leygardagur 5. august 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
15
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 148 - 5. august 2000
Nr. 148 - 5. august 2000
gult cyan magenta svart
JÁKUP MØRK
Hjá B36 gekk sum eftir ánni
fyrstu vikurnar av lands-
kappingini í ár. Fimm dystir
á rað, har ímillum útidyst-
urin móti B68, endaðu við
sigri til høvuðsstaðarliðið.
Hetta fekk kanska eisini
viðhaldsfólkini at droyma
søtar dreymir um 1997, men
so vaknaðu tey sum við
kaldan dreym.
Broytt B36 lið
Næstu fimm dystirnir kast-
aðu bert trý stig av sær, og
spakuliga mátti B36 ásanna,
at teir ikki longur vóru
oddalið. Fyrst fóru grann-
arnir úr HB og síðani VB
framvið, meðan B68 og KÍ
eisini hava gjørt seg til at
yvirhála.
Einki er tí at ivast í, at
B36 í dag hevur sett sær fyri
at vinna dystin, soleiðis at
skeiva
gongdin
kann
vendast.
Tað er tó ikki við sterk-
astu manning, at B36 ger
seg til at taka ímóti tofta-
monnum. Bjarni Prior, sum
leingi royndi at spæla, hóast
hann var skaddur í lærkrik-
anum, er enn ikki komin
fyri seg, meðan Jens Krist-
ian Hansen og Mikkjal Tho-
massen báðir hava leikbann,
orsakað av reyðum korti í
seinasta dystinum undan
steðginum.
Hinvegin mynstrar B36
við tveimum nýggjum leik-
arum, sæð í mun til fyrru
kappingarhálvu. Í álopspart-
Annað liðið rýkur
Tapandi liðið í Gundadali leygardagin má roknast at vera fokið í FM-stríð-
num, so treytirnar eru púra greiðar hjá teimum báðum árstalsfeløgunum
inum hava teir fingið til-
gongd av pólverjanum, Ma-
ciej Maryniak, og sum
skilst, tykjast havnarmenn-
inir væl nøgdir við avrik
hansara higartil. Verjupart-
urin, sum undan kapping-
arárinum varð roknaður
sum veikasti partur av lið-
num, er eisini styrktur. So-
muleiðis við útlendskum
leikara, við tað at Darius
Magdisauskas hevur skift
FS Vágar búnan við tann hjá
B36 í summarsteðginum.
So hjá havnarmonnunum
er bert eftir at kanna, um
nýggju leikararnir kunnu
verða við til at lyfta liðið
upp aftur móti tindunum.
Fróði aftur klárur
Hjá toftamonnunum eru
treytirnar undan dystinum
júst tær somu, sum hjá vert-
unum. Stigatalið er hitt sam-
a, og tað merkir samstundis,
at tørvurin á trimum stigum
eisini er eins tráður.
Kanska týdningarmesti
leikarin hjá toftamonnum,
Fróði Benjaminsen, er tøkur
aftur, eftir at hann misti flei-
ri av várdystunum orsakað
av skaða í knænum. Hin-
vegin eru hvørki Jan Pet-
ersen ella Jákup Eli Olsen
enn til reiðar at fara á vøllin.
Jan hevur bruna í hælsinuni,
meðan Jákup Eli hevur slit-
ið somu sinu.
Heldur ikki Mannbjørn
Nesá, sum annars hevur
roynst sera væl í ár, er tøkur.
Hann hevur leikbann.
STEFAN Í SKORINI
Undan dystinum eru seks
stig millum liðini. HB er á
odda, meðan KÍ er á fimta
plássi.
Kravið hjá klaksvíking-
um er ein sigur, meðan alt
annað ikki er nóg mikið, um
KÍ skal hava nakrar vónir
um at endurvinna meistara-
heitið. Um KÍ vinnur, er alt
opið, og teir eru við aftur í
stríðnum um gullið. Um HB
hinvegin vinnur, so ber til
at avskriva KÍ sum meist-
arar, og HB tekur samstund-
is eitt stórt fet móti gull-
inum.
Bæði fara eftir øllum
Bæði havnarmenn og klaks-
víkingar leggja dent á, at teir
fara eftir øllum trimum stig-
unum, so lagt er upp til ein
spennandi dyst, sum hevur
avgerandi
týdning
fyri
meistaraheitið. HB kann tó
klára seg við einum javn-
leiki.
Fyrr í ár vann HB 1-0 á
KÍ, og tá høvdu havnar-
menn eydnuna við sær, og
úrslitið kundi tá eisini verið
javnleikur.
Tá ið KÍ spældi móti B36
í Havn í ár, var støðan tann
sama, sum hon er nú, har
ein sigur er tað einasta, ið
kann brúkast. Tá vann KÍ,
so klaksvíkingar kenna
trýstið. Tað er eisini ein fyri-
munur, at spælt verður á
heimavølli.
Allan við aftur
Í summarsteðginum kom
Allan Mørkøre aftur úr Ís-
landi, har hann hevur spælt
við ÍBV í eitt ár, men nú er
hann aftur at síggja á HB
liðnum. Fyrsti dystur hans-
ara verður á Mýrini í Klaks-
vík móti barndómsfelag-
num.
At fáa Allan aftur á liðið
er ein veruligur fongur hjá
HB, tí hann er tann besti
leikarin á liðnum. Hann fer
óivað at hava ein stóran
leiklut í Klaksvík sunnu-
dagin, og kann eisini verða
tann, sum tryggjar HB
meistaraheitið.
Tá ið Allan hevur spælt í
KÍ skal vinna
Dystyrin millum KÍ og HB norðuri í Klaksvík hevur allar fortreytir til at ger-
ast ein klassikari
Klaksvík móti KÍ, er tað
ofta komið til skarpskering-
ar millum hann og gomlu
liðfelagarnar, og spælið er
vorðið í so harðligt til tíðir.
Spennandi verður tí at
fylgja við Allani sunnu-
dagin.
Annars eru allir mans
klárir hjá HB. Rumenarnir
Florin og Gigi hava verið
skaddir, men eru nú báðir
klárir aftur, so venjarin hev-
ur ein positivan trupulleika.
Tað er væntandi, at Florin
fer í miðverjuna, og Símin
Eliassen verðu fluttur upp á
miðjuna. Allan Mørkøre
verður høgru megin, meðan
Hallur Danielsen, Rói Ár-
ting, Gigi og Pætur Dahl
allir eru um boðið í vinstru.
Andrew av Fløtum verður í
álopinum saman við Bárði
Mortanson ella Jón Róa Ja-
cobsen.
John Ryan ikki við
John Ryan hevur ikki vant
síðani seinasta dyst undan
steðginum, og hann verður
tí ikki við móti HB Tí er
ivasamt, hvør verður vin-
strumegin.
Kristian á Lakjuni hevur
verið skaddur í fótinum,
men hann er farin at venja
og er klárur aftur. Kristian
hevur víst sera nógv í ár, og
hann verður væntandi við í
byrjunaruppstillingini.
Fyri summarsteðgin kom-
u tveir jugoslavar til KÍ. Á-
leyparin Srecko Milicevic
fekk aldrin fótin fastan og
er farin heimaftur, meðan
málverjin Zoltan Kujundic
framvegis spælir við KÍ.
Annars eru eingir skaðar
ella leikbann hjá KÍ, og ven-
jarin kann seta tað besta
liðið.
Róðrardagur í
Sandavági
EDVARD JOENSEN
Sandavágs Ítróttarfelag
og felagið Valloyran í
Sandavági skipa leyg-
ardagin tann 12. august
fyri kappróðrardegi í
Sandavági.
Talan er um eitt tiltak,
sum í høvuðsheitinum er
ætlað fólki, sum hava hug
til kappróður, men ikki
hava luttikið í FM róðri í
ár. Men eisini nógv onnur
tiltøk verða á stevnuni,
sum byrjar við barnadis-
koteki
fríggjakvøldið.
Seinni
fríggjakvøldið
verður so vanligt disko-
tek, og stevnan endar við
gamlamannadansi í SÍF
húsinum leygarkvøldið.
Kappróðurin
verður
skipaður í bólkum eftir
stødd, sum vanligt er. Hó-
ast talan er um motións-
róður, fara kortini onkrar
manningar, sum hava róð
við í FM kappingini í ár,
at luttaka á stevnuni. Til
dømis vóru fleiri vága-
bátar við í gentukapping-
ini, og teir stóðu seg rætt-
iliga væl. Hesar manning-
ar hava víst áhuga. Men
tær sleppa ikki at rógva í
bólki við øðrum.
Sandavágsfólk skipaðu
í 1998 fyri einum líknandi
tiltaki, sum fekk sera góð
ummæli. So tað er við
góðum treysti, at tey fara
undir tiltakið aftur í ár,
sigur ein av fyrireikaru-
num, Hansina á Plógv.
Hon sigur, at tað er ætl-
anin, at hetta tiltakið skal
verða afturvendandi og
ganga upp á skift millum
ymsu feløgini. Okkurt
róðrarfelag aðrastaðni í
landinum hevur sagt seg
vera sinnað at skipa fyri
komandi ár.
Komandi leygardag verður skipað
fyri ítróttartiltaki í Sandavági, har
serligur dentur verður lagdur á
kappróður fyri tey, sum ikki hava
luttikið í FM róðri í ár
Sandavágsfólkini vænt-
a, at fremmandar báts-
manningar fara at koma
til Sandavágs ein slíkan
dag, og tí er skipað so-
leiðis fyri, at gestirnir fáa
mat í SÍF húsinum.
Umframt kappróðurin,
verður eisini fótbólts-
kapping fyri børn. Byrjað
verður frá morgninum
leygardagin, og vinnarar-
nir fáa heiðursmerki,
verður sagt úr Sandavági.
Skemtidystur verður, men
enn er ikki endaliga fast-
lagt, hvør skal undirhald-
a í einum slíkum dysti. Av
øðrum tiltøkum er at
nevna, at skipað verður
eisini fyri renni- og súkk-
lukapping.
Eftir kappróðurin leyg-
ardagin, verður steypa-
handan og matsøla í SÍF
húsinum. Tiltakið er, sum
vera man, eisini eitt tiltak
fyri at fáa pengar til ítrótt-
arfelagið, so lutaseðlasøla
verður eisini á stevnuni.
Men tað verður ikki
bara ítróttur ein slíkan
dag. Skipað verður fyri
kvøldsetu, sum verður í
SÍF húsinum klokkan átta
leygarkvøldið. Har verður
sangur, skemt og annað
undirhald. Eftir kvøldset-
una fer Twilight at spæla
til dans.
Neyðugt er hjá kapp-
róðrarfólkinum at boða
frá luttøku. Hansina á
Plógv sigur, at tey hava
sett fráboðanarfreistina til
mánadagin tann 7. aug-
ust. Boðast kann frá hjá
Hansinu á Plógv
tlf. nr. 33 25 91 ella
fartlf. nr 21 25 91
ella hjá Jóhonnu í Horni,
sum hevur
tlf. nr. 33 24 61.
Hjá HB er Florin
Miháescu endiliga
komin fyri seg aftur,
eftir drúgvan skaða
í lærkrikanum
STEFAN Í SKORINI
Fyrra dystin millum hesi
bæði vann GÍ 2-0, men
sannførandi var tað ikki,
tí málini komu ikki, fyrr
enn farið varð um teir 80
minuttirnar.
Sumba liggur í løtuni
niðast, og teimum tørva
fleiri stig, um 1. deildar
fótbóltur aftur skal verða
at síggja á Krossinum
næsta ár. Seks stig eru
komin til høldar higartil,
og báðir dystirnir eru
vunnir á heimavølli. Í fjør
vóru 11 stig nóg mikið til
at yvirliva, men líkt er til,
at meira krevst í ár.
Sumba hevur ongar
skaðar ella leikbann, og
nakrir gamlir kenningar
verða aftur at síggja í
Málslúkurin er við
aftur hjá Sumba
GÍ hevur verið tað størsta vónbrotið í landskappingini
í ár, meðan sum vant Sumba stríðist fyri lívinum
Sumba.
Dánjal
Jóhan
Joensen og Jan Poulsen eru
báðir
afturkomnir
úr
Danmark. Hetta styrkir
nógv um liðið hjá Sumba,
sum ofta hevur havt trupul-
leikar við at manna lið til
dystir.
Málslukurin hjá Sumba í
fjør, Nebojsa Veljkovic,
hevur ikki spælt við Sumba
í fyrru hálvu vegna skaða í
knænum. Nú hevur hann
verið heima í Jugoslavia og
fingið skurðviðgerð, so
hann verður eisini við
sunnudagin. Nebojsa skor-
aði tíggju mál í fjør, og tað
er nógv, tá hugsað verður
um, at Sumba bara fekk ell-
ivu stig.
Magni leikbannaður
GÍ hevur higartil bara fin-
gið ellivu stig, og teir eru
nærri niðurflyting enn
heiðursmerkjunum. Tó
hevur GÍ vunnið steypa-
kappingina og hevur so-
statt tryggja sær luttøku í
UEFA Cup næsta ár.
Martin Thomsen spæl-
di í verjuni hjá GÍ í fyrru
hálvu, men hann varð bar-
a leigaður til juli, so hann
verður ikki við aftur. Lið-
formaðurin, Magni Jarn-
skor, er leikbannaður til
dystin móti Sumba. Ann-
ars eru eingir skaðar hjá
GÍ.
Málið hjá GÍ er fyrst og
fremst at sleppa úr botn-
inum, og ein sigur móti
Sumba sendir liðið rætta
vegin.
HEINI Í SKORINI
Seinast NSÍ og FS Vágar
hittust, var tað kanska besti
og mest undirhaldandi dyst-
ur í ár. Endaliga úrslitið
gjørdist tá 3-3, og vónandi
fáa vit ein líka góðan dyst
inni í Runavík sunnudagin.
NSÍ tóktust at koma úr
kreppuni teir vóru í, tá teir í
dystunum beint fyri summ-
arsteðgin fingu sjey stig í
trimum dystum. Harav
vunnu teir síðsta dystin móti
KÍ, so alt bendir á, at teir
eru á veg uppeftir.
Christian Høgni við
aftur
20 ára gamli áleyparin
Christian Høgni Jacobsen er
nú við aftur, eftir at hann er
opereraður í knænum. Hetta
kemur sera væl við, eftir at
NSÍ ikki hevur havt nakran
Týdningarmikil
dystur í Runavík
Sunnudagin hittast NSÍ og FS Vágar í Runavík, og er
hesin dystur sera týdningarmikil fyri bæði liðini. NSÍ skal
halda á eftir sigurin móti KÍ, meðan FS Vágar skal upp
um niðurflytingarstrikuna sum skjótast
STEFAN Í SKORINI
VB hevur ikki ætlanir um
at leggja árarnar inn, hó-
ast teir hava havt eitt sera
gott kappingaár higartil.
Í summar hevur liðið
verið á venjingarlegu í
Danmark, har liðið hevur
fyrreikað seg til seinnu
hálvu. Teir fingu eisini
nógv burturúr, tær tvær
vikurnar liðið var á flat-
londum.
VB hevur ongar skaðar
ella leikbann, men verju-
leikarin Janus Kjærbo er
fluttur til Danmarkar, og
hann verður ikki at síggja
aftur á VB liðnum. Hann
hevur verið fastur maður,
veruligan áleypara í fyrru
helvt. Verjuleikarin Dánial
Hansen loysti álopstrupul-
leikan beint fyri steðgin, tá
hann m.a. skeyt fýra mál
móti Sumba. Kanska ven-
jarin Trygvi Mortensen í
Dániali og Christan Høgna
kann skapa eitt sera van-
damikið álopspar, um hann
velur ikki at flyta Dánial
aftur í verjuna, har hann
dagliga leikar. Annars eru
allir menn tøkir hjá NSÍ, so
liðið kann ikki verið betri
fyri til dystin móti FS Vág-
um sunnudagin.
FS Vágar mist og
fingið fólk
FS Vágar hevur í summ-
arsteðginum eftir øllum at
døma mist sera týdningar-
mikla verjuleikaran Darius
Magdisauskas, sum er farin
til B36. Teir hava tó fingið
ein nýggjan litava, sum ber
navnið Igoris Kirilovas.
Hann er 28 ára gamal og
spælir á miðvøllinum. FS
Vágar hevur eisini mist 19
ára gamla Eyðfinn Fjallsbak
til HB, hóast hann ikki var
fastur maður hjá FS Vágum
í fyrru helvt av kappingini.
Eyðfinn er farin av tí at hann
gongur í skúla í Havn. Høg-
ribakkurin Emil Hentze er
eisini skaddur, men annars
eru allir mans tøkir í Vág-
unum.
Dysturin er sera týdning-
armikil fyri FS Vágar, tí tað
sum í løtuni um ræður hjá
teimum, er at koma úr bot-
ninum sum skjótast. Teir
vunnu sera óvæntað 3-2 á
B68 síðsta dyst fyri summ-
arsteðgin, so teir kunnu, hó-
ast teir liggja á níggjunda
plássi, fara til runavíkar við
sjálvsálitið sunnudagin.
so tað er eitt skot fyri bógv-
in hjá VB.
Í Vági trúgva menn uppá,
at tað ber til at gera seg
galdandi í gullstríðnum, og
tað hava teir eisini víst í
fyrru hálvu. Trý stig móti
B71 er tí eitt krav.
Í fyrra dystinum vann
B71 1-0 á Eiðinum, men
sandoyingar vóru tá sera
hepnir. Venjarin hjá VB sig-
ur, at ein slíkur dystur sæst
bara einaferð hvørji hund-
rað ár.
B71 eisini mist
Ein av hollu stuðlunum hjá
B71 seinastu árini hevur
verið Rúni í Soylu, men
hann er nú fluttur av land-
VB fer eftir
meistaraheitinum
Tað er langt síðani, at VB hevur ligið so væl fyri til
seinnu hálvu, og í Vági trúgva teir uppá meistaraheit-
ið. Á Sandi hugsa teir meira um at yvirliva
inum.
Annars er alt fólkið
tókt hjá B71. Danirnir
Alex Nielsen og Micheal
Jørgensen verða við aft-
ur, men tað er ikki eyd-
nast at fáa nakran nýggj-
an spælara til felagið.
Sandoyingar eru í løt-
uni illa sperdir í botni-
num, og talan kann ger-
ast um niðurflyting.
Sandoyingar hava bara 8
stig saman við FS Vág-
um og eru beint oman-
fyri niðurflytingarstrik-
una. Av tí at B71 hevur
áður vunnið á VB, trúgva
teir eisini uppá sigur
sunnudagin.
STEFAN Í SKORINI
Birgir Sondum hevur verið
fótbóltsdómari í 14 ár, men
enn er hann ikki sloppin at
døma steypafinaluna, sum
er tað størsta ein dómari
kann uppliva her á landi.
Seinastu árini hevur FSF
tikið aðrar dómarar framum
Birgir, men hesir hava ikki
dømt eins leingi og hann,
og tað heldur hann verða
løgið.
Birgir hevur leingi staðið
aftanfyri kendar garvaðar
dómarar, men nú eru teir
allir givnir at døma, og tí
heldur Birgir, at hann av
røttum skuldi fingið møgu-
leikan at døma steypafinal-
una.
Bikarið fleyt yvir
Tá ið Birgir ikki slapp at
døma steypafinaluna í ár
millum HB og GÍ, hevði
hann fingið nóg mikið.
- Grundin til at eg nú havi
biðið um farloyvi er, at eg
ikki varð settur at døma
steypafinaluna. Eg væntaði
at sleppa at døma finaluna,
men eg varð enn einaferð
settur til viks, meðan aðrir
minni royndir dómarar eru
slopnir framat.
Birgir sigur seg hava
væntað fimm tey seinastu
árini at verða settur til fi-
naluna, men hann er lopin
um hvørja ferð. Hetta hann
hevur eisini gjørt vart við
hetta hjá FSF.
Eftir eina hending aftaná
dystin millum KÍ og B68
19. mai norðuri í Klaksvík
hóttu allir dómararnir í
dómarafelagnum við verk-
falli, men tá tað kom til
stykkis, vóru tað bara Odd-
mar Andreasen og Birgir
Sondum, sum vóru í verk-
falli tað umfarið.
Oddmar Andreasen boð-
aði eftir hetta frá, at hann
gavst at døma vegna ta við-
ferð, hann fekk frá FSF. Bir-
gir sigur, at orsøkin til at
hann ikki varð settur at
døma steypafinaluna var, at
hann stuðlaði Oddmari í tí
stríðnum.
- Fyri mær virkar tað, sum
at man skal revsast fyri at
hava tikið undir við Odd-
mari Andreasen, tá ið dóm-
ararokið var, sigur Birgir
Sondum.
Hvørki Óli Holm formað-
ur í dómaranevndini hjá
FSF ella Hans Falkvard
Hansen formaður í dóma-
rafelagnum siga seg kenna
nakað til ónøgd frá Birgiri.
Heldur ikki vilja teir siga,
um Birgir varð innstillaður
til at døma finaluna.
Spurdur um hann nakran-
tíð fer at døma aftur sigur
Birgir, at um brúk er fyri
honum næsta kappingár, so
er hann til reiðar at finna
floytuna og kortini fram
aftur.
Dómaratrot
Nú hava fýra dómarar úr
Havn lagt floytuna á hillina
innan stutta tíð. Sjúrður
Norðbúð gavst eftir kapp-
ingarárið
í
fjør,
Kim
Ejdesgaard hevur eisini tik-
ið seg aftur, Oddmar An-
dreasen gavst eftir dystin í
Klaksvík og nú er Birgir
Sondum farin í farloyvi.
Hetta hevur við sær, at
bara seks dómarar eru til at
døma 1. deild hjá monnum,
og tað er heldur lítið til
fimm dystir hvørt viku-
skifti.
Óli Holm í dómaranevnd-
ini vónar ikki, at hetta gerst
ein trupulleiki, men hann
ásannar, at tað er ov lítið
bara at hava seks dómarar
tøkar.
Kennir seg illa
viðfarnan av FSF
Birgir Sondum er farin í farloyvi sum dómari restina av
kappingarárinum, tí at hann følir seg settan til viks av
FSF
vunnin
tapt
mál-
d
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 HB
10
7
-
2
-
1
21
10
11
23
2 VB
10
6
-
3
-
1
22
13
9
21
3 B36
10
6
-
0
-
4
30
14
16
18
4 B68
10
6
-
0
-
4
22
18
4
18
5 KÍ
10
5
-
2
-
3
26
9
17
17
6 NSÍ
10
3
-
3
-
4
20
18
2
12
7 GÍ
10
3
-
2
-
5
15
19
-4
11
8 B71
10
2
-
2
-
6
9
15
-6
8
9 FS Vágar
10
2
-
2
-
6
12
25
-13
8
10Sumba
10
2
-
0
-
8
6
42
-36
6
1. deild menn
Støðan undan 11. umfari