Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. juni 1999síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið SOS NR. 120 - 29. JUNI 1999 La Lede FO Varmakeldustevna byrjar vid framsyning I annadkvøld klokkan 20 lata fuglfirðingar upp velduga listaframsyning á ikki minni enn fýra stoðum í bygdini. Umframt so frægar listamenn sum Øssur Mohr, Tummas Jákup Thomsen og Kára Svensson, ið vera millum hópin av framsýnarum, fer m.a tónleikabólkurin Aldubáran at spæla í sambandi við ferniseringina í Fuglafirði HOGNI MOHR Tá tað berst Muhamedi frá at koma til fjallið, noyðist fjallið koma til Muhamed Um tað er hetta ordafellid, ið hevur veitt hugflog til sjáldsomu listaframsýning- ina í Fuglafirði á Varma- keldustevnu. hevur ikki eydnast at fingið uppspurt. Undir øllum umstødum, fara fyrireikararnir at spjaða listaverkini kringum í bygd- ini, nú skipað verður fyri stórari listaframsyning i sambandi vid Varmakeldu- stevnu. Ur fimleikahøl i bilskúr Sum vanligt hevur verið undanfarin ár, fara listafólk- ini at sýna fram í fimleika- høllini í Fuglafjarðar Skúla Stóra høllin verður somu- leiðis karmur um tónleika- tiltók og upplestur í sam- bandi við framsýningina. Harumframt fer at bera til at skoða list á trimum ødr- um stóðum í bygdini. I Kommunukjallaranum, |] Piddasahandli (Riberhúsi) og í bilskúrinum hjá Sigurdi Simonsen. Ovanliga tiltakið sprettir ikki úr ongum. Skapanarhugurin í bygdini hevur í drúgt áramál verið stórur, og framsýningin hesaferð er hin 31. í rødini. Forkunnugar vitjanir Stevnugestir og fuglfirðing- ar fáa forkunnugar vitjanir í sambandi við stóra ment- anartiltakið. Umframt hin viðurkenda fuglfirðingin, Øssur Mohr, ið fer at sýna Varmakeldutilfar | Í blaðnum komandi fríggjadag ber til at lesa meira um áhugaverdu listarframsýningina, umframt nógv glafirði. Lesið millum annað prát við Hans Jacob Hansen, sjónleikara, listamann og annað tilfar úr Fu; hárfagran langabba... | Sosialurin, fríggjadagin.. Í fram, koma eisini ungi Tummas Jákup Thomsen úr Gøtu og havnamaðurin, Kári Svensson við á Varm- akelduframsýningina. Báðir hava røtur í Fuglafirði; mammurnar eru fuglfirð- ingar... Í morgin koma tey í tón- leikabólkinum, Aldubáruni, at leika í sambandi við fern- iseringina. Millum annað á- Tekningin, Millum Hús í Kunoy, hjá Kára Svensson. Stevnugestir, ið hava áhuga fyri list, noyðast somuleiðis út millum hús í Fuglafirði, skulu teir síggja alt, ið málningaframsýningin á Varmakeldu hevur at bjóðað. hugavert, skal eisini strúki- kvartettin nevnast. Tey, ið manna kvartettina, eru Pól Øregaard, Sam Jacobsen, Jens Christian Guttesen og Monika Stauss Joensen. Kringum í Fuglafirði fara fólk, uppundir og á Varm- akeldustevnu, at hava móguleikan at skoða list. A fýra stóðum fara lista- fólk at sýna fram Sunnudagin klokkan 16 spæla tey í fimleikahøllini. Gjørdur er ein faldari i sambandi vid framsyning- ina. Hann fæst å kunning- arstovum og posthúsum kring landið. Plakat er eisini gjørd í sama sambandi. Myndaevnini á henni, eru tekningar hjá Frits Johann- esen og målningur hjá Øss- uri Mohr. Til ber at ogna sær plakatina i fimleikarhøllini, men sagt verður, at upplagið er avmarkað. Skráin fyri tiltøkini i fimleikahøllini í sambandi við málningaframsýningina er hendan: Óðinsdagur 30. juni kl. 20.00 Fernisering Býráðsforkvinnan, Hallbjórg Hansen, letur framsýningina upp Aldubáran brýtur... Tórsdagur 1. juli kl 19.00 Bróðurnir, Høgni og Bárður á Lakjuni, spæla klaver og tvørfloytu Hans Jacob Hansen hugleiðir Friggjadagur 2. juli kl. 19.00 Fuglafjarðar Gentukór førir fram Petur Martin Petersen hugleiðir Leygardagur 3. juli kl. 19.00 Fuglafjarðar Sangkór syngur Sunnudagur 4. juli kl 16.00 Strúkikvartett: Pål Øregaard, Sam Jacobsen, Jens Chr. Guttesen og Monika Stauss Joensen Opið verður soleiðis:: Óðinsdag, 30. juni Tórsdag, I juli Fríggjadag, 2.juli Leygardag, 3. juli Sunnudag, 4.juli Mánadag, Sjuli kl. 20.00 - 21.00 kl. 16.00 - 20.00 kl. 16.00 - 20.00 kl. 16.00 - 20.00 kl. 14.00 - 20.00 kl. 16.00 - 20.00