týsdagur 29. juni 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 120 - 29. JUNI 1999
tíðindablaðið
Fólkaskúlin aftur
politisk kastibløka
Antin mugu fleiri pengar jåttast til fólkaskúlan, ella mugu vit
hava ein skúla, sum passar til pengapungin
TURIÐ KJØLBRO
- Tað er ótolandi hjá øll-
um, at skúlarnir ikki fáa at
vita, hvussu nógvar tímar
teir hava at ráða yvir fyrr
enn 14. juni. Hevdi tað ver-
ið rætt, skuldu bæði læru-
greinabýtið og skemaið alt
verið klárt, nú seinasta vik-
an í skúlaárinum er byrjað.
Urslitid er, at skúlaleiðslur-
nar og tey, sum hjálpa teim-
um við tímatalvunum, nú
mugu arbeiða um náttina
eisini fyri at fáa alt liðugt,
so skúlarnir kunnu virka eft-
ir summarfrítíðina. Boðini
um ta skerdu eftirútbúgv-
ingina hjálptu heldur ikki
upp á støðuna. Hetta sigur
Elsa Birgitta Petersen, for-
kvinna í Føroya Lærarafel-
ag, í oddagrein í Skúlablað-
num sum júst er komið út.
- Limir Føroya Lærara-
felags eru fúsir at útfylla
fólkaskúlakarmin, men tá
krevst, at arbeiðs- og lønar-
umstødur eru i lagi. Vit ar-
beida ikki vid nyggjum
lærugreinum og nyggjum
arbeidshættum, uttan at vit
fáa umstødur, eftirútbúgv-
ing og gjald fyri hetta.
Inntøka fyri landið
- Føroya Lærarafelag
minnir myndugleikarnar å,
at enn eru lærararnir i før-
oyska fólkaskúlanum tað
reina gull fyri landið. Sum
er, fáa teir flestu 55% av
lønini úr Danmark, hini
45% fáa vit úr landskassa-
num, og tey fara so singl-
andi aftur í landskassan í
skatti. Teir eftirløntu lærar-
arnir fáa 80% úr blokkinum
og bara 20% úr landskassa-
num, og teir gjalda fullan
skatt til landskassan av síni
eftirløn. So vit eru ein sonn
inntøka fyri Føroya land.
Hóast hetta hanga
starvs- og lønarvidurskifti
okkara ikki saman. Vit hava
tveir arbeidagevarar. Annar
leggur arbeidi å okkum.
Hesi seinastu årini hava vit
fingið nógv eyka arbeiði, og
meira er í væntu sambært
skúlalógini. Hin arbeiðs-
gevarin skal gjalda okkum
løn og bara tað. Vísa vit tí
gjaldandi arbeidsgevara-
num å, at vit mugu hava
meira í løn ella meira tíð
fyri at klára tær eyka upp-
gávurnar, sum verða lagdar
á okkum, sigur hann, at
hatta hevur hann onki at
gera við. Hann skal bara
gjalda og annars syrgja fyri,
at fólkaskúlalærararnir vera
innan fyri sama lønarkarm,
sum øll hini á almenna ar-
beiðsmarknaðinum. Hann
hevur onki at gera við tað
eyka arbeiðið, og hevur
ongar pengar til hetta.
Nevndin i Føroya Lærar-
afelag var fyri nøkrum døg-
um síðani á fundi við lands-
stýrismenninar í undirvís-
ingarmálum og fíggjarmál-
um. Og sum skilst var fund-
urin góður, og landsstýris-
menninir fingu greiði á, at
arbeiðsviðurskiftini undir
nýggju fólkaskúlalógini
samsvara ikki við peninga-
játtanina.
- Vit vístu á, at bara tvær
loysnir eru møguligar. Antin
mugu fleiri pengar játtast til
fólkaskúlan, ella mugu vit
hava ein skúla, sum passar
til pengapungin, sigur for-
kvinnan í Føroya Lærara-
felag at enda í oddagreinini.
Í ár gjórdust juni mánaði
serliga strævin og ør-
kymlandi hjá lærarum, tí
fólkaskúlin gjørdist aftur
kastibløka í einum polit-
iskum spæli, sigur Elsa
Birgitta Petersen, for-
kvinna í Fórova Lærara-
felag í oddagrein í Skúla-
blaðnum
tekstboð.
Short
Message
Service
- ein nýggj tænasta til oll,
sum hava eina GSM-telefon
Tað kostar eina krónu at senda eini SMS boð.
FAROESE TELECOM
SMS gevur tær møguleika fyri at senda og fáa
Fyri at kunna brúka SMS-tænastuna, skal eitt
SMSC nummar tastast inn í fartelefonina, hetta
nummarið er 4354 8900100. Hvussu hetta verður
brúkt, stendur í vegleiðingini til fartelefonina. Ert tú
í iva, ber til at ringja tlf. 80 80 80
Landakotan 4298 skal altíð skrivast framman fyr
telefonnummarið, eisini tá SMS boðini verða send
til eitt føroyskt telefonnummar.
FØROYANELE Y