred Olsen ella Rúni Joensen verja málið. Hin fyrri fekk hóskvoldið ein løst í ryggin, og í gjár vistu teir ikki, um hann verður tøkur í morgin. Rúni Joensen hevur verið skaddur í knænum tað mesta av árinum, men hann hevur vant síðstu tíðina, og møguliga verður hann i málinum. Chris Knight er farin aftur til Onglands. Møguliga kemur hann aftur i august, men tað vita teir ikki fyri vist í Fuglafirði. Tomek Przybylski er leikbannadur, og hin eftiransarin í mið- verjuni, Torstein Joensen, var sjúkur hóskveldið, men teir vónaðu, at hann verður tøkur í morgin. John skaddur Higartil hevur kappingar- árið hjá John Hansen ikki roynst soleiðis, sum hann sjálvur heyði ætlað. Lands- liðsmaðurin fór fyrr undir venjingina, enn hann plagar, men orsaka av liðbands- skaða í knænum, sum hann fekk beinanvegin, tá lands- liðið var á venjingarlegu í Spania, misti hann nógvar vikur. Nú hevur hann verið væl fyri í nakrar vikur, og hetta hevði við sær, at Allan Simonsen tók hann við í landsliðshópin til dystirnar móti Skotlandi og Bosnia. Men nú er aftur galið við knænum, John Hansen hev- ur ikki vant i vikuni, hann verður ikki við í morgin, og so fæst at síggja, hvussu tað verður við Europa Cup. Harley Bertholdsen hevur verið sjúkur. Hann vandi ikki fyrrapartin av vikuni, men teir roknaðu við, at hann fór at venja í gjár- kveldið. jh Stersta ivamálið í Fulgafirði er hver skal verja málið eftir at Erling Joensen fór skips í seinastu viku ale Nytt folk i HB verjuni Fótbóltur: Dystirnir higartil í ár millum B71 og HB hava verið tættir Hans Fróði Hansen var leikbannaður móti tofta- monnum seinasta vikuskiftið, men nú er hann tekur aftur, og tað man verða heilt vist, at hann verður við móti B71 Einki er at ivast i, at HB fer at taka uppgåvuna i størsta ålvara, tå teir i morgin fara um Skopun- arfjørð. Javnleikurin á heimavelli móti B68 pin- ir, og so skal tað ganga út yvir B71. Sandoyingar ásanna, at uppgávan verður torfør, men, sum teir siga, dysturin skal spælast á vellinum, og hagtølini hjá B71 móti HB fyrr í ár hava ikki verið so | I Í vánalig. I bólkaumfarin- um í steypakappingini vann HB 2-1 á Sandi og 2-1 í Gundadali, og í ein- um venjingardysti var úr- slitið 2-1 til HB. Hjá B71 hevur Valde- mar Novisci vant í vikuni, og hann er kærkomin styrkur at fáa aftur mill- um stólparnar. lulian Flor- esco fekk gult kort í Vági, og tað er stórur smeitur fyri B71 miðvellin, at ru- menin er leikbannaður. Nyggj verja Hjå HB eru bædi vong- verjin i høgru, Jóhannis Joensen, og miðverjin, Hans á Lag, leikbannaðir. Nýtt fólk skal setast inn, men talan er um royndar spælarar. Jan Dam er komin úr Danmark, og Hans Fróði Hansen er tøkur aftur eftir leikbann- ið móti B68. Jákup Eli Olsen var í miðverjuni móti B68, og tað kann væl vera, at hann verður har í morgin eisini. Spurningurin er so, um venjarin hesa ferð velur frá fyrsta bríksli at geva Bárður Mortansson møg- uleikan í høgru, har tað higartil hevur gingið eitt sindur striltið at fylla hol- ið eftir Allan Mørkøre. jh Í | GÍ kom undan botninum Fótbóltur: 3. deild hjá GÍ fekk við sigrinum á HB lyft seg úr botninum 2. deild GI-HB 3-0 (1-0) 1-0: Símun Petur Justinussen 2-0: Símun Petur Justinussen 3-0: Kim Petersen Tað hevur gingið sum fót- ur í hosu hjá GI í hesi vikuni, nú teir hava av- greitt dystirnar í síðsta umfarinum undan summ- arsteðginum og harvið fult og heilt kunnu samla seg um Intertoto Cup dystin móti bosniska lið- num. Mikukvøldid vann 1. deild á Toftum, og hós- kvøldid var aftur talan um sigur uppá trý mál, tá teir næstbestu í HB vitjaðu. Tá stødan á stigatalvuni verður havd í huga, var sigurin kanska eitt sindur óvæntaður, men hann var kærkomin hjá GI, sum heldur summarfrí oman- fyri niðurflytingarstrik- una. Spælið var, sum tað plagar at vera, tá teir næst- bestu hjá feløgum, ið eis- ini eru umboðað í 1. deild, dystast. Målmøguleikar- nir vóru ikki so nógvir, og HB kom ongantíð ordu- liga til møguleikar. Tí Kim Petersen í miðj móti HB syrgdu Svend Olsen og Símun Petur Justinussen í miðverjuni hjá heimaliðn- um fyri. GI fekk stóra úrtóku burt- urúr sínum møguleikum. Símun Petur Justinussen setti hol á við frísparki úr tjúgu metrum, tá knappir tíggju minuttir vóru farnir, og knappar tíggju minuttir eftir steðgin stútaði hann uni gjørdi triðja máli fyri GÍ hornasparksinnlegg úr høgru í kassan. Fram móti endanum staðfesti Kim Petersen sigurin. Uppspæl í høgru endaði við innleggi. Magni Jacobsen rakk akkurát ikki bóltinum, ið fór víðari til álopsmann- in, sum úr seks metra fjarstødu smekkaði upp undir nettakið. jh FR |